11. apríl
Eri ikki serliga væl fyri í morgun, ikki soleiðis at skilja, at eg ikki havi sovið - tað havi eg sum ein steinur - heldur ikki soleiðis at skilja, at eg fór seint í song, tí tað fór eg - hon var ikki ellivu - heldur ikki, tí eg gjørdi nakað óvanligt, sum eg ongantíð áður havi roynt, tí tað mesta hevur tú roynt í hesum aldrinum, men eitt slag av »troyttheit« kundu vit kanska sagt.
Nú hava vit verið í høvuðsstaði evropu í nakrar dagar og tað er einki at siga um, at tú verður troyttur. Allan dagin verður sinnið fylt við inntrykkum, øðrvísi inntrykkum (fái ikki orðið fyri inntrykk í morgun, nú eg havi sovið yvir meg, orsakið!) sterkum og hábornum inntrykkum, sum heysur tín ikki vanliga arbeiðir við, og eg hugsi hann verður eitt sindur troyttur til endans.
Ikki soleiðis at skilja, at tú fært ansperru í heilavøddarnar, tí talan er ikki um pínu, men tú verður troyttur, linur, orkar illa upp, sovnar aftur o.s.fr.
Eg má fyrst av øllum siga, eftir henda troyttandi inngang, at eg fór ongan veg fyrrapartin í gjár. Hevði stórar ætlanir um at fara við Fuglafjarðar manskóri, men tá til stykkis kom og klokkan nærkaðist tíggju, fór eg í koyggjuna, tí eg gjørdist so linur eftir frálíka morgunmatin.
Tað at byrja dagin við hesum morgunmati umborð er ein veldugur fyrimunur og sera styrkjandi. Har er alt at fáa og vanliga fylli eg mær einar tríggjar ferðir á tallerkin. Morgunmaturin er eitt høvuðssmáltíð, tað síggi eg nú, men tað er tað ikki við hús. Ein borðisk jogurt og so einki aftur fyrr enn á døgurða. Her umborð er morgunmaturin ein høvuðsmáltíð við so tað forslær.
Tó skal eg í mínum hjálparloysi so nevna, at eg fekk ein at taka myndir fyri meg, ella kanska havi eg fingið fleiri, so eg vóni at fáa tær, tá ið eg seti henda tekst í Sosialin, tí tekstur uttan eina mynd ella fleiri myndir í blaðgrein er lítið verdur, hugsi eg. (Í komandi parti verður tekstur eftir Signar á Brúnni við myndum sum Willy Jan Feilberg tók).
Seinnapartin var farið á Madame Toussaud og Camden Market (eg haldi vit broyttu marknað), men lat meg fyrst siga, at á marknaðinum var dýrt at keypa og eg eri neyvan einsamallur um at siga tað, tí øll søgdu tað sama aftaná. Eg skal siga eitt sindur meiri um Madame Toussaud seinni, tá ið eg havi myndirnar framman fyri mær.
Tað var onkur sum tók til nú ein dagin:
? Wren meg í reyvina!
Hetta var sjálvandi eftir at hava hoyrt so nógv um stóra arkitektin Sir Christopher Wren sum hevur verið arkitekturin aftan fyri fleiri av teim mongu stóru bygningsverkunum her í býnum, Sjómansskúlan, St. Pauls, minnismerkið um eldsbrunan í 1666, tá ið City brendi og fólk søgdu um eldin at hann var : A gift from Heaven! (Ein gáva úr erva, leysliga umsett)
Eldurin kom í av óvart, men hann drap allar rotturnar og harvið pestina ella sóttina sum herjaði tá. Hesum fingu vit eisini eina góða mynd av á Madame Toussaud, tá ið vit í smáum hýruvognum koyrdu út aftur úr stóra gallarínum. Vit komu ikki inn í Planatorium, sóu ikki stjørnuhimmalin, sum er eitt annað upplivilsi.
Tað var ein góð løta at bíða, til vit sluppu inn á vokskabinettið, tí hesa tíðina á árinum eru tað ikki bert føroyingar sum koma til Londons at halda frí, har vóru allir nationalitetir, belgiar, fraklendingar, hálendingar, ja tað er eingin grund at nevna øll tey mongu fólkasløgini, sum leita sær til henda vakra bý á hvørjum ári at halda frí og síggja gamla og nýggja mentan.
Vokskabinettið vitjaði eg eisini fyri 20 árum síðani, og tað er nakað broytt nú. Nýggjar dukkur eru sjálvandi komnar aftrat, t.d. Diana prinsessa, Clinton, Saunter, og eg haldi meg ikki minnast, at vit koyrdu út aftur í mini-hýruvognum ígjøgnum gamla býarpartin.
Vitjanin á Madame Toussaud er ein túrur, tú mást gera, tí annars hevur tú ikki verið í London, og tað hevði tikið fleiri tímar at greitt frá øll dukkunum, har vóru at síggja, men vit høvdu myndatólið við, tó at tað var ikki loyvt at taka myndir á summum støðum. Onkrar lógir mugu brótast av og á, tí annars er lívið einki stuttligt og hetta var ein av teimum, tá onkur myndin varð tikin.
Tað tekur eina løtu at koma runt á Madame Toussaud, og sum so mangan á hesum ferðum, skipaðar vóru fyri, var tíðin á sjálvum staðnum, har vitjað var, alt ov stutt. Hetta var eitt av tí keðiliga, sum vit upplivdu, og ein av orsøkunum var sjálvandi mikla og tunga ferðslan í býnum, men tað áttu bussføraranir at vita, um ikki annað høvdu teir møguleika at fyrireika seg til tað eftir so nógvar drykkipengar frá føroyingum. Vit hava ikki goldið teimum nógv niðan fyri 500 pund hesar dagarnar vit koyrdu við teimum.
Viðvíkjandi sóttini ella virusinum sum herjað hevur umborð á Norrønu, er at siga, at rættiliga nógv hava sagt seg havt eitt ella annað slag av sjúku. Onkur hevur nevnt talið 60, og sambært einum stýrimanni er tað á góðari leið.
So mangan hava vit lisið um, hvussu var í slupptíðini, tá onkur kom sjúkur umborð, og soleiðis hevur tað eisini verið her umborð, tó ikki í sama stíl. Tað er virus, hevur lækni sagt, sum er við, og eg skilji á lagnum, at onkur fer heim við flogfari í dag, men tað kann eisini skildast at hesi ikki síggja seg før fyri at sigla heima aftur, tá veðrið er sum tað er í Føroyum.
Vit hava hoyrt um kavaódn, og tað eru eingi tíðindi hjá veikum sálum. Og ein eldri kona er løgd inn á sjúkrahús í London, men tað sigur seg sjálvt, at fert tú út at ferðast við skipi hesa ársins tíð eftir eina skurðviðgerð, ja so er ikki óhugsandi at eitt og annað kann berast á.
Og eisini at fara við skipi og tú ert veikur á sjónum, tá er betri at seta seg í eitt flogfar báðar vegir heldur enn at spæla við lagnuna.
Havi hoyrt at nógvar søgur eru farnar at ganga í Føroyum um, hvussu støðan er umborð her og eisini eru fleiri søgur umborð um, at helvtin av skipinum liggur fyri deyðanum í koyggjuni, og sovorðnar barnsligar og tápuligar søgur eru seiglívaðar, eg veit, men lygnin gleðir tann skaðafróða.
Vit vóna so tað besta, vit sum eru eftir og lata oyruni aftur fyri sprelskum galningum. Teir finnast allastaðni, sjálvt í London, síggi eg.
Kanska skuldi eg eisini skrivað, at eg eri eitt sindur tungur, men havi tó ikki mist alla vón, um úrslitið hjá Manchestar United í gjár, at mítt stóra lið ikki megnaði at vinna dystin móti Liverpool. Her nærhendis er pubbur, har vit hava sæð fleiri dystir á stórum skíggja, men dystin í gjár sá eg ikki, tí vit komu so seint aftur til hús. Hann endaði 1-1 sum flest øll vita, tíverri. Vónin um aftur eitt meistaraheiti, er í klønum tráð nú, haldi eg meg skilja.
Klokkan er 17.50 og eg havi sett meg upp á Viking Club at festa hesar reglur á blað.
Túrurin á marknaðinum - gloymdi at spyrja hvussu marknaðurin nevndist, men vit vildu sleppa á marknað, har keypandi var - eydnaðist bara heilt væl og eg hugsi tey flestu keyptu eitt ella annað, klæðir kanska mest, tí prísurin var ikki so høgur sum hann annars er í London, fert tú á tey kendu støðini. (Sjálvur keypti eg mær fleiri T-shirts á hesum marknaði, men eg síggi nú, eg eri heimkomin og havi vaskað tær, at onkur av teimum er meiri og minni holut, tíverri, so hetta var einki kvettið kortini, alt annað).
Ferðaleiðarin mátti viðganga, at ferðafólkini verða liedd á tey dýru støðini, har ikki keypandi er. Fyrstilla tær at ein hárbust kostar 50 pund í Harrods!
50 pund!
Eg havi ikki sæð hana, men hetta fortaldi ein kona mær, sum hevði sæð hárbustina, og eg trúgvi henni so hjartaliga.
Í kvøld verður siglt einaferð eftir klokkan 21 og tá fer Fuglafjarðar manskór at syngja og Tvøroyrar hornorkestur at spæla. Tað tekur einar seks tímar at sigla oman eftir Thames ánni, so hesar fyrstu tímarnar verður ið hvussu so er slættur sjógvur.
Fólk stríðast enn við sjúku og hjá teimum sum hava verið meiri og minni illa til passar og summi kanska eisini illa sjúk, hevur hetta neyvan verið ynskitúrur. Harmiligt at skulu gjalda dýran ferðaseðil oman til London og so leggjast sjúkur, men har er einki at gera við.
Og kanska vistu tey ella tann ikki av, at viðkomandi hevði smittuberandi virus í kroppinum, tá ið ferðin byrjaði. Vit kunnu neyvan tryggja okkum, at øll eru frísk, tá ið farið verður slíkar ferðir, men vit vita, at smitta breiður seg skjótt umborð á skipi.
Fyri at koma eitt sindur inn á, hvussu nógv lættari tað er at skriva nú enn tað var fyri bert fáum árum síðani, so skal eg upplýsa, at eg lænti eina farteldur frá Sosialinum at hava við og havi tikið mær tíð at sita við henni soleiðis nærum hvønn morgun, meðan vit hava verið her, og nú nógv fólk er í landi, leitaði eg mær upp higar at njóta útsýnið.
Hugsa tær so at eg bert hevði penn og papír? Tað skuldi so verið ført inn á telduna aftur, tá ið eg kom til hús, og tað hevði sjálvandi tikið sína tíð, drúgvu tíð. Nú liggur alt inni og eg takið tað yvir á mína teldu við diskil, so lætt so lætt. Og kanska hevði eg ikki skrivað so nógv heldur, tí tað hevði verið meiri strevið ella longri, ja kanska.
Tað fór at regna nakað út á fyrrapartin, meðan vit vóru á hesum marknaðinum ikki langt hiðani, og nú ganga æl, ikki grov æl.
Ferðslan í dag í London hevur ikki verið so nógv sum hinar dagarnar, og tað kemst sjálvandi av at londonbúgvar hava páskafrí. Teir eru farnir út á landi, út úr osi og høgum tosi!
Skal eg taka smanum nú soleiðis leysliga, so hevur hesin túrurin verið framúr góður. Tað sum eg havi hoyrt frá hinum, er tað sama, men sjálvandi hevur onkur altíð okkurt at finnast at, tí tú kanst ikki gera øllum til vildar. Hetta mátti ferðaleiðarin eisini ásanna, tá ið vit fóru á shopping-túrin í morgun og hon spurdi okkum, hvar vit skuldu fara. Onkur segði eitt og onkur annar eitt annað. Soleiðis er tað bara.
Starvsfólkini umborð hava verið ótrúliga hjálpsom og vinarlig og smílandi.
Má skjóta inn her nú onkur er komin aftur frá dystinum Arsenal-Newcastle, at Arsenal vann 3?1. Hetta úrslit er ikki mær til frama, tvørturímóti.
Ná, tað er um at røða starvsfólkini, og eg má siga, at neyvan finnast tey betri aðrastaðni innan slíka vinnu og í øðrum feløgum. Sannar filmstjørnur eru ungu damurnar umborð, og tær smílast sjálvt til okkum gomlu. Er tað ikki uppmuntrandi at verða vartaður upp av »steikum«!
Norrøna er sera væl egnað til hesa sigling við tað at hon sleppur at liggja uttan á HMS Belfast. Men 2-mans rúmini er nakað lítil til so nógvar dagar. Tú fært ikki arbeitt inni á rúminum, sum t.d. skriva á telduna, tí so sleppur hin ikki inn á wc, og tá ið tú skalt fáa tær bað, mást tú finna tær tíð til tað, tí tú fært ikki pláss fyri klæðunum inni á baðirúminum. Hetta er eitt sindur keðiligt alt, tá ið tú skal liggja í nakrar dagar í stórbýi, men smáting kortini, tá ið tú hugsar um neyðina í hesum stóra býi.
Ein ungur maður hevur sovið undir nøkrum teppum ikki so nógvar hundrað metrar herfrá, og fert tú longur niðan í býin, veksur talið bara á teimum, sum mugu sova úti. Tá ið tú setur hetta upp í móti, hvussu vit hava tað umborð, ja so liva vit so gott sum hugsast kann; vit eru so forvand og forkelað og mugu bara liva við tí.
Veit ikki um eg havi nevnt tað, men umborð á HMS Belfast eru fastar vaktir alt døgnið. Tveir mans og ein kvinna á hvørjari vakt, og hetta er sera tryggjandi at vita. Av tí sama hevur verið friðarligt umborð, tí eingin sleppur umborð sum ikki onkur veit um. Hugsa tær at øll tey mongu vitjandi umborð á Belfast eisini komu umborð her? Eg veit ikki, hvussu mong vitja HMS Belfast dagliga, men har er konstant fólk at síggja um alt skipið.
Dekkað verður upp har frammi í kvøld við tí kalda borðinum, og eg havi góðan hug at fara fram, men samstundis hugsi eg eisini um indisku hjúnini sum selja Fish&Chips beint her uppi og sum vit hava vitjað og stuðlað nú nakrar ferðir.
Vænta tey okkum aftur, áðrenn vit fara avstað eftir klokkan 21, sum er tað seinasta eg visti um fráferðina?
3 pund fyri hetta leskiliga máltíð og ikki enn havi eg etið upp, tí portiónin er so stór?
Eg má fara einaferð aftrat at stuðla teimum, hugsi eg, tí tey hava verið so fitt bæði. Tað kalda borðið umborð hevur mær altíð dámað so væl, og møguleiki verður fyri at royna tað einaferð aftrat í hvussu so er á ferðini heim.
Nú eru aftur fleiri farin at tosa um veðrið, hvussu tað verður á ferðini upp, og tað eru ymiskar frásøgnir og metingar og gitingar, so eg bíði at stúra fyri tí og veit, at eg fái einki gjørt við tað.
Fært tú?
Framhald