Atlantic Radio í luftina 6. mai: Atlantic Radio fyri fólkið í Føroyum

Soleiðis ljóðar eitt av slagorðunum hjá nýggju útvarpsstøðini í Føroyum, Atlantic Radio, ið hevur fingið sendiloyvi og byrjar 6, mai.

Dentur verður lagdur á at senda tónleik, góð tíðindi og at hava gott samband og prát við lurtarar og kend og ókend fólk. Ein skemtilig og livandi støð við nógvum tónleiki, ið sendir alt døgnið

Tann 6. mai byrjar Atlantic Radio at senda. Fyrradagin varð sendiloyvi givið og ferð verður nú sett á arbeiðið at seta hølini í stand á loftinum í bygninginum hjá Brøður Petersen á Hálsi í Havn.

Tað er Lárus Robert Arason, ið er stigtakari til útvarpsstøðina, sum at byrja við verður at hoyra í Havn og parti av Skálafjørðinum. Hann hevur sjálvur fíggjað støðina, saman við øðrum.

Lárus Robert Arason er íslendingur og hevur føroyska konu. Tey búgva í Kollafirði. Hann eigur part av byggifyritøku í Íslandi og hevur annars arbeitt við at menna ætlanir frá pappírinum til veruleika. Fyrradagin fekk hann sendiloyvi og í gjár fylti hann 30 ár.

Á loftinum í bygninginum hjá Brøður Petersen á Hálsi heldur hann til og har er virksemi. Har verður smíðað og fyrireikað. Pláss er fyri fleiri útvarpsstovum og so ein størri, haðani sent verður. Har stendur eisini útgerðin. Men nú loyvið er fingið, verður verulig ferð sett á, tí enn er nakað eftir, til hølini eru klár. Veggir eru komnir upp og greitt er, hvar alt skal vera. Útgerðin er komin, men er ikki sett upp enn, so nóg mikið er at taka sær av komandi vikuna.


Hugskotið

Hugskotið at fara undir at senda útvarp fekk hann, tá hann fekst við at smíða hølini, har Pizza 67 og Kinesiska matstovan í Havnar Klubba halda til. Hann legði tá til merkis tørvin á eini støð, ið sendir lættari tilfar og sum sendir longur út á kvøldið, enn Útvarp Føroya vanliga ger.

Hann ætlar, at støðin skal leggja á annan bógv, enn Útvarpið ger.

Lárus ætlar at senda tónleik, prát við kend og ókend fólk, prát við lurtarar, ið eisini kunnu koma ið plátuynskjum.

Lárus ætlar at leggja dent á at senda góð tíðindi. Eisini um annað, enn fisk. Hann metir, at ov lítið verður gjørt burturúr tí positiva og sum dømi tekur hann, at fleiri føroyingar uttanlanda klára seg væl. T.d. er í Íslandi ein føroyingur, ið hevur ment eina fyritøku til at vera millum tær fremstu, men hetta hoyra føroyingar einki um.

Lárus leggur dent á, at støðin verður fyri fólkið. Tlfarið og vertir skulu vera á sama støði, sum lurtarin. Pláss skal vera fyri skemti. Støðin er óheft og ikki ávirkað av nøkrum politiskum flokki ella trúarbólki.

Nøkur fólk verða fast knýtt at støðini, meðan ætlanin er at hava fleiri, ið arbeiða free-lance. Enn er ikki greit, hvør skal arbeiða á støðini, men tað tykist greitt, at Johan í Kollafirði verður ein teirra. Sjálvur ætlar Lárus sær ikki at sita við mikrofonina.

Lýst verður eftir fólki seinni í vikuni. Eingin ávis treyt er fyri at søkja, ein skal bert hava góða rødd og duga væl føroyskt.


Telda og tíðindi

Umframt, at fólk koma at mynda skránna, so verður partur av skránni tónleikur. Støðin kann tá eisini vera mannleys, tí tøknin í dag er sera frammaliga. Lárus hevur útvegað teldu, ið kan senda tónleik í 180 tímar. Byggir hann telduna nakað út, so sendir hon lættliga einar 400 - 500 tímar.

Men hóast nógvur tónleikur verður at hoyra, so er eisini ætlanin at gera Atlantic Radio sjónligt í gerandisdegnum. At fara út við bili og síðani senda úr bilinum, t.d. prát við fólk. Klokkan 13 hvønn gerandisdag verða ítróttartíðindi at hoyra.

Ein stutt tíðinda sending verður hvønn tíma, eini 5-10 minuttir, tí Lárus metir, at eini 90% av føroyingum eru sera áhugaðir í tíðindum. Vanlig skrá er frá klokkan 07:00 á morgni til á middnátt. Eftir hetta verður tónleikur alla náttina.

Byrjað verður klokkan O7:00 á morgni við tilfari til vaksin, t.d. samrøður og hóskandi tónar. Frá klokkan 10 - 12 verður okkurt stuttligt á skránni, ið skal verða á sama støðið, sum fólkið, lurtarin, verður dentur lagdur á.

Frá klokkan 16-18 verður sendingin, ið kemur at eita "Føroya í dag", ella okkurt sovorði, ein sending um tað, ið júst hendir. Seinni er ungdómsending og tíðin frá 22 til 24 kallast "Áðrenn songartíð", og er hetta sending við hóskandi tónum.

Vikuskiftini verða eisini í lættara endanum. Fríggjadag og leygardag verður lætt tilfar sent og kvøldini eru sett av til "pary". Sunnudagurin verður merktur av práti og samrøðum við kend og ókend fólk og sjálvsagt tónleiki.

Fleiri fastar sendingar eru. T.d. verður ein Top 40 listi yvir best dámdu fløgurnar sendur tvær ferðir um vikuna. Eisini er sending við nýggjum og eldri country tónleiki.


Fleiri og 30-50% bíligari lýsingar

Lárus Robert Arason sigur, at støðin verður rikin við lýsingarinntøkum. Lógin sigur, at lýsast má bert millum sendingar og hetta væntar hann eisini fer at bera til.

Í faldara, ið Atlantic Radio Sp/f hevur gjørt, fyri at lýsa sítt virksemi, verður sagt, at Atlanitc Radio hevur umleið 46 lýsingartíðir um døgnið, sum er um 93% meira, enn ÚF, ið hevur 3 lýsingartíðir um døgnið. Eisini verður bíligari at lýsa hjá Atlantic Radio. Talan verður um lýsingar, ið skulu lesast up og sonevndar ljóðlýsingar. Umframt sigur Atlantic Radio seg rokna við at hava lýsingarnar eini 30-50% bíligari, enn ÚF.

Lárus, ið sjálvur hevur fingið fígging til støðina, saman við øðrum, væntar at havi fingið íløguna inn aftur um 10 ár. Hetta sigur hann, hóast hann metir kappingina við ÚF ikki at verða javna kapping, tí lokalstøðin bert skal liva av lýsingum, meðan Útvarpið hevur aðrar inntøkumøguleikar. Men hann er bjartskygdur og sigur, at tað ikki er so øgilig útgerð, ið skal til. Eisini metir hann, at Atlantic Radio og Útvarp Føroya hava hvør sín marknað og nøkta hvør sín tørv.


Virksemi og yvirtrúgv

Í hølum á Hálsi verður arbeitt dúgliga í hesum døgum. Tann 6. mai verðu byrjað at senda, hóast ætlanin var at byrja tann 7. mai.

Men 7. er fríggjadagur og vanligt er ikki at byrja nakað nýtt fríggjadag. Tí verður byrjað 6. mai og so verður verulig ferð sett á 7. mai.

At byrja við verður Atlantic Radio bert at hoyra í Havn og á Skálafjørðinum. Tó er ætlanin, at alt landið skal hoyra støðina um 6 til 12 mánaðar.

Væntandi sendir støðin á FM 101,5 MHz og longu í næstu viku kann ein seta seg at leita, tí tá verður farið undir at royndarkoyra útgerðina.