prosess. Hon verður ikki sonn, og so rakar man ongan. Jú trúgvari tú ert ímóti tær sjálvum og ímóti søguni, tú vilt siga, flest rakar tú. Fólk eru ikki so býtt sum onnur hægri uppi í hierarkinum hava lyndi til [...] seg fram. Tær hitta ein føroyskan bygdamann, sum koyrir tær runt. Gjøgnum hann koma tær út fyri nógvum upplivingum, sum búna tær. ? Tað er ein búningarferð, bæði fysiskt og mentalt. Ein ferð er góð at brúka [...] er tað ringt at gera vart við ein føroyskan film í Danmark. Føroyar eru ikki nóg spennandi, men hava ein farra av onkrum keðiligum yvir sær. Hinvegin er filmurin ikki ein ?Føroyafilmur?. Hann skapar sítt
higar at fáa sær hjálp fyri eyguni. Tú kanst fáa viðgerð fyri eyguni við laser og tað hjálpir, verður sagt. Ert tú nærsýntur, kanst tú upp á nøkur sekund fáa hjálp, so tú leggur brillurnar frá tær. Kostnaður: [...] hon er 23 ár, og tá ið tú sært hana, heldur tú hon er antin síðst í 60-unum ella fyrst í 70-unum, og tá tú so hoyrir, at hon er 91 og verður 92 í mai, undrast tú stórliga, tí hon er so klár og frísk og smílandi [...] børn, ein son og eina dóttir, og hava Gerda og maðurin tvey ommu- og abbabørn og eitt oldurbarn. Gerda er vinarlig, fryntlig, kvik og smílandi og hoyrir tú hana tosa, men sært hana ikki, heldur tú, hon
25. apríl, dagurin, tá ið vit hátíðarhalda teg, flagg okkara. Eins vakurt tú vart, tá ið tú gjørdist veruleiki í 1919, eins vakurt veittrar tú í dag, nú vit nærkast ár 2000. Flagg okkara, Merkið, við teimum [...] sum yrkjarin kvað um »Sjá tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð«. Litirnir við tí tekniska heitinum: tann fagurreyði: PMS 186 og tann azurblái PMS 3006. ? Mangan hevur tú havt tað buldrasligt ? serliga [...] eru, so leitar eygað bert eftir tær, og stór er gleðin, um tú finst millum øll hini fløggini. Harafturímóti verða vit vónbrotin, um tú ikki ert at finna í flaggrøðini. Tað prikar okkara stoltleika! Tí vit
Tú fór við Sjóborgini; tað kennst so løgið, at tú ert vekk og ikki kemur aftur. Tú gjørdist bert 23 ára gamal. Sum heilt lítil sigldi tú við babba; longu sum 10 ára gamal fór tú fyrsta túrin til skips [...] til sjógvin, tí at tú royndi títt umborð, og tú læs nógvar bøkur um fiskiskap, tá ið tú var í landi. Umframt sjógvin dámdi tær sera væl tónleikin. Í ?95 fór tú á háskúla í Danmark, har tú valdi tónleikin [...] Heimafturkomin fór tú aftur til skips, men fyri uml. tveimum árum síðan fór tú á Skála Skipasmiðju at arbeiða. Tá ið skipasmiðjan læt aftur, fekst tú starv hjá Byggiservice á Skála, og har hevði tú tína gongd
til so nógvar dagar. Tú fært ikki arbeitt inni á rúminum, sum t.d. skriva á telduna, tí so sleppur hin ikki inn á wc, og tá ið tú skalt fáa tær bað, mást tú finna tær tíð til tað, tí tú fært ikki pláss fyri [...] ikki við hús. Ein borðisk jogurt og so einki aftur fyrr enn á døgurða. Her umborð er morgunmaturin ein høvuðsmáltíð við so tað forslær. Tó skal eg í mínum hjálparloysi so nevna, at eg fekk ein at taka myndir [...] aftur í mini-hýruvognum ígjøgnum gamla býarpartin. Vitjanin á Madame Toussaud er ein túrur, tú mást gera, tí annars hevur tú ikki verið í London, og tað hevði tikið fleiri tímar at greitt frá øll dukkunum
Krøvini til ein stovn sum okkara eru alsamt strangari, samstundis sum vit fáa minni og minni at arbeiða við fíggjarliga. Einasti vegurin fram er at vera effektivur, so tú hevur úrslit at vísa á, tá tú fert at [...] hetta var gott at vísa á í Norðurlandaráðnum. Og í ES fer jú ein rúgva av pengum til mentan og millumtjóðasamstarv, so um tú dugir væl og ert effektivur, er hetta bara møguleikar afturat teimum, sum longu [...] als ikki hoyrir heima her. Í byrjanini arbeiddu kanska fýra fólk í húsinum. Ein stjóri, ein húsavørður, eitt skrivstovufólk og ein í kaffistovuni. Man hevði als ikki hugsað sær, at virksemið fór at verða
galið, at ein skuldi læra børnini at drekka so tíðliga sum gjørligt, tá tey vóru eini 14 ár. Mær vitandi er tað ikki nakað ein annar kann læra teg, men sum tú sjálvur ert noyddur at finna útav, um tú altso [...] Ongantíð betur, um tú ikki roynir tað, tí alkohol er rótin til allan fanansskap, elendigheit, skilsmissur, slagsmál, innbrot, ótrúskap, fullamannakoyring og í ringasta føri dráp. Og so vil ein, at børnini skulu [...] tíðir nyttar ikki nógv, um ein ikki dugir at stýra mongdini, og tað eru tíverri heilt nógv av teimum 14, 15, 16, 17, 18 osfr. ára gomlu, ið ikki duga, tað veit eg, tí eg eri ein av teimum, sum byrjaði, tá
pláss, tá avtornaði. Skal eg geva eina hjálparleysa roynd at lýsa fráferðina, so mást tú fyrst ímynda tær, at tú ert ímillum tvær brýr sum Tower Bridge og London Bridge og ímillum tær liggja HMS Belfast [...] hesa ferð, og enntá hevði ein sín 90 ára føðingardag umborð. Hetta er ein serligur háttur at ferðast, og eisini eitt serligt fólk. Er tað ikki tað vit øll siga, at vit eru ein serstøk tjóð, ja so serstøk [...] mist ein pápa, og konur eftir sum hava mist ein mann á sjónum beint, áðrenn vit fóru úr Føroyum. Í øllum stórbýarins villa brúsi, høvdu kanska tey flestu av okkum gloymt tað, men nú fingu vit so ein møguleika
úr Klaksvík. Hetta er gerandiskostur. Ein av størstu fótbóltsspælarunum í Føroyum nakrantíð venur triðja árið á rað KÍ. Hóast hetta er sera tíðarkrevjandi fyri ein mann, sum eisini hevur fulltíðarstarv [...] klára okkum sjálvi.« Jóannes hevur longu prátað seg heitan. »Fyri meg er tað einfalt. Tú kanst velja myrkur, ella tú kanst velja ljós. Her á landi eru tað alt ov nógvar, ráðandi, kreftir sum velja myrkrið [...] havt Dag og Viku?« Einfalt og erligt Hvussu vilt tú sjálvur lýsa tónlistarmannin Jóannes Jakobsen? »Eg veit ikki. Onnur eru helst betur til tað enn ein sjálvur«, sigur Jóannes og setir tenninar í burgarbúffin
hava teir, ið skrivað hava samgonguskjalið, sligið fast, at hevur tú ikki eina familju, ert tú uttan fyri »kjarnan« í samfelagnum, og kanst tú sostatt ikki rokna við nøkrum. Ella populert sagt: Einsamalli [...] tvey bein! Ella: ein borgari rindar sín skatt! Ella: ein politikari er giftur! Hvat liggur í hesum orðum, at: Familjan er kjarnin í samfelagnum?! Tað hevði verið sera áhugavert at fingið ein politikara at [...] familjan er ein pápi, mamma og barn/børn, so er alt annað í hesum samfelag uttan fyri kjarnan í samfelagnum, hvar og hvat tey so eru. Men er orðingin í breiðari merking, so at skilja, at vit eru øll ein familja