HVØR kennir ikki afturvendandi tjakið um høvuðsstaðin mótvegis restini av landinum. Hetta var tað vit hoyrdu um í 80-unum, tá so nógv varð tosað um bygdamenning. Og hetta er eisini tað vit hoyra um í dag, nú vit eru um at fara frá bæði 80-unum og 90-unum og inn í eina nýggja øld - eitt nú kommunusamanlegging og útjaðarin eru nógv í brennideplinum. Ein kundi tí náttúrliga spurt, um vit eisini í nýggju øldini fara at halda fram við hesum nærum endaleysa orðaskifti og stríði millum bygd og bý.
SJÁLVANDI er einki løgið í hesum orðaskiftinum, tí Føroyar eru soleiðis bygdar, at tað altíð vil vera ein togan millum tey ymsu plássini. Spurningurin er tó um at hava ein felags setning at ganga eftir, nevniliga hann, at vit vilja varðveita og menna økini útjaðarøkini og bygdirnar eins væl og miðsteðarøkið - ella um vit rætt og slætt bara skulu yppa øksl og góðtaka, at útviklingurin kann og skal ikki stýrast, men at vit skulu lata útviklingin sjálvan stýra okkum.
TÁ so stórur partur av fólkinum og virkseminum annars finst í meginøkinum og her serstakliga høvuðsstaðnum, so vil hetta sjálvandi merkja útviklingin. Her liggja flest allir tænastustovnarnir, og her liggja eisini nærum allir fjølmiðlarnir. Orkan hjá miðlunum er avmarkað, og tí kemur tíðindaflutningurin í stóran mun at snúgva seg um tað, sum fyriferst har miðlarnir búleikast. At hetta nærum altíð hevur verið so nýtist ikki at merkja, at hetta skal vera galdandi í framtíðini eisini.
TÍÐINDABLAÐIÐ Sosialurin, sum hevur roynt at menna seg sum blað, kennir tað eisini sum sína ábyrgd og hevur sett sær tað sum sín setning, nú sagt verður farvæl við eina øld og farið verður inn í eina nýggja, at gera bygdirnar og útjaðaran meira sjónlig á Føroyakortinum - einsvæl og tað er ynski okkara sum miðil sjálvur at gerast meira sjónligur í øllum tí føroyska samfelagnum og ikki bert í meginøkinum.
HETTA er nakað, sum vit hava gjørt fleiri royndir fyri at røkka, men ongantíð er tað eydnast okkum nóg væl. Nú skal tað so vera. Tað er í hesum sambandi, at blaðfólk og fotografar frá blaðnum nú javnan verða at síggja úti kring landið í einum gráum Toyota bili við serstaka frámerkinum ?Úr Bygd og Bý?. Lagt verður fyri í dag við Vestmanna. Ætlanin er so at røkka kring landið alt eftir eini tíð og við hesum eisini byggja upp eitt mynda- og keldusavn, sum í framtíðini skal gera tað so nógv lættari at bera tíðindi ol. frá teimum ymsu plássunum. Vónandi verður tikið væl ímóti fólki okkara. Øll eru eisini vælkomin at ringja til blaðið og gera vart við okkurt, sum tit halda blaðið eigur at taka upp. Ringið til 311820 og biðið um ?Úr Bygd og Bý?.