Fyritøkan Aldi slær fast, at hon fordømir framhaldandi donsku verjuna av árligu veiðuni eftir grindahvali og springara. Aldi ætlar at steðga handilssambondum sínum við føroyingar, tá sáttmálarnir viðvíkjandi frystum laksafløkum ganga út.
Hesi tíðindi eru at síggja á internetinum, (http://www.sea-world.com/fis/menu.asp?p=350&l=e).
Víðari verður spátt, at hetta fær álvarsligar avleiðingar fyri Føroyar, sum fíggjarliga í stóran mun eru tengdar at fiski og fiskaframleiðslu. Sagt verður, at hetta snýr seg um 1/4 av bruttotjóðarinntøku okkara og nærum 100% av útflutninginum.
She Shepherd eigur tíðindini
Okkurt bendir á, at tíðindini koma frá talsfólki hjá Sea Shepherd falagskapinum sjálvum. Tíðindastubbin á netinum endar við, at felagskapurin Sea Shepherd sigur seg vóna, at avgerðin hjá Aldi eggjar til ein steðg av árligu grindadrápunum.
Síðani er ein gjøgnumgongd av søguni hjá felagskapinum. Hann varð settur á stovn í USA og, verður sagt, legði uppí føroysku hvalaveiðuna í 1985 og 86. Eisini verður nevnt, at Environmental Investigation Agency (EIA) hevur mótmælt og dokumenterað veiðuna.
Síðst í tíðindastubbanum kemur eitt ískoyti, ið greiðir frá, at føroyskt grindadráp, eftir hvat skilst, er siðbundin, almenn veiða, ið ikki er tengd at peningi, men sum hevur sum mál at nøkta tørvin hjá oyggjabúgvunum fyri tvøsti og spiki.