Vikuskiftispápin aftur uttan fyri kjarnan

Út frá samgonguskjalinum, sum kemur við tíðarvend orðingini, at »familjan er kjarnin í samfelagnum«, kunnu ikki væntast broytingar heldur í hesi samgonguni og frá teimum flokkum, sum mynda samgonguna, verður hon til nakað

Eg gjørdist ikki sørt bilsin av at síggja nýggja samgonguskjalið, sum undir punkt 8, Familjumál, kemur við hesi fantastisku orðingini, at: Familjan er kjarnin í samfelagnum!

Tað sær út fyri mær, sum hava teir, ið skrivað hava samgonguskjalið, sligið fast, at hevur tú ikki eina familju, ert tú uttan fyri »kjarnan« í samfelagnum, og kanst tú sostatt ikki rokna við nøkrum.

Ella populert sagt: Einsamalli pápin er ódjórið í samfelagnum enn!

Í míni verð er henda orðing at samanbera við orðingina:

Eitt fólk hevur tvey bein!

Ella: ein borgari rindar sín skatt!

Ella: ein politikari er giftur!

Hvat liggur í hesum orðum, at: Familjan er kjarnin í samfelagnum?!

Tað hevði verið sera áhugavert at fingið ein politikara at útgreina, helst av teim ungu, giftu og við smáum børnum, sum hevur verið við at skriva hetta samgonguskjal, tí er henda orðing at skilja so, at familjan er ein pápi, mamma og barn/børn, so er alt annað í hesum samfelag uttan fyri kjarnan í samfelagnum, hvar og hvat tey so eru.

Men er orðingin í breiðari merking, so at skilja, at vit eru øll ein familja, ja, so er hetta rættiliga tápulig orðing, og so kundi samgonguskjalið havt fleiri túsund líknandi naivitetir við, sum t.d.: Allir føroyingar anda!


Pengar geva møguleikar

Undir punkt 4, Fíggjar- og búskaparmál, er kanska ein glotti at hóma, um vit geva hesi fyrstu orðingini eitt menniskjansligt virði og gloyma tað peningaliga, sum altíð verður hugsað væl og virðiliga um, nevniliga: At geva øllum borgarum javnbjóðis møguleikar!

Og her má eg skunda mær at skoyta upp í ein spurning: Hví stendur borgari í hesum »slogan« og ikki: At geva øllum familjum javnbjóðis møguleikar?!

Eg fái ikki annað enn hildið, at onkur av teim ungu og nýggju politikarunum koma mær og mongum øðrum vikuskiftispápum til hjálpar í eini frágreiðing og svari til hesar spurningar, ið eg havi sett.


Ólavur í Beiti,

rithøvundur