? Suðuroyingar verða ikki snýttir

Hergeir Nielsen sigur, at hóast meiriluti ikki er í Vinnunevndini fyri at leggja oljuhavnina sunnanfjørðs, so hevur hann ikki snýtt oyggjafelagar sínar. Og hann dugir heldur ikki at síggja tað sum eina forðing fyri, at oljuhavnin ikki kortini kann liggja í Suðuroynni

Sveinur Tróndarson


? Eg havi ikki snýtt suðuroyingar í hesum føri, og eg ætli mær heldur ikki at gera tað. Eg haldi ikki, at tað er rætt, at seta eitt uppskot fram í tinginum - upp á hvamsvís - tí fellur tað, kunnu komandi landsstýrismenn í oljumálum tulkað tað soleiðis, at tingið er í móti at oljuhavnin skal leggjast í Suðuroynni. Og tað er ikki meiningin, sigur Hergeir Nielsen.

Tá Suðuroyar Oljuvinnuráð fyri eini tíð síðan spurdi politisku flokkarnar um teirra støðu til eina oljuhavn í Suðuroy, svaraði Tjóðveldisflokkurin, at teir tóku undir við tankanum.

Seinni kom tó fram, at tað bert vóru partar av flokkinum, sum tóku undir við brævinum, og Hergeir Nielsen hevur alla tíðina sagt, at hann er ein teirra.

Nú lógin um fyrsta útbjóðingarumfar var fyri í vinnunevndini, tók Tjóðveldisflokkurin kortini ikki undir við broytingaruppskotinum hjá minnilutanum til lógaruppskotið.

Hetta broytingaruppskot fær bert undirtøku frá Javnaðarflokkinum, og tað heldur Hergeir gera við politiskum løtuvinningi fyri eyga.


Tjóðveldisflokkurin

er ikki ímóti

Hóast Vinnunevndin í hesum føri hevur valt at standa sum ein maður, so sigur Hergeir Nielsen, at tað ikki merkir, at Tjóðveldisflokkurin er ímóti at oljuhavnin skal liggja í Suðuroynni.

Skilir tú, um suðuroyingar kenna seg illa viðfarnar av Tjóðveldisflokkinum nú?

? Nei, tað geri eg ikki. Vit eru sum sagt ikki ímóti, at oljuhavnin verður løgd í Suðuroy, men vit vilja bara tryggja okkum, at møguleikin stendur opin aftaná eisini. Tað skal skiljast soleiðis, at hóast tað ikki verður staðfest í hesum lógaruppskotinum, hvar oljuhavnin skal liggja, so merkir tað ikki, at myndugleikarnir ikki einaferð seinni kunnu geva boð um at hon júst skal liggja í Suðuroynni. Eg kann heldur ikki fara inn og noyða okkara tingmenn at atkvøða sum eg vil hava teir at gera, sigur Hergeir.

Kortini er hann bangin fyri, at um uppskot Javnaðarfloksins fellur, so hava komandi landsstýrismenn møguleikan at siga, at tingið feldi uppskotið um, at havnin skuldi vera sunnanfjørðs, og so avgerða, at hon skal vera norðanfyri.

? Og tað vilja vit fyri alt í verðini sleppa undan, sigur hann.


Myndugleikarnir

avgera staðið

Fólk, bæði í vinnuni og politikkarar eru ymisk á máli, hvørt tað er rætt av politikkarunum yvirhøvur at blanda seg upp í hvar ein framtíðar oljuhavn skal vera. Skilir Hergeir hesa tvístøðu og heldur hann, at tað yvirhøvur er uppgávan hjá politikkarunum at blanda seg í hesum máli.

? Nei, tí skilji eg púrt einki av, og eg haldi, at tað er ein sjálvfylgja at myndugleikarnir avgera hvar oljuhavnin skal vera, sigur Hergeir.

Hann vísir á, at politikkarar avgera so mangt annað í hesum landi, og tí er tað einki løgið í, at teir avgera plaseringina hjá oljuhavnina eisini.

? Fleiri oljufólk hava sagt, at tey heldur vilja hava myndugleikarnar at avgera hvar havnin skal vera, tí so fara teir har hon verður løgd og tað eru greið boð frá vinnuni, sigur Hergeir.


Sjálvsagt betrar tað um samferðsluna

Viberg Sørensen sigur aðrastaðni í blaðnum í dag, at kom oljuhavnin í Suðuroynni, so var eisini ein vón um, at samferðslan við meginøki fór at batna í framtíðini. Tí spyrja vit Hergeir, um hetta eisini er ein partur av orsøkini til, at suðuroyingar vilja hava fingrarnar í oljuna.

? Tað sigur seg sjálvt, at tað er ein síðuvinningur, sum allir suðuroyingar høvdu fegnast um. Tú skalt eisini minnast til, at fólk úr oljuvinnuni sjálvari hava sagt, at tey fegin vilja vera við til at fíggja betri samferðslu við Suðuroynna, so sjálvandi er tað ein partur av orsøkini, sigur Hergeir.

Hann leggur kortini dent á, at høvuðsmálið er at fáa lív aftur í virksemi sunnanfjørðs.

? Vit skulu eisini minnast til, at verður virksemi lagt har suðuri, so verður tað útgerðarstøðin og okkurt annað, sum verður avmarkað til Suðuroynna. Restina av tí handilsliga virkseminum fær restin av landinum gagn av, tí eg ivist onga løtu í, at fyritøkur norðanfjørðs vilja sleppa upp í part, sigur Hergeir.

Og tí heldur hann, at tað er skeivt av Javnaðarflokkinum at leggja uppskotið fyri tingið nú.

? Tað kann geva bakslag og tað hevði verið óbótaligur skaði, sigur hann.