Tey ungu og rúsdrekka

Í Fimmaranum næstseinasta mikudag var evnið »Nær skulu foreldur geva børnunum hjá sær rúsdrekka, tá tey vóru 13, 14, 15 ella 16 ella als ikki«.

Eg legði serliga merki til, hvat hasin fuglfirðingurin segði. Eg havi aldri hoyrt so galið, at ein skuldi læra børnini at drekka so tíðliga sum gjørligt, tá tey vóru eini 14 ár. Mær vitandi er tað ikki nakað ein annar kann læra teg, men sum tú sjálvur ert noyddur at finna útav, um tú altso ætlar tær at royna tað. Ongantíð betur, um tú ikki roynir tað, tí alkohol er rótin til allan fanansskap, elendigheit, skilsmissur, slagsmál, innbrot, ótrúskap, fullamannakoyring og í ringasta føri dráp. Og so vil ein, at børnini skulu leiðast inn á henda veg, við at læra tey at dreka, meðan tey eru í ringasta aldri og alt broytist í teimum. Til politikarar, skúlar og foreldur: tað má upplýsast nógv meira um vandan, ið stendst av at drekka alkohol, ikki tá tey eru vorðin 14 ella 15 og kanska longu hava fingið smakk fyri alkoholi, men kanska longu tá tey eru eini 10, so at tey hava eina hóming av, hvat tað kann føra við sær at drekka.

Tey søgdu eisini í sendingini: »Hvat er eitt natúrligt forhold til rúsdrekka?«. Tey flestu søgd, at tá ein nýtir tað til ávísar tíðir, eghaldi, at tað var ógvuliga illa svarað, tí eg meini, at fyrr, áðrenn rúsdrekkalógin kom, høvdu vit nógvar av teimum sokallaðu kvartalsdrankarunum. Teir drukku eisini til ávísar tíðir. Halda tit, at familjan, børnini og systkini hildu tað vera eitt natúrligt forhold til rúsdrekka at ganga skít í 14 dagar?

Hatta var kanska eitt heldur ógvusligt dømi, men at drekka til ávísar tíðir nyttar ikki nógv, um ein ikki dugir at stýra mongdini, og tað eru tíverri heilt nógv av teimum 14, 15, 16, 17, 18 osfr. ára gomlu, ið ikki duga, tað veit eg, tí eg eri ein av teimum, sum byrjaði, tá eg var 14 ár við at drekka til ávísar tíðir. Tær ávísu tíðirnar eru bara blivnar til 2-3 ferðir um vikuna hesi seinastu 10 árini, og mongdin er trífaldað síðan eg byrjaði, og eg kenni nógv tílík dømi. So mítt ráð er meiri upplýsing um vandar, høli til ung at hava tað hugnaligt í uttan rúsdrekka og gomlu rúsdrekkalógina í gildi aftur, tí tá var nógv torførari hjá ungdóminum at fáa hendur á rúsdrekka enn tað er í dag.


Torkil Akraberg Hansen