Einki er sum at mala millum húsini í Havn.
Minnist skúlatíðina. Stunandi heim í døgurðatímanum. Úr øllum húsum stendur ein roykur av mati, og so útvarpið for frá. Klassiskur tónleikur undarligt sum man altíð verður svangur av tílíkum. ²Vit hava nú tíðindi og síðani koma kunngerðir..² Ná, nú byrjar tað. ²Kunnu tit ikki halda munn meðan tíðindini eru?² rópar onkur pápi (sum allarhelst starvast innan tað almenna, tí tað gera øll havnafólk). Familjan tigur. Útvarpið gorrar víðari. ²Og so út í heim², sigur útvarpsmaðurin. Nú køvir málageipanin frá familjuni útvarpsmannin. Hví skulu tey hoyra um hungur og bumbur? ²Og vit eru so komin til andlátini².. ²ssh² siga øll og venda oyranum móti útvarpstólinum. Trý eru deyð í dag. Andlitsbráðini frysta, knyklar í brýr, samkensla. Konan spekulerar. Hvørji mundu tey vera? Spyr mannin. Tey kjakast. Áh, jú nú veit hon. Ojesus sum tað var forferdiligt..!
Tey køva aftur útvarpsmannin. Veðrinum lurta vit ikki eftir í Havn. Hví skuldu vit tað? Áh, nú mundi eg gloymt tað blokaduvaktir lurta sjálvsagt.
Mangan frægari ikki at dekka eitt øki
Nú er einki. Tøgn allan dagin. Einans tvær tíðindasendingar, har evnini eru verkbannið/-fallið og so støðan í Jugoslavia (sambært vesturlendsku tíðindastovunum).
Alternativið er so tær útlendsku fjøldarvilleiðandi rásirnar, bæði útvarps og sjónvarps. Enn eru okkara loftmiðlar tíbetur ikki bundnir at teim ovurhonds stóru kommersiellu handilsfyritøkunum og lýsingakrónum teirra. Henda fokusering á móttakarakanningar, - bólkar, -tøl og marknaðarpartar, sum í størri og størri mun, ikki einans ásetur skránna, men eisini hvørjar meinigar eru borðbærar og góðtakiligar. Ilt kann tá vera at seta spurnartekin við átrokandi og ivasom mál, sum áttu at komið fram fyri almenningin.
Hesa støðu skulu vit als ikki øvunda teim stóru miðlunum, ei heldur skulu vit kenna okkum undirbrotlig, at vit ikki megna at hava eitt tíðindafólk í hvørjum horni á klótuni. Tí mangan er frægari ikki at dekka eitt øki, enn at dekka tað so einsporað og trongskygt, sum í aktuella førinum við nýggja Vietnam, sum fer fram í løtuni. Hetta er eitt klassiskt dømi um, at vit ikki mugu hoyra um, eyðvitað fáa mistanka um, at tveir partar skulu til fyri at skapa eina støðu sum í Serbia. Harvið ikki sagt, at vit ikki mugu hava samhuga fyri øðrum av pørtunum. Men tað skal so ikki vera testosteronbumban USA einsamalt, sum skal diktera hvønn eg skal taka undir við.
Einki føroyskt undirhald
SvF síggi eg ikki fyri tíðina, av teirri einføldu orsøk, at eingin skrá er at tilrættisleggja eftir. Havi vant meg við at fylgja við í skránni, soleiðis at eg ikki verið hangandi við skíggjan alt kvøldið. Hetta kann tilráðast øllum potentiellum sapparum, sum ótilvitað halda, at tey missa nakað við at sløkkja. Spyr teg sjálva, hvat tú sást í sjónvarpinum í gjár, og tú verður varug við, at tú hevur gloymt tað allarmesta. And life goes on.
Sjónvarpið ger annars nógvar góðar kjaksendingar, har tíð er hjá fólki at sleppa til orðanna. Hetta er meir enn aðrar sjónvarpsrásir kunnu bjóða okkum hyggjarum. Men eg sakni føroyskt undirhald í sjónvarpinum. Hervið meini eg ikki tyrolaraborðhald við felagssangi o.t., men fjølbroytt undirhald. Kanska ein long sending í prime-time, ikki endiliga hvørja viku, men eina dygdarsending við djørvum og fryntligum vertum. Tað átti at verið nokk av tilfari at taka av í Føroyum, tí vit hyggjarar eru nokkso takksamir. Man kundi til dømis havt onkra kapping, lagnusøgur, brúkaratilfar, prát við fólk, kjak um aktuell evni, tættir og tónleik.
Ítróttarfrásagnir
Eg gleði meg hvørt ár, tá fótbólskappingin og kappróðurin verða útvarpað. Sjálvt um eg als onki skil havi fyri ítróttinum, so er hetta sum grækarismessa í Havn. Tí her í býnum hoyra vit ongi tjøldur, sum kunnu minna okkum á, at summarið er í nánd. Tá verða ítróttarfrásagnirnar, saman við tokulúrinum frá skipunum á vánni sum tjaldursklipp og lambajarman, sum siga frá um summarstevnur, útisetavitjanir, betri veður og ljósari tíðir.
Ja, gott er at ganga og mala millum húsini í Havn, tá rópini frá áskoðarunum og útvarpsmanninum gartera um geilar og tún. Góðar páskir.