eitt tíðindafólk í hvørjum horni á klótuni. Tí mangan er frægari ikki at dekka eitt øki, enn at dekka tað so einsporað og trongskygt, sum í aktuella førinum við nýggja Vietnam, sum fer fram í løtuni. Hetta [...] skil havi fyri ítróttinum, so er hetta sum grækarismessa í Havn. Tí her í býnum hoyra vit ongi tjøldur, sum kunnu minna okkum á, at summarið er í nánd. Tá verða ítróttarfrásagnirnar, saman við tokulúrinum [...] Einki er sum at mala millum húsini í Havn. Minnist skúlatíðina. Stunandi heim í døgurðatímanum. Úr øllum húsum stendur ein roykur av mati, og so útvarpið for frá. Klassiskur tónleikur undarligt sum man
landingarplássið hjá útróðrarbátunum. Í staðin fyri, at fólk hvør í sínum lagi at ganga oman á kajina at frætta tíðindi um landingar og fiskaprís, kunnu tey nú hittast í Undirhúsinum. Vit hava hongt eina talvu [...] alment varð tikið í nýtslu. Hervør Durhuus, forkvinna í mentunarnevndini í kommununi, segði nøkur góð og væl vald orð. Umleið 40 myndir av skipum úr Vestmanna og av bygdini eru at síggja í hølunum. [...] enn nú. Seinastu tveir mánaðirnar hava fólk í Vestmanna stákast við at gera gomlu kaffistovuna á bryggjuni klára til undirhús, og annan páskadag varð tað tikið í nýtslu alment. Undirtøkan hevur verið sera
hjá Føroya Tele fekk nýggja útgerð í februar, og ætlanin er so líðandi at byggja hana út, so orkuførið allatíðina er frammanfyri nýtsluna. Páll Viberg Joensen sigur, at í løtuni hevur Føroya Tele orkuføri [...] virka, sigur Páll Viberg Joensen, leiðari á internetdeildini hjá Føroya Tele. Hann sigur, at tað er í lagi við internetútgerðini hjá Føroya Tele, men at tann nógva ferðslan til heimasíðuna hjá Starvsma [...] orkuførið, so at tað tá verður pláss fyri 5.000 mótaldssambondum um minuttin. 80.000 vitjandi Á middegi í gjár, tá vit tosaðu við Páll Viberg Joensen, høvdu nærum 80.000 vitjandi verið á heimasíðuni hjá St
er nóg væl dekkaður, at einstøk øki ikki verða dekkað, at mentanin í útjaðaranum ikki sleppur upp í part í sama mun sum mentunarlívið í miðøkinum, og at miðlarnir ikki hava nóg stóra orku at fylgja málum [...] eigur vera. Í eini sending í Útvarpi Føroya her fyri, segði Eyðun Andreasen, professari, at SvF hevur lagað seg ov nógv eftir útlendskum fyrimyndum, og at bert ein sending hevur verið í SvF í nýggjari tíð [...] mentapolitikk, ið landsstýrið í samgonguskjalinum hevur sett út í kortið skal orðast við støði í mentunarálitinum frá 1996, Avmarkaður marknaður. Í samrøðum og greinum geva vit eitt íkast til orðaskiftið
síðunum, eins og vøllurin skuldi girðast inni. Í hesi ætlan eru allir ítróttarbólkar havdir í huga. Kostnaðurin er mettur til góðar 26 milliónir krónur. Í 2. byggistigi er ætlanin at gera høli undir ás [...] Løgtingsmaðurin, umboðið fyri ÍSF og limurin í Tórsvølli, Heðin Mortensen, ið sum nevnt vil hava rennibreytina gjørda í hesum byggistignum, gav Poul Michelsen rætt í, at upprunaliga Tórsvallarætlanin sum fráleið [...] sum hann eisini situr í, um at seta meira pening í ætlanina. ? Spreingið nú, áðrenn tað verður ov seint, segði Heðin. Hetta gjørdist ovboðið hjá Leivi Hansen, býráðsformanni í Tórshavn. ? Heðin kann leggja
Páll í Bartalsstovu, sum sjálvur tekur sær av oddsum og tí, sum hartil hoyrir. Og sum nakað nýtt fer her, umframt allar teir vanligu dystirnar úti í heimi, eisini at bera til at vedda um dystir í føroysku [...] Tipstænastan setti sínar terminalar upp í Føroyum, og tað sostatt bar til hjá ítróttar- og serliga fótbóltsáhugaðum føroyingum at vedda um ítróttarúrslit bert við at fara oman í lokalu kioskina og krossa av. Men [...] panin virkar. Fyritøkan hevur skipað fyri fótbóltsvedding síðani í fjør, og ikki kann sigast annað, enn at tað hevur hilnast væl, tí í dag hevur greenbet.com viðskiftafólk um allan heimin. Sagt verður
Hetta var tað vit hoyrdu um í 80-unum, tá so nógv varð tosað um bygdamenning. Og hetta er eisini tað vit hoyra um í dag, nú vit eru um at fara frá bæði 80-unum og 90-unum og inn í eina nýggja øld - eitt nú [...] nógv í brennideplinum. Ein kundi tí náttúrliga spurt, um vit eisini í nýggju øldini fara at halda fram við hesum nærum endaleysa orðaskifti og stríði millum bygd og bý. SJÁLVANDI er einki løgið í hesum [...] tíðindaflutningurin í stóran mun at snúgva seg um tað, sum fyriferst har miðlarnir búleikast. At hetta nærum altíð hevur verið so nýtist ikki at merkja, at hetta skal vera galdandi í framtíðini eisini.
áður boðað frá, at hon er til reiðar at taka ímóti flóttarfólkum í Leguhúsinum í Nesvík. Nú hava Blái Krossur og Heimamissiónin gjørt av í felag, undir heitinum Balkanhjálpin, at savna pening og neyðhjá [...] er fingið við eitt kirkjulið í Tirana í Albaniu, og eru tey til reiðar at taka ímóti neyðhjálpini úr Føroyum, og saman við føroyingum fáa hana víðari til tey neyðstøddu í flóttarfólkalegunum. Støðan er [...] internetið, kunnu fylgja gongdini við innsavningini og lesa nýggjastu tíðindi frá krígnum á Balkan. Heimasíðuadressan er: http://www.blakross.fo Í løtuni er besta hjálpin pengar, so hjálparfólkini kunnu keypa
arbeiðið at seta hølini í stand á loftinum í bygninginum hjá Brøður Petersen á Hálsi í Havn. Tað er Lárus Robert Arason, ið er stigtakari til útvarpsstøðina, sum at byrja við verður at hoyra í Havn og parti av [...] konu. Tey búgva í Kollafirði. Hann eigur part av byggifyritøku í Íslandi og hevur annars arbeitt við at menna ætlanir frá pappírinum til veruleika. Fyrradagin fekk hann sendiloyvi og í gjár fylti hann [...] at senda góð tíðindi. Eisini um annað, enn fisk. Hann metir, at ov lítið verður gjørt burturúr tí positiva og sum dømi tekur hann, at fleiri føroyingar uttanlanda klára seg væl. T.d. er í Íslandi ein
settur á stovn í USA og, verður sagt, legði uppí føroysku hvalaveiðuna í 1985 og 86. Eisini verður nevnt, at Environmental Investigation Agency (EIA) hevur mótmælt og dokumenterað veiðuna. Síðst í tíðindastubbanum [...] ganga út. Hesi tíðindi eru at síggja á internetinum, (http://www.sea-world.com/fis/menu.asp?p=350&l=e). Víðari verður spátt, at hetta fær álvarsligar avleiðingar fyri Føroyar, sum fíggjarliga í stóran mun [...] tvøsti og spiki hjá oyggjabúgvunum. Sea Shepard minnast føroyingar frá mótmælistiltøkum miðskeiðis í áttatiárunum, tá felagskapurin, og leiðarin Paul Watson, sigldu kring oyggjarnar, til hann undir sera