Minningarorð

Minningarorð um

elskaða beiggja okkara,

Hannus Thomsen

Tú fór við Sjóborgini; tað kennst so løgið, at tú ert vekk og ikki kemur aftur. Tú gjørdist bert 23 ára gamal.


Sum heilt lítil sigldi tú við babba; longu sum 10 ára gamal fór tú fyrsta túrin til skips ? við Sjóborgini, og tú sigldi nógvar túrar afturat bæði við Sjóborgini og øðrum skipum, áðrenn tú fór fyri síðstu ferð.

Aftaná at hava lokið 10. flokk, fór tú til skips við babba; hugurin mundi vera til sjógvin, tí at tú royndi títt umborð, og tú læs nógvar bøkur um fiskiskap, tá ið tú var í landi.

Umframt sjógvin dámdi tær sera væl tónleikin. Í ?95 fór tú á háskúla í Danmark, har tú valdi tónleikin sum sergrein. Heimafturkomin fór tú aftur til skips, men fyri uml. tveimum árum síðan fór tú á Skála Skipasmiðju at arbeiða. Tá ið skipasmiðjan læt aftur, fekst tú starv hjá Byggiservice á Skála, og har hevði tú tína gongd til fyrst í ?98; tá gjørdi tú av at fara aftur til skips.


Vit kendu Hannus sum ein sera hjálpsaman drong; hann var altíð fúsur at hjálpa til, tá neyðugt var. Bað man Hannus gera nakað, so bleiv tað gjørt.

Hannus var ógvuliga álitisfullur; hann trúði altíð tí, sum fólk søgdu og trúði á, at verðin var eitt gott stað. Hann bleiv skuffaður av og á, men hesi evnini gjørdu hann føran fyri av nýggjum at hava álit á øðrum, og á hendan hátt at halda áfram.

Eg legði altíð til merkis, hvussu góður Hannus var við smábørn. Hann var gubbi at soni mínum, og hvørja ferð hann sá Tummas, tók Hannus hann upp í føvningin ella setti seg niður á gólvið at spæla við hann.


Tónleikurin var eitt tað týdningarmesta fyri Hannus. Hann skrivaði sangir, gjørdi løg til, sang og spældi guitar og klaver. Heimastudio keypti hann sær til tess at kunna taka upp. Eg haldi, at tónleikurin meira enn nakað annað avspeglaði ta kreativu síðuna hjá Hannusi, sum vit annars ikki sóu so nógv til. Kreativiteturin, sum hann á hendan hátt sýndi, var stórur; hann dugdi at skapa tónleik, sum var hansara egni og avspeglaði hann; ? tey virðir, persónligheit, dreymar o.a., sum Hannus hevði.


Vit minnast Hannus sum ein, sum spreiddi gleði í heimi okkara, og vit fara at sakna hann nógv. Tú gavst okkum minnini, og tú gavst okkum tónleikin; hesum vilja vit aldri sleppa.


Eg vil minnast Hannus við at citera eitt brot úr einum sangi hjá honum; møguliga sigur tað okkum meir um Hannus, enn okkara orð kunnu. Sangurin er bygdur á filmin, sum er gjørdur yvir kríggið í Vietnam, har ein maður gerst lamin. Brotið er umsett úr enskum


»Nógv fólk doyðu; nógv fólk mistu alt,

gjørdust fátøk.

Men hesin maðurin gav alt fyri onki;

kærleiki hansara til landið gav honum

mót at kempa,

men hetta gjørdist eisini bani hansara«.


»Nú veitst tú, hvat hesin eini maðurin

gjørdi;

gav sítt egna lív, hóast hann ikki var

annað enn eitt barn.

Tøkkin, sum hann fekk, var at gerast

einsamallur;

ongin vildi vita av honum«.


Friður veri við minninum um beiggja okkara,


vegna systkini,

Anita Thomsen Simonsen