Londondagar á Thames ánni

Ferðafrágreiðing - 2. partur

Í hesum partinum verður greitt frá 91-ára gomlu Gerdu, sum var fyrsti kvinnuligi ferðaleiðarin í London. Hetta var í 1933. Eisini er prát við Helga Joensen, sum starvast í SimCorp Ltd., og er so mikið sum »chief consultant« í fyritøkuni, ið hevur høvuðsskrivstovuna í Keypmannahavn

8. apríl

Hesin morgunin sær nakað gráur út, men tað er ikki vist, at hann verður høgur í morgun og seinni regn sum tað var í gjár. Ja, eg veit ikki hvat ættin er í morgun, havi heldur ikki kumpass við, men tá eg hyggi yvir á HMS Belfast sum bumbaði eitt ella annað týskt skip uttan fyri Narvik í Noregi, sær alt so friðarliga stilt út.

Tað var onkur her umborð sum skuldi greiða vini heima í Føroyum frá, hvussu tað var at sita á barrini umborð á Norrønu:

? Ikki minni enn tvær kanónir peika beint móti vindeyganum her eg siti!

Hampton Court ella slottið sum Henry VIII keypti frá kardinalinum sum ikki vildi skilja hann frá konuni ? hann gifti seg upp aftur við konu beiggjan ? er nakað langt hiðani, men tað er ótrúliga vakurt og stórsligið. Tudor byggistílurin og Versailles byggistílurin saman í einum bygningi. Tudor stílurin 2/3 av slottinum og versailles 1/3, og Henry VIII fekk ikki bygt meiri aftrat slottinum í hesum vakra stíli, tí minnist meg rætt, datt hann av hesti sínum og doyði.

Tann seinasta av teim seks drotningunum Cathrine Parr, yvirlivdi hann, annars doyðu fleiri, antin vórðu tær hálshøgdar ella skildist hann frá teimum. Jane Seamore skonkti honum tað, sum hann royndi at fáa, sonin Edvard, sum doyði ungur.

Sami arkitektur, Sir Christopher Wren, sum teknaði minnismerkið yvir stóra London eldin og St. Pauls ? tað tók 35 ár at byggja St. Paul, og trapputrinini heilt upp í tornið eru 530 í tali ? teknaði eisini Hampton Court ella Hampton Palace.

Tudor stílurin hevði sína tíð frá 1400-talinum og fram til 1603, tá hann doyði út. Sum sagt, læt ein kardinalur byggja hetta slott til at hava sínar veitslur og annað í, og Henry VIII flutti so sjálvur í tað og yvirtók kirkjuna, gjørdi seg sjálvan til høvd yvir henni, og fekk tá loyst seg frá konuni, sum ikki fekk føtt honum ein son.

Tað gekst nakað leingi hjá okkum at koma gjøgnum Suðurlondon seinnapartin í gjár, tí ferðslan var nakað tøtt, men heimferðin tók ikki so lnga tíð. Eg ivist onga løtu í at alt slotsøkið um Hampton Court er lítið minni enn Fugloyggin.

Vit høvdu ein serliga ferðaleiðara í gjár og koma at hava hana aftur í dag. Tað er danska Gerda M. Soameson, sum verður 92 ár í mai í ár. Gerda var fyrsta konufólk sum gjørdist ferðaleiðari í London og tað var í 1933. Hon kom yvir til Bretlands í 1930 sum aupair-genta, men stóra ynski hennara var at gerast ferðaleiðari. Hon dugdi 5 mál tá, og hetta var ikki nóg mikið hjá henni í fyrstu atløgu, men gamla var treisk. Hon herjaði á allastaðni at sleppa at arbeiða sum ferðaleiðari, greiddi hon mær frá. Hon vardi seg við, at hon megnaði 5 mál og spurdi stjóran, um tað var nakar mannligur ferðaleiðari sum gjørdi henni eftir, og tá hon so endiliga slapp at royna seg, eydnaðist henni at sannføra stjóran á ferðaleiðarastovuni tá. Í dag eru 800 konufólk ferðaleiðarar og bert 200 menn, so støðan er rættiliga broytt her í London.

Gerda og maðurin, sum er seks mánaðar eldri enn hon, búgva her í London. Gerda var pensionerað tá hon var 60 og maðurin 65 ár, sum er vanligt í Bretlandi, men hon hevur ongar ætlanir um at leggja frá sær enn. Tey eiga tvey børn, ein son og eina dóttir, og hava Gerda og maðurin tvey ommu- og abbabørn og eitt oldurbarn.

Gerda er vinarlig, fryntlig, kvik og smílandi og hoyrir tú hana tosa, men sært hana ikki, heldur tú, hon er 23 ár, og tá ið tú sært hana, heldur tú hon er antin síðst í 60-unum ella fyrst í 70-unum, og tá tú so hoyrir, at hon er 91 og verður 92 í mai, undrast tú stórliga, tí hon er so klár og frísk og smílandi.

Tað var so óheppið, at eg hevði gloymt kvitteringina í gjár, tá ið vit fóru við bussinum og eg fekk ikki stundir at fara umborð eftir kvitteringini. Greiddi henni so frá, at eg hevði gloymt ferðaseðilin, men vissaði hana um, at eg hevði teknað meg og goldið. Ná, segði hon, eg kundi bara geva henni mítt navn og kamarnummar og skuldi eg so lata informatiónini kvitteringina, tá ið eg kom umborð aftur. Soleiðis komu vit í prát bæði, og tá vit gingu aftur í bussin í Hampton Court, fekk eg rættiliga prátað við hana. Lovaði henni at senda henni bókina Når du kommer og hon gjørdist fegin. Tá eg segði henni, at eg eisini var blaðmaður, kom tað ikki óvart á hana, tí hon hevði ongantíð upplivað ein so forvitnan gest sum meg, segði hon smílandi.

9. apríl, skírhósdagur

Regn í morgun, men tað átti ikki at koma so seint, tí eg hoyrdi onkran siga í gjár, at tað fór at regna um seinnapartin. Heldur ikki í morgun var eg nóg skjótur at koma upp til veðurtíðindini, men hann sær út at vera beinur sunnan í morgun, eitt frískt lot, hugsi eg, og regn og her regnar sum tá tað er grovur heglingsælingur heima hjá okkum.

Og toran gongur av grimd og tað gjørdi hon eisini ein annan dagin, minnist ikki, um tað var mánadagin ella týsdagin.

Í dag gongur leiðin aftur á onnur støð, men seinnapartin í gjár ? mær dámar fult so væl at skriva um í gjár sum um, hvat verður í dag, tí tað veit eg so lítið um ? fóru vit, eini 17 í tali oman í miðbýin at lurta og síggja kendar røddir og kendar dukkur. Røddinum bagdi einki, men dukkurnar, ja eg veit ikki rættiliga hvussu nógv eg skal tíma at skriva um tær. Tú sást, hvønn dukkurnar umboðaðu, men tær vóru ikki sannar myndir, um eg havi loyvi at málbera meg so, uttan at fara ov langt niður í tað arkitektoniska. Og serliga dømi um hetta, har tú á ein ella annan hátt vamlast við dukkumyndina av livandi persóninum var Tina Turner. Hon stóð í einum stuttum reyðum ulllintum kjóla! Tað dámdi mær ikki, eg sum hálovi hennara frálíku rødd og góðu sangir og sum altíð havi verið glaður um at sæð Tinu, serliga í svørtum leðurkjóla, stuttum sjálvandi. Ná, men tónleikurin í oyramikrofonunum var sannur, og tað var skipað soleiðis, at tá tú komst til eina persón ella bólk, Elvis, Jagger og Richard, Elton John, Beatles, Ferry, Status Quo, Cliff, Jackson, Idol, Hendrix, Geldorf og aðrar stórar persónligheitir, hoyrdi tú eitt av teirra ella fleiri kendu løgum, og har á stórum skíggja uppi undir hválvinum, sást tú søguna í stuttum frá stórum konsertum t.d. frá Woodstock og Live Aid.

Har var nógv fólk, serliga ung, og so var eisini eitt sonevnt »sjov» at síggja, men eg og myndamaður mín høvdu ætlanir um at keypa onkrar CD-arar, so vit fóru út á gøtuna at leita í eini rættiliga stórari tónleikabúð. Vit vóru í Rock Circus ? tað gloymdi eg helst at nevna ? og hetta stóra circus liggur við Trafalgar og Picadilly, men eg festi meg ikki í gøtunavni, og har var ótrúliga nógv fólk í býnum í gjár. Trafikkurin var eisini tættur, tí nú stundar upp til páskafrítíðina bæði so og so, gestir koma og arbeiðsfólki her í býnum ger innkeyp til frítíðina.

Havi ikki nevnt nógv um, at Helgi Joensen, sivilverkfrøðingur var her og vitjaði meg, tí eg hevði spurt hann, um eg ikki kundi fáa eina samrøðu við hann, og heldur ikki havi eg nevnt um tað sum vit eru farin at rópa »virusin« her umborð, men eg skal gera tað í stuttum. Fuglafjarðar manskór hevur verið rættiliga herjað av hesi epidemi, búkilska, hálsbruni, spýggja og skræpa, havi eg latið mær fortalt, eru súmptomini. Men her er eingin vandi á ferð, tí læknavísindin er væl og virðiliga umboðað á hesum túrinum, tá vit hava ikki minni er tríggjar læknar við.

Veit ikki, hvussu tað verður í dag, nú mannskórið úr Fuglafirði skal út at hava konsert, men í gjár vóru einir fimm sangarar rættiliga veikir og sjúkir. Vit vóna bara tað besta, at mannskórið verður fult mannað í dag. Ætlanin var hjá mær at sleppa við teimum í morgin, tá farið verður í onkra kirkju at syngja, men eg havi ikki enn fingið at vita, nær farið verður. Í dag fái eg ikki farið við teimum, tí vit hava tveir túrar á skránni og seinnapartin verður tað vitjan á BBC.

Helgi Joensen hevur eisini samband við Fuglafjarðar mannskór, so hann kemur aftur higar í dag, men eg tosaði, sum sagt, við hann fyrradagin, og tá greiddi hann mær frá, at hann starvast í SimCorp Ltd. fyritøkuni, sum er donsk. Hann fór at starvast í hesi fyritøku í 1986 og tá hann hevði starvast í Danmark í 4 ár, valdi hann heldur at koma higar til London enn at fara til Føroyar, og eg skilji hann so væl. Hann fekk hetta tilboð at byrja í London.

SimCorp Ltd. ger telduskipanir, instalerar tær og marknaðarførir hesar skipanir. Skipanirnar eru viðvíkjandi fíggjarstýring í bankum, tryggingarfeløgum og multinationalum fyritøkum. Kundarnir eru stórur og tungir, sum t.d. Bass bryggjaríini, ið eiga Holiday Inn hotelketuna í USA, Abbey National Bank, sum er millum teir størstu í heiminum, Pentland Group, sum eigur einar 60 fyritøkur, ið gera sportsklæðir av merkjum sum Speedo og Ellesse, og Q8, statsoljufelagið í Kuwait.

Hesar fíggjarskipanir skulu halda stýr á pengunum, tá ið lánt verður ella tá íløgur verða gjørdar ella tá keypt verður á valutamarknaðum, og harav eisini viðvíkjandi risikostýring, sum Helgi greiðir frá.

Fyrtøkan hevur skrivstovur í Onglandi, sum nevnt, Norra, Týsklandi eisini og liggur høvuðsskrivstovan í Danmark. Umsetningurin í Onglandi liggur um 30 mió. kr. og hann veksur støðugt. Hetta ljóðar kanska ikki av stórum, men hetta er nógv, tá ið talan bert er um software her í Onglandi hjá hesi einu fyritøkuni. Hvussu stórur samlaði umsetningurin er, veit Helgi Joensen ikki rættiliga, men tað eru nakrar hundrað milliónir.

Og felagið veksur, tí tá Helgi byrjaði í 1986 starvaðust bert 45 fólk í SimCorp Ltd., men í dag eru tey 240. Tað eru partaeigarar, sum eiga felagið og ein av teimum er so Helgi Joensen, hin helvtin av samlaða partapeninginum eiga danskir pensiónskassar.

Helgi og Meibritt búgva nakað uttan fyri London og skrivstovan liggur eisini uttanfyri. Tá ið eg skrivi uttanfyri eigur hetta at skiljast so, at tey búgva uttan fyri City, ja eg havi ikki rættiliga sett meg so væl inn í alt hetta við City og ikki City, tí sum eg skilji eru ymiskar frágreiðingar um henda vakra bý og hvussu hann er skipaður, men sama ger tað okkum.

Spurdi eisini Helga, um hann og Meibritt ? hon eigur dóttrina Eyðritt sum er 18 ár ? høvdu samband við aðrar føroyingar í London, men tað er neyvan tað stóra. Hann sigur, at gjørt var nakað av lobbyarbeiði einaferð, tá herferðin móti grindadrápinum var í hæddini fyri nøkrum árum síðani, og tá hevði hann samband við m.a. Marjun Joensen King, sum eg havi avtalað at hitta fríggjadagin seinnapart. Tey máttu saman og kanska eisini við øðrum føroyingum royna at verja grindadrápið, tí her er jú eingin føroysk sendistova, men nú hevur verið friður. Hann sigur seg síggja føroyingar eina til tvær ferðir árliga her í London, so tað er ikki tað stóra.

Og hann skundar sær at leggja aftrat, at síðan hann fekk møguleika at lesa internet Sosialin hevur verið hugaligari, tí nú hevur hann fingið meiri samband við Føroyar og er meiri orienteraður av tí sama.

Klokkan er nú farin av 7.30, so eg fari fram at fáa mær morgunmat. Hetta er ein av teim stóru løtunum umborð at fáa morgunmat á fínu matstovuni har frammi. Morgunmaturin er við í prísinum og tú kanst eta teg mettan og væl settan, ja tú kanst eta teg um rygg sum sagt verður á góðum føroyskum. Tað vóru ikki øll sum vistu, at tú hevði henda frálíka og góða møguleika, men tey hava so fingið tað at vita nú, tá ið vit, sum vistu tað, hava greitt teimum frá, at so er. Tað eru ikki øll sum fáa alt við, men vit eru nøkur ið gera tað og Gud havi lov fyri tað, at vit eru so ólík og tó so lík. Ikki er gjørligt at skriva ein slíkan filosofiskan enda á kamarinum, tí har er so trongt, at tú fært ikki broytt meining á dúrkinum, sum eg hoyrdi onkran taka til.


10. apríl, langi fríggjadagur

? Men reyvin á tær, gamli, er sakin, sigur ein ung genta, sum hevur sitið uppi alla nátt og drukkið saman við fleiri øðrum. Tey hava hugnað sær í býnum og sita nú her á kafeteria og drekka teir síðstu náttarminuttirnar, áðrenn tey fara at leggja seg. Hon hoyrist alla tíðina, henda gentan norðaneftir onkustaðni og nú er hon farin at siga krønikur um Bathman, Mr. Bean og Superman og aðrar stórar hetjur. Á veg aftur higar rendi eg meg eisini í onnur ung, sum høvdu verið í býnum í nátt. Har valdaði meiri friður, tey lógu mestsum ellla kanska vóru tey farin til koys, áðrenn tey vóru komin inn á kamarið.

Nú vit eru farin at hoyra krønikur, so hoyrdi eg ein av fyrstu døgunum, eg kom umborð eina fitta um Bill Clinton. Spurningurin var, um eg visti hvussu splittan hjá hesum mæta manna kallaðist.

? Nei, sigi eg.

? U S Open, er rætta svarið.

Ha, ha, ha!

Hvat skula vit siga um túrin higartil? Tað er á slíkum túrum altíð okkurt at finnast at og okkurt kundi sjálvandi verið betri, men sum heild hugsi eg øll eru væl nøgd. Kanska hevur henda sjúkan umborð ørkymlað nakað við tað at eini 60 fólk hava ligið og liggja sjúk, men sum eg skilti á Fuglafjarðar mannskóri, so vóru teir og sungu í gjár, og í dag fari eg við teimum. Í dag einaferð seinnapartin verður so eitt slag av móttøkum umborð við tað at fleiri føroyingar sum eru búsitandi her í London koma umborð. Og nú sum eg siti her og skrivi, kemur ein sera fitt genta, sum hevur sitið og hugnað sær í nátt og prátar. Jú, hon vil vita, hvør eg eri sum havi leitað mær upp so árla á morgni. Sigi henni so mítt navn og hon hevur lisið okkurt og hoyrt navnið, men ongantíð sæð mannin.

Spurdi tíverri ikki um navnið, men eg hoyri, at hon er norðingur. Hon lesur arkitektur av einum ella øðrum slagi og kom her fyri nøkrum árum síðani. Hon er ljóshærd og tá hon hevur greitt mær frá eini søgu um mannin, spyrji eg hana, um hon hevur ein myrkan mann, jú tað hevur hon. Maður hennara er hýruvognsførari og eitt kvøldið koyrdi hann eina damu til hús. Hon hevði so sagt honum, at hon kom úr Føroyum. Handa er góð, hevði maðurin so svarað, men fekk so telefonnummar hjá hesi damu sum eisini las í London.

Soleiðis kom henda gentan ? vit kunnu bara siga henda ljóshærda gentan at fáa eina góða vinkonu. Hetta greiddi hon mær frá, tá ið eg spurdi hana, um hon kom nakað saman við føroyingum í London. Eina aðru ferð hon koyrdi í toki, sá hon eina kvinnu í føroyskari troyggju, helt hon, og tá hon spurdi hana, um hon var føroysk, svaraði hon nei, men hon kendi eina aðra, sum eisini gjørdist vinkona hesa gentu ella konu úr Norðoyggjum. Vit hava avtalað, tá ið stundir gevast, at tosa nærri saman, og tað átti at verið gjørligt, tí hon býr umborð nú. (Hetta var kortini av ongum av eini ella aðrari orsøk).

Eitt aftrat sum eg fái stundir at nevna nú, áðrenn farið verður fram at eta morgunmat. Tað er onkur umborð sum er komin niður higar at fáa sær hjálp fyri eyguni. Tú kanst fáa viðgerð fyri eyguni við laser og tað hjálpir, verður sagt. Ert tú nærsýntur, kanst tú upp á nøkur sekund fáa hjálp, so tú leggur brillurnar frá tær. Kostnaður: 3.000 krónur fyri hvørt eygað! Ætlanin var at fáa meiri at vita um hesa viðgerð ella tosa við onkran sum hevur fingið hana, men higartil er hetta bert ein søga, sum eg havi hoyrt. Vil vita meiri um hetta, tí sjálvur hevði eg einki havt ímóti at sloppi undan brillunum, tí tað er bara stríð av teimum. Tá ið eg skal lesa, má eg taka tær av, eisini tá eg fái mær eta og so eisini, tá ið farið verður at leggja seg. Og hvar í himmalsins garði legði tú brillurnar frá tær? Ja, hvør kennir ikki tað at ganga í tímar og leita eftir einum brillum, og hvussu nógvir tímar fara ikki til hesa leiting, tekur tú eitt heilt lív.

Klokkan 10 verður farið avstað í dag, og seinni má eg so taka mær stundir at skriva. Nú er henda ferðin farin at styttast, ja tað gjørdi hon sjálvandi beinanvegin vit byrjaðu hana, men í dag er fríggjadagur og í morgin leygardagur og tá verður farið avstað.

Annars spæla Manchester U og Liverpool. (Nú veit eg tíverri ikki hvussu hesin dystur endaði!)

Framhald