Starvsmannafelagið orsøkin til www.dyt-dyt-dyt.fo

Metstóra talið av vitjandi á heimasíðuni hjá Starvsmannafelagnum er orsøkin til, at fólk hava trupulleikar at fáa samband við internetið

? Trupulleikin við at fáa samband við internetið stakk seg upp av nýggjum, eftir at tíðindatænastan á heimasíðuni hjá Starvsmannafelagnum fór at virka, sigur Páll Viberg Joensen, leiðari á internetdeildini hjá Føroya Tele. Hann sigur, at tað er í lagi við internetútgerðini hjá Føroya Tele, men at tann nógva ferðslan til heimasíðuna hjá Starvsmannafelagnum kann geva fólki trupulleikar at sleppa inn á netið.


Byggja út allatíðina

Internetdeildin hjá Føroya Tele fekk nýggja útgerð í februar, og ætlanin er so líðandi at byggja hana út, so orkuførið allatíðina er frammanfyri nýtsluna. Páll Viberg Joensen sigur, at í løtuni hevur Føroya Tele orkuføri til 3.600 mótaldssambond um minuttin, meðan nýtslan er 3.227 mótaldssambond um minuttin. Hetta, sigur hann vísir, at einki er galið við útgerðini hjá Føroya Tele.

Móti sumri fer internetdeildin hjá Føroya Tele aftur at økja um orkuførið, so at tað tá verður pláss fyri 5.000 mótaldssambondum um minuttin.


80.000 vitjandi

Á middegi í gjár, tá vit tosaðu við Páll Viberg Joensen, høvdu nærum 80.000 vitjandi verið á heimasíðuni hjá Starvsmannafelagnum. Hetta er sera nógv, tá hug sað verður um, at heimasíðan ikki er eldri enn tríggjar vikur. Og tað er júst hetta, leiðarin á internetdeildini hjá Føroya Tele sigur vera orsøk tilm at fólk ikki sleppa inn á netið. Fólk eru allatíðina áhugaði fyri at frætta tíðindi frá ver kfallinum, og tí leita tey sær inn á heimasíðuna hjá Starvsmannafelagnum og verða hangandi har meðan fleiri leggjast til, so ferðslan á netinum gerst so mikið stór, at trupult gerst at fáa samband gjøgnum mótaldini hjá Føroya Tele.

Páll Viberg Joensen sigur, at hann er vísur í, at trupulleikin við at fáa samband við internetið hvørvur, so skjótt verkfallið er av og heimasíðan hjá Starvsmannafelagnum ikki longur virkar sum tíðindatænasta.