Tað eru nógv ár síðani, at vestmenningar fyrstu ferð fóru at tosa um at fáa eitt undirhús. Ongantíð er kortini álvari gjørdur burtur úr ætlanini. Fyrr enn nú. Seinastu tveir mánaðirnar hava fólk í Vestmanna stákast við at gera gomlu kaffistovuna á bryggjuni klára til undirhús, og annan páskadag varð tað tikið í nýtslu alment.
Undirtøkan hevur verið sera góð. Feløg, stovnar og einstaklingar í kommununi hava hjálpt til, veitt stuðul, latið pengar og annað. Vestmanna kommuna hevur átakið sær at hava leigusáttmálan við Vestmanna Arbeiðarafelag, ið eigur húsið, um hendi.
- Vit valdu gomlu kaffistovuna til undirhús, tí hon liggur beint við landingarplássið hjá útróðrarbátunum. Í staðin fyri, at fólk hvør í sínum lagi at ganga oman á kajina at frætta tíðindi um landingar og fiskaprís, kunnu tey nú hittast í Undirhúsinum. Vit hava hongt eina talvu á veggin, har fólk kunnu skriva, hvussu nógv hvør bátur hevur fiskað. Kortspøl og bløðini liggja eisini frammi í hølinum, sigur Birgir Waag Høgnesen, stigtakari.
Seinni verður ein skrái gjørdur uttan fyri til koyristól og hurðin verður breiðkað, soleiðis at koyristólar sleppa inn. Eisini verður fríðkað uttanfyri og benkir keyptir, so fólk kunnu sita uttan fyri, tá ið veðrið er til vildar.
Limaskapur krevst ikki fyri at nýta hølið. Te og kaffi fæst fyri tvær krónur. Øll oman fyri 60 ár kunnu keypa ein lykil.
- Skuldi tiltakið dottið niður fyri, hava stigtakararnir samtykt, at ognirnar skulu seljast og peningurin latast til Eldrasambýlið á Miðalsbrekku. Sjálvsagt vóna vit, at Undirhúsið er komið fyri at vera, sigur Birgir Waag Høgnesen.
Um 200 fólk vóru inni á gólvinum annan páskadag, tá ið Undirhúsið alment varð tikið í nýtslu. Hervør Durhuus, forkvinna í mentunarnevndini í kommununi, segði nøkur góð og væl vald orð. Umleið 40 myndir av skipum úr Vestmanna og av bygdini eru at síggja í hølunum.