? Tað ber til at reka lokalútvarp

?Tað ber til, men við eini aðrari leiðslu. Okkara mál er, at sovorið svínarí ikki skal fáa loyvi at verða framt í framtíðini, og tí síggja vit tað sum okkara mál at steingja støðina av, siga fyrrverandi starvsfólk hjá Atlantic Radio

Til Fjølmiðlarnar


Vegna støðuna á og uttan fyri Atlantic Radio:

Vit vilja við hesum skrivinum upplýsa tygum um støðuna hjá starvsfólkunum á Atlantic Radio.

Gjøgnum fleiri mánaðir hava starvsfólkini á Atlantic Radio fingið boð frá leiðsluni, at tey skuldi fáa lønina útgoldna, men bert smáar upphæddir vóru útgoldnar.

Sum dømi kann vísast á, at fyri tveimum mánaðum síðani vóru 60.000 krónur útgoldnar til starvsfólkið.

Starvsfólkini hava fleiri ferðir gjørt vart við seg, og boðað leiðsluni frá, at vit ynsktu lønina, men ístaðin fyri at fáa lønina, hevur leiðslan givið okkum ein slutur fyri ein slatur. Bæði við at forklára hvussu alt fór at laga seg beinanvegin støðin fór undir at senda kringvarp og annars við at fáa pening frá eitt nú Mattildur, ið skuldi kallast fyri systurrásin hjá ATL-radio.

ØLL starvsfólkini gjørdu vart við, at støðin hevði fingið eitt so ringt orð á seg, at tað skuldi meiri til, enn bert prát um pengar, fyri at fáa hana uppá rætt kjøl aftur. Eitt nú, at lønurnar vóru útgoldnar soleiðis, at starvsfólkini fingu betri áhuga at gera sítt arbeiði.

Vit tosa ikki um smáar upphæddir, tá talan kemur inn á løninrar. Atlantic Radio skyldar starvsfólkunum 400.000 til 500.000 krónur tilsamans.

Fríggjardagurin tann 1. oktobur 1999 varð settur sum síðsta freist til lønarútgjaldingarnar, áðrenn fólkini fóru í verkfall. Men leiðslan koyrdi sum vanligt, t. v. s. at hon kallaði saman til starvsfólkafund og tá var eisini spurt um starvsfólkini vóru áhugað at stuðla Lárus R. Árasyni sum framhaldandi leiðari og eigara á støðini. Aftursvarið hjá starvsfólkunum var, at tað var í lagi, um løninrar vóru á kontoini hjá starvsfólkunum mánadagin 4. oktobur 1999.

Henda mánadagin (tann 4. oktobur 1999) møtti starvsfólkini upp, men leiðin gekk bert til avgreiðsluna har starvsfólkini tosaðu um støðuna. Har komu øll ásamt um, at eingin skuldi taka upp arbeiði hjá hvørjum øðrum, og so statt var verkfall sett í gildi.

Starvsfólkini royndu at spyrja Lárus R. Árason um hvussu støðan var viðv. lønunum, telefonini (ið var slitin) og annars um onnur peningalig viðurskifti. Tey, ið enn vóru har fingu at vita frá stjóranum, at hann persónliga átti 60.000 krónur, og at lønin skuldi nokk koma inn á bókina. Hann boðaði eisini frá, at kl. 18:00 hettar kvøldið skuldi øll starvsfólkini fáa boð um framtíðina hjá støðini ? hettar skrivaði hann sjálvur upp á talvuna, ið hongur í avgreiðsluni á Atlantic Radio.

Starvsfólkini møttu mannsterk upp, men kl. 20:00 ? heilar tveir tímar seinni ? kundi staðfestast, at Lárus R. Árason enn einaferð hevði snýtt sítt starvsfólk.

Starvsfólkið gjørdi tá av at sita og bíða, tí kanska Lárus fór at koma framvið støðini. Hettar hendi eisini, og starvsfólkini royndu at fáa eitt orð á stjóran hjá sær, men hann rann bert undan. Eisini hettar kvøldið fekk Atlantic Radio vitjan av løgregluni. Starvsfólkini fingu at vita, at stjórin, Lárus R. Árason, hevði tilkallað løgregluna, tí hann føldi seg hóttan av starvsfólkunum, men hettar vilja vit ? starvsfólkið á ATL-radio ? afturvísa, tí einasta endamál, vit høvdu, var at fáa orð á stjóran, fyri at fáa at vita nær lønirnar fóru at koma inn, tí øll hava skyldur, ið skula gjaldast.

Løgreglan og vaktarfelagið Falkur securitas fyldu Lárusi og Hans Konradi til bilin, men áðrenn Hans Konrad setti seg inn í bilin, prátaði hann við starvsfólkini, og har boðaði hann frá, at fundur skuldi verða næsta dag ? týsdagin tann 5. oktobur ? við álitismannin Jógvan Páll Hansen og teknikkaran Rúna F. Kjær. Teir báðir høvdu beint áðrenn tosað við viðkomandi persónar, áðrenn teir vóru fylgdur út av løgrugluni og vaktarmonnum.

Dagin eftir fóru álitismaðurin, Jógvan Páll Hansen, og teknikkarin, Rúni F. Kjær, á fund við Hans Konrad, ið er peningamaðurin aftanfyri Atlantic Radio, og Lárus R. Árason. Saman við teimum vóru so eisini tveir vaktarmenn frá Falkur Securitas.

Bæði umboðini frá starvsfólkunum á Atlantic Radio forkláraðu Hans Konradi, at um støðini skuldi verða lív lagað, var hann noyddur til at skifta leiðsluna út, og eisini fáa útvegað lønirnar soleiðis, at starvsfólkið vildi koma aftur til arbeiðis.

Klokkan uml. 13:00 endaði fundurin, og næsti fundur varð ásettur til at verða kl. 18:00 sama kvøldið. Sum ikki einaferð, so møtti leiðslan og bakmaðurin í Atlantic Radio ikki upp. Ergo starvsfólkið vóru enn einaferð snýtt.

Ein spurningur, ið ferðast nógv millum manna er, hví sita starvsfólkini á vakt?

Jú, tað er fyri okkum ein lættur spurningur. Mánakvøldið fór vaktarmaðurin hjá Vaktarhald inn í bygningin, sum hann ger hvørja nátt, men hesa náttuna, ella rættari sagt hettar kvøldið rendi hann seg í tveir persónar ? Konrad og Lárus. Teir báðir sótu í myrkri inni í studionum.

Okkara spurningur er so, hví sita tveir menn í myrkri inni í einum studio?

Lárus R. Árason hevði fingið skift lásini út, so einki starvsfólk slapp inn, og av teirri grund, saman við søguni, at øll sendiútgerðin er pantsett, bæði í Íslandi og Føroyum, komu vit til ta niðurstøðu - teir vildu stjala útgerina.

Týskvøldið var heldur ikki eitt friðarligt kvøld. Lárus R. Árason nýtti makt yvir fyri einum av starvsfólkunum, fyri at ?kasta? hann út gjøgnum dyrnar. Sjálvt um hesin maðurin hevði við sínum fullum rætti, loyvi at ganga har.

Tað hevur ongantíð verið okkara mál, at leggja hond á hvørki Finn Jensen (bókhaldarin í Atlantic Radio), Lárus R. Árason (eigara) ella Hans Konrad Kristjánsson (pengamaðurin aftan fyri Atlantic Radio). Sum Sjónvarp Føroya hevur víst, so eru tað bara tveir persónar, ið hava lagt hond á fólk - Hans Konrad, ið legði eftir sjónvarpsmanninum, og Lárus R. Árason, ið nýtti makt við at kasta ein av okkara starvsfelaga út gjøgnum dyrnar.

Leysatíðindi ganga eisini, at Lárus R. Árason hevur gingið runt við einum kvitterings-blokkið, og innheintað pening, og at hesin peningur er ikki at finna í bókhaldinum. Um hettar er rætt kunna vit ikki seta navn til, men okkurt er gali, tí ATL-radio hevur selt fyri meiri lýsingar enn fyri 60.000 krónur, og eingin skal koma og siga við okkum, at allar fyritøkurnar í Føroyum (tær ið hava lýst hjá ATL-radio) eru ringir gjaldarar.

Leygardagin fór so vaktin vekk úr túninum hjá ATL-radio, men støðin sendir í sama lag sum áður ? bert ein telda.

Tað sum tó undrar okkum er, at í kunngerðini hjá ATL-radio stendur, at støðin skal vísa á, hvør hon er hvønn tíma, men tað hevur ATL-radio ikki gjørt, nú í 7 dagar. Hví hendir einki har ?

Vit fóru til verka, og tóku av eini avbjóðing, at royna at fáa nakað nýtt her á landi at bera seg. Okkara niðurstøða er:

Tað ber til, men við eini aðrari leiðslu.

Okkara mál er, at sovorið svínarí ikki skal fáa loyvi at verða framt í framtíðini, og, tí síggja vit tað sum okkara mál at steingja støðina av.

Vit vilja eisini við hesum takka Brøður Petersen, Dimmalætting og Føroya Sparikassa við serstakan stuðul.


Fyrr- og núverandi starvsfólk á Atlantic Radio.

Vegna starvsfólkið

Jógvan Páll

álitismaður