Eini 35 fólk vóru møtt á fundinum um Tórsvøll, ið umboð fyri frælsa ítróttin, lærarar og tey brekaðu, høvdu boðað til. Ólavur Hátún, ið hevur havt málið um Tórsvøll frammi í fjølmiðlunum, legði fyri á fundinum. Hann gav m.ø. kreppuárunum skuldina fyri mosagróna jarðarbenið Uppi á Hálsi, og legði afturat, at tey vóru mong, ið vóru sannførd um, at drúgv tíð neyvan fór at ganga áðrenn økið fór at gerast leikvøllur á altjóða støði, ið so nógvir føroyingar, sambært Ólavi, hava droymt um.
Dyggur smeitur
hjá ítróttinum
Men gleðin hjá Ólavi og hinum, ið stuðla heildarætlanini var stokkut:
? Tað mundi koma dátt við hjá mongum, tá ið fjølmiðlarnir bóru tey tíðindi, at hálsað var um í málinum. Nú skuldi grasvøllur til fótbóltskappingar gerast, og onki annað mong ár framyvir, segði Ólavur Hátún, ið bað fundarfólkið halda sær til góða, at hann, ein pensioneraður musikkskúlaleiðari, hevði víst ætlanini so stóran ans. Ólavur helt tað vera umráðandi, at menningarmøguleikarnir hjá frælsa ítróttinum vera troyttir í sama mun sum hjá fótbóltinum.
? Undir øllum umstøðum verður tað ein vanlukka fyri okkara ítróttarlív, um hin frælsi parturin ikki sleppur uppí part her í Gundadali. Henda vanlukka er við at henda. Tað fjørbroytta yðjandi ungdóms- og frítíðarlív, sum fullfíggjaði ítróttarvøllurin hevði verið karmur um, verður tá av ongum, segði Ólavur Hátún.
Er hetta Tórsvøllur??
Albert Isfeldt, ið er ein av arkitektunum, ið hevur fingist við upprunaætlanina, ið hevur rennibreyt, undraðist um, at ætlanin ikki verður fylgd, nú byggingin er byrjað. Hann ivaðist stórliga í, um stuðulsjáttanirnar úr landskassanum og kommunukassanum hjá Tórshavnar Býráð, ið eigur Grunnin Tórsvøll og harvið sjálvan vøllin, kundu takast fyri fult.
? Peningurin er jú játtaður til Tórsvøll ? ikki hesa byggingina, segði ein vónsvikin Albert Isfeldt við Sosialin.
Hann greiddi annars á fundinum í Kommunuskúlanum frá, at ætlanin var at at fremja upprunabyggingina í trimum stigum:
1. Stig skuldi vera grasvøllur og rennibreyt. Áskoðarapláss, við hálvum taki øðrumegin, skuldu gerast fram við síðunum, eins og vøllurin skuldi girðast inni. Í hesi ætlan eru allir ítróttarbólkar havdir í huga. Kostnaðurin er mettur til góðar 26 milliónir krónur. Í 2. byggistigi er ætlanin at gera høli undir áskoðaraplássunum á vestara vongi, ið skulu hýsa ymsum felagslívi.
Hitt 3. byggistigið umfatar stóran bygning við norðurendan, sum ætlanin var at leiga áhugaðum.
Pláss fyri
rennibreyt seinni
Í nevndini á Grunninum Tórsvølli, ið er ein løgfrøðilig eind, ið savnar saman og umsitur peningin til byggingina, sita Poul Michelsen, Torleif Sigurðsson, Heðin Mortensen og Guttormur Sørensen. Sum skilst ganga hesi umboð í tveimum bólkum: Heðin og Guttormur ræðast fyri, at verður rennibreytin ikki gjørd beinanvegin, verður hon av ongum, meðan Poul og Torleif eru fyri, at fótbóltsvøllurin skal gerast við áskoðaraplássum tætt í linjuna beinanvegin; og tá ráðini verða til tess, skulu hesi áskoðarapláss flytast út, so pláss verður fyri rennibreytini.
Á fundinum mánakvøldið segði Poul Michelsen, at nevndin í Grunninum Tórsvølli ikki kendi seg bundna av upprunaligu ætlanini.
? Tað hevði kostað 30 milliónir kr., og tað er heilt ógjørligt at fáa hesa upphædd til vega. Tað hevði verið spell, vóru teir sponsorpengar, ið longu fíggja sjálvt ítróttarvirksemið, knappliga burtur, tí sponsorarnir heldur vilja nýta stuðulin til hesa stóru ætlan, segði formaðurin í Grunninum Tórsvølli.
? Vit hava tó fingið tveir stórar sponsorar til ætlan okkara, og tað er alneyðugt, tí okkara útrokningar siga, at Grunnurin ikki er mentur at bera størri skuld enn 2 milliónir krónur, segði hann. Hvussu nógv tað kostar at flyta áskoðaraplássini visti Poul ikki at siga.
? Kanska einar 500.000 krónur, gitti hann.
Dýrt at beina
benið burtur
Annars ivaðist Poul í, um 1. byggistigið, Albert Isfeldt tosaði um, var ein heildarætlan, tí onki vallarteppi var á rennibreytini:
? Eykaíløgan í hesum sambandi er minst 8 milliónir, segði Poul Michelsen, og staðfesti at bíðað verður við rennibreytini, til fótbóltsleikurin hevur fingið nóg mikið av peningi til vega. Sambært Poul Michelsen, verður tað ikki byggilistin, men krøvini hjá FIFA og UEFA, sum fara at eykenna vøllin.
Sum fundurin leið, gjørdist greitt, at ítøkiliga ósemjan í roynd og veru var spreingifim. Orðaskiftið fór at snúgva seg um benið, ella hamrin við eystara vong. Verður ein partur av hesum sprongdur burtur beinanvegin, ber til at leggja lunnar undir rennibreytini samstundis sum vallagerðin fer fram. Neyðugt verður sostatt ikki at flyta áskoðaraplássini seinni. Poul Michelsen sigur, at hetta spreingiarbeiðið kostar í minsta lagi 3 milliónir. Undir øllum umstøðum skal benið beinast burtur, eisini um áskoðaraplássini verða flutt seinni.
Jógvan Páll firtin
Heini Olsen, verkfrøðingur, segði at tað fór at vera seinur dagur, áðrenn rennibreyt kom har um leiðir, tí tað er óvanligt at spreingja tætt uppat dýrum útbúnaði.
? Eg ivist í, um tað verður so dýrt sum Poul sigur, helt Heini fyri. Hóast hellan er úr royðugróti, hevði Heini roknað út, at sølan av grótinum sum einki fór at bera kostnaðin av spreingiarbeiðnum. Skuldu 4 metrar sprongjast burturav beninum, kostaði spreinginin sambært útrokningunum hjá Heina, 208.000 kr. Var grótgóðskan sum hon er í Hundsáarbotni, fingust 264.000 kr. fyri teir 3.200 kubikmetrarnar. Poul Michelsen helt hetta roknistykkið vera burturvið, tí royðugrótið, talan er um, var ónýtiligt, sjálvt til breiðkanina av Marknagilsvegnum.
Jógvan Páll Lassen, advokatur, ið sat undir liðini á Poul Michelsen, gjørdi somuleiðis vart við, at ongin dýrur útbúnaður var nærhendis tí vonginum, sum spreingjast skuldi við. Jógvan Páll gjørdist heldur firtin, tá ein fundarluttakari inniliga heitti á tey ið vara av, um at gera rennibreytina. Kendi advokaturin reistist, spurdi hvassliga, hvaðani pengarnir skuldu koma og rætti opnu lógvarnar upp móti loftinum; um spyrjarin helt, at peningurin skuldi koma dettandi av himni av sær sjálvum?
Spreingið nú..!
Løgtingsmaðurin, umboðið fyri ÍSF og limurin í Tórsvølli, Heðin Mortensen, ið sum nevnt vil hava rennibreytina gjørda í hesum byggistignum, gav Poul Michelsen rætt í, at upprunaliga Tórsvallarætlanin sum fráleið fór at gerast veruleiki. Hann heitti tó inniliga á Tórshavnar Býráð, sum hann eisini situr í, um at seta meira pening í ætlanina.
? Spreingið nú, áðrenn tað verður ov seint, segði Heðin.
Hetta gjørdist ovboðið hjá Leivi Hansen, býráðsformanni í Tórshavn.
? Heðin kann leggja uppskot fyri býráðsmeirilutan hjá sær í kvøld klokkan 7, so spreingjast kann kl. 8 í morginárini, skeyt býráðsformaðurin speiliga upp.
Kávalótir og royktám
Umboðini fyri frælsa ítróttin vóru sum kunnugt vónsvikin av viðferðini, upprunaliga ætlanin hevði fingið.
? Tórsvøllur skuldi vera avgerandi stigið í menningini av frælsa ítróttinum og skúlaítróttinum, segði Hjalti Gunnarstein.
? Vøllurin á Svangaskarði er ikki altjóða góðkendur; av somu orsøk hava vit ongi met í Føroyum?! Íslendingar hava fingið 4 fjórðapláss HM í frælsum ítrótti, so tað ber til, segði Hjalti og legði vónsvikin afturat, at alt hetta tosið hjá Poul Michelsen um, at breytin kemur seinni, bert er kávalótir og royktám, ið hevur til endamáls at dylja, at ongin rennibreyt kemur.
Fyribilsloysnir vandamiklar
Heri Ziska úr Bragdinum tók undir við Hjalta, og segði seg vera eins vónsviknan.
? Kemur eingin breyt, doyr frælsi ítrótturin, segði umboðsmaðurin hjá Bragdinum.
? Fótbólturin kann ikki samanberast við frælsan ítrótt. Gev okkum somu møguleikar við breytum í hvørjari bygd, so skulu tit síggja úrslit?!, sigur vónbrotni Heri Ziska við Sosialin.
Jógvan (Egga) Jensen, í Ítróttarsambandinum fyri tey Brekaðu, mælti eisini til at spreingja beinanvegin, tí tey blindu ikki hava aðrar møguleikar at íðka renningina, enn á einum góðum vølli, har tey kunnu renna eftir ljóði. Eisini bað hann um, at tey ið sita í rullustóli vórðu havd í huga.
Vandin við fyribilsloysnum, ið vanliga gerast heldur drúgvar, var eisini havdur á lofti. Ítróttarlærarin Torfinn Højgaard nevndi alisfrøðisstovuna í Kommunuskúlanum.
? Hon kom sum ein fyribilsloysn í 1956, og hon er her enn í sama líki?
Inniligu áheitanirnar, um at ganga ynskjunum um eina rennibreyt á Tórsvølli beinanvegin, rinu ikki við Poul Michelsen. Hann segði, at hann hevði hildið seg til ráðgevararnar í ætlanini.
? Tað er ov seint at broyta ætlanina nú, segði hann at enda.