Røðan, sum Emma Winther helt á Skarðinum. Dávur Winther tók myndirnar
Eg takki Fuglafjarðar Fornminnisfelag fyri at hava litið mær upp í hendur at hava hugleiðingar um ferðir um Skarðið og vil nýta høvið til at takka tykkum so hjartaliga fyri tíðina, eg livdi saman við tykkum. Tit góvu mær eitt ríkt innihald í lívinum, her eg livdi saman við tykkum í gleði og sorg.
Eg var við til at hjálpa mongum fuglfirðingi úr móðurlívi. Spenningurin kundi ofta vera stórur, um nú alt fór at gangast væl, og stór var frøin, tá alt var væl yvirstaðið. Tíðin, meðan bíðað var eftir barninum kundi mangan vera hugnalig við einum kaffimunni úti í køkinum.
Sjálvandi kundi eisini vera tungar løtur, sum tit góvu mær lut í, - men tær hoyra eisini við til lívið og gera mynstrið fjølbroyttari.
Ein av tykkum fuglfirðingum, Frits Johannesen, skrivaði eina sera vakra heilsan til mín á mínum 80 ára degi, samanbar meg við Afrikadrottningina, sum sigldi millum høg trøð og grønar viðalundir, og eg sum gekk millum hesi høgu fjøll og tindar. - Ja, Fritz hevur hugflog?í øllum førum so gleddi greinin meg mikið. Takk Fritz, um tú ert her.
Mamma bant langar føroyskar undirbuksur
Hugleiðingarnar skuldu snúgva seg um túrarnar um Skarðið, ja teir hava verið mangir. - Eg byrjaði í Fuglafirði í november mánað, so tað var á vetri, eg skuldi byrja gongutúrarnar um Skarðið. Mamma mín, sum altíð var umhugsin, bant mær einar langar føroyskar undirbuksir til endamálið, køld skuldi eg ikki vera.
Olle Neshamar gekk við mær tann fyrsta túrin um Skarðið. Hann fortaldi mær um søgulig støð á leiðini, vísti mær hvar Gullbrandur skuldi vera grivin, Gullbrandshelluna á Hellunum, Altarið, og møguliga annað sum eg nú havi gloymt. Segði mær eisini at brekkan niðan frá Hellunum kallaðist Sproyngisbrekka, av tí at hon var so brøtt, so tað var ikki sørt, at eg stúrdi fyri at ganga hesa brekku á heimleiðini, men tá til stykkis kom var tað yvirkomuligt.
Stíðan vóru mangir túrar um Skarðið, ógvuliga ymiskir túrar. Í góðum veðri var tað ein lekidómur fyri sálina at ganga her. Mobiltelefonin var ikki komin til Føroyar, so eingin telefon kundi náa meg. Her var friður, bert náttúran kundi tala til ein, fuglalát, áarløkir, suðan av lotinum og havinum og so útsýni, blómurnar á leiðini, brobber, lyngur, børkuvísur, børkubøndur o. a.
Ólíkir túrar vóru eisini. - Jógvan Leiti og Pól í Køk skuldu eina náttina føra meg til Oyndarfjarðar við Kambi, men tá vit nærkaðust Bogunum, var sovorðin sjóvarilska, at vit vendu aftur, so farast mátti um Skarðið. Tað var kavi og illsligt veður. Eg tosaði fyrst við Poul Martin á Trøðni, men hann var ikki so væl fyri, hann lá við hálsilsku, bað meg heldur tosa við Alexander Abrahamsen, um hann kundi koma við mær. Jú, tað vildi hann fegin, men helt tað var betur teir vóru tveir. Hann fekk so Edvard Skarðsá at koma við. Eg minnist, hvussu eg var syft millum sterkar armar í teimum tjúkku kavafannunum.
Tveir túrar um
Skarðið annað jóladag
Eitt annað jólakvøld hevði Eyðun verið við mær í Oyndarfirði. Tað var farið um miðnátt, tá vit komu heim aftur, túrurin hevði verið heldur strævin, tað var kavi og nógvur vindur á Skarðinum og hált, eg helt at fyri hvørji tvey stig vit komu fram, gliðu vit eitt stig aftureftir. Vit vóru glað, at túrurin var av. Eyðun koyrdi ræst kjøt í pottin, nú skuldu vit hava eina góða hugnaløtu. - Tá maturin varð komin á borðið ringir aftur úr Oyndarfirði, ein maður var smallin um við krampa. Tað var eingin bøn, lækni mátti koma á staðið. Eg ringdi til Klaksvíkar Sjúkrahús, um tey ikki vildu senda læknabátin eftir manninum, men tað lat seg ikki gera, so vit máttu aftur á Skarðið. - Tað ræsta kjøtið varð ikki notið við tí hugna, vit høvdu hugsað okkum. - Á heimvegnum var veðrið vorðið stilt og klárt, mánalýsi, so tað var ein vakur túrur heim aftur.
Umframt veður kundu aðrar forðingar vera á vegnum. Ein túrin til Oyndarfjarðar hevði eg lovað Katrin, dóttruni við, hon mundi vera um 10 ár tá. Tá vit komu til Hellurnar á veg heim aftur, møttu vit einum Hellumanni, sum júst var komin um Skarðið. Hann bað okkum vælsignaðar ansa okkum, tí fuglafjarðartarvur gekk leysur hinumegin Skarðið, og hann var ikki blíður. Ikki dámdi mær at koma í holt við illan tarv, so eg fór inn á støðina á Hellunum og ringdi til Alexandur Abrahamsen, sterkasta mann í bygdini við fleiri røskum synum, og bað hann senda ein av teimum ímóti okkum og reka tarvin av leiðini. - Jú tað skuldi hann gera, tað var annaðhvørt Símun ella Ellendur, sum var so beinasamur at koma ímóti okkum. Tá vit komu um Skarðið sóu vit hvussu tarvurin varð rikin av leiðini, hann sá ikki serliga blíður út.
Tá brim var í Elduvík mátti leiðin um Skarðið eisini nýtast, fyrst til Oyndarfjarðar og so Elduvíkslíð. Eg minnist serliga ein túr, sum Sivar gekk við mær, hann var vanur at ganga við posti her. Hesu ferð var kavi og frost, so eg stúrdi fyri hálkuni í Elduvíkslíð. So var eisini, líðin var øll avísað, so gott var at hava skilafólk við sær.
Alt hetta er nú søga, nú er bert at seta seg í ein bil og ein kemur lættliga vegin fram. Men hava fólk fingið meira tíð til hvønn annan fyri tað? Eg haldi ikki.
- Stuttligt er at minnast aftur á hvussu blíð fólk vóru, tá ein kom vegin fram aftan á ein strævnan túr, t.d. túrin til Elduvíkar um Elduvíkslíð í hálku, eitt stórt óásett tjógv varð sett á borðið. - Eisini styrkir tað ein at klára eina torføra avbjóðing. So tað, ið nú er farið, hevði eisini sítt stóra virði, sum ikki skal gloymast.
Takk fyri.