skemtiligur uppá ein serligan máta, sum bara hann kundi, og høvdu vit mangar stuttligar løtur saman. Men tað vóru eisini álvarsløtur. Eg komi í tankar um eina ferð við Sjøvik, har vit settu við ein lorinsvind [...] lorinsvind. Sámal og eg vóru á dekkinum, tá vit fingu ein ógvuliga stóran sjógv, og hon legði seg á liðina. Vit lupu báðir framm undir bakkan, og fingu fatur í eina stúttu, har vit neyðhildu okkum í. Til hon langt [...] langt um leingi, reistist aftur. Eg fari at minnast Sámal sum ein góðan vin. Og eg veit, at hann eisini var ein góður maður, pápi og abbi. Harrin styrki tykkum, Anna Katrina og børn, tað verður sagt, at
vera fastur árligur gestur í Svínoy. Ein ferð til Svínoyar hevði als ikki verið tað sama, um ein ikki hevði verið inni á gólvinum hjá Solveig og Poul Meyer, har ein altíð hevur kent seg sum heima. Tað hendi [...] Solveig. Poul Meyer hevur verið ein serlig kempa. Hann var tiltikin svimjari, og hevur fleiri ferðir við sínum dirvi, skili og styrki bjargað mannalívum. Longu sum 17 ára gamal fekk hann Carnegie heiðursmerkið [...] fiskimanni fyri eitt bjargingarbragd. Hetta var Ásbjørg, dóttir Hjalmar Hátún, sum var farin á sjógv, og Poul fekk bjargað henni. Teirra millum birtist eitt lívslangt vinarlag, og hon vitjaði Poul so seint
Eisini í tí sambandinum eins og við lýsingini av øðrum pørtum í hesi bók, var Heðin ein góður stuðul og ráðgevi. Heðin var nevniliga ein sannur granskari. Hann hevði savnað ein hóp av tilfari um alt millum [...] um Oyrnafjall, sum er ein serstakur partur av okkara skipasøgu. Hann hevði verið á gátt við einum signeraðum eintaki sum eina viðurkenning av tí, sum vit høvdu havt saman. Eg fekk eisini tá høvi til at [...] at tað eru fólk sum stuðla og eggja. Júst ein slíkur maður var Heðin. Hann var altíð við tí góða orðinum. Hann gav síni íkøst, sum eisini er avgerandi, um ein frásøgn skal gerast til lítar. Okkara fyrsta
sitið væl í neystinum, ið hevur allar hentleikar. Ein perla fyri umhvørvið. Tá ið Henning og familjan á sumri í 2000 komu til Strendur at búgva, fekk hann arbeiði hjá Sjóvar kommunu. Arbeiðsdagurin fall [...] silvurbrúdleyp, og dagurin var hildin saman við familjuni og nærum 300 gestum í bygdahúsinum á Strondum. Ein fantastiskur dagur, sum Henning og familjan vóru sera glað fyri. Henning kom sum eitt frískt lot inn [...] saman við teimum, tá ið tey valdu at flyta heim. Henning og Sólvá keyptu hús uppi í Eyrgøtu, ið er ein av nýggjaru býlingunum á Strondum. Fleiri yngri familjur, við nógvum børnum, fyltu gerandisdagin við
ikki í kari, men heldur við ein langan kassa, har fleiri gentur stóðu hvør sínu megin. Mitt eftir kassanum var sníðað eitt borð, sum var ein triðing av kassabreiddini og ein triðingsbreidd opin til hvørja [...] ikki var veður at turka úti. Hetta fingu teir í 1929. Men annars varð tað fyri ein part upp til ein sjálvan, hvussu nógv ein arbeiddi. Eg var ikki bara farin at vinna pening. Eg vildi síggja Suðuroynna og [...] Miðvági, Sigrid og Maria, sum vóru í fiski, og tær áttu systur gifta í Hvalba. Ein genta var úr Skálavík, ein frá Norðskála og ein úr Sandavági vóru eisini við í fylginum saman við okkum gjáargentum. Vit fara
at hann eisini var í lívsvanda. ?Eg minnist, at ein eldri beiggi mín, sum var í bátinum, sum fiskurin varð koyrdur í, fekk hendan beiggjan, sum fór á sjógv, inn í bátin og legði hann tvørur um bekkin við [...] greiðir Alma frá. Smá borð vórðu nógv gjørd, og so gjørdi hon eisini ein kurvastól á einum av hesum skeiðunum, minnist hon. Hon fekk eina tekning og eitt sindur av tilfari. Ger so væl. Men tað bar væl til [...] minnist. Men tað var eisini ein rættiliga ógvuslig hending, sum fór fram í Sandavági tá. Stóreldur gjørdi av við fleiri hús í bygdini. Tað kom eldur í eini trý sethús og ein handil í grannalagnum, har Alma
kríaturum. Leiðini eru grasgrógvin, men síggjast væl. Ein einsamallur steinur stendur á garðinum, og er hann reistur bóndanum, Ole Jacob Jensen, sum fekk ein stein í høvdið, meðan hann greiddi ferðafólki frá [...] fyrsti, sum fegin kemur at heilsa ferðamanninum vælkomnum, er ein blíður hundur. Men bóndin er skjótur og ynskir vælkomin. Eitt handatak, ein stutt samrøða, og so er at hyggja seg um á oynni. Hesi lítlu [...] halgidómin. Og friðurin er sum til andakt. Veggirnir standa heilir og væl hildnir. Ein stari eigur í eini holu frammi í kóri. Ein mýrisnípa letur einastaðni uttanfyri. Uttan iva órógvað av onkrum av teimum mongu
eftir at síggja og fylgja hesi hending. Áðrenn skipið varð loyst í byggihøllini og kundi stevna út á sjógv, søgdu Mourits Mohr, rakstrarleiðari og Thormund Johannesen, verkætlanarleiðari á Skála Skipasmiðju [...] setti nýbygningurin stevnið oman úr hurðagapinum og fór so hábærsligur omaneftir bedingini og út á sjógv. Nakrir bátar lógu eisini út fyri Skála Skipasmiðju og fylgdu løtuni í silvitni og bakandi morgunsól [...] undrunarvert, tá fyrri nýbygningurin, sum varð navngivin og latin eigarunum tíðliga í hesum árinum, fekk navnið Thor Alpha. Thor Alpha og Thor Omega eru systirskip. Hetta eru nýbygningar nummar ávikavist
hetta skuldu ikki roynast aftur! Ein stuttlig søga er um fyrstu ferð Thedor sá ein bil. Bilur var sjálvsagt nakað øll høvdu hoyrt um, men eingin visti rættuliga, hvussu ein bilur sá út í verki. Eina ferð [...] sjálvur. Hann fór at tosa við Poul Hansen og fekk vøru fyri kr. 2.300. Væl gekk, og í 1968 bygdi Theodor sær ein nýggjan handil á Gomlu Rætt. Ein slík er eisini í Sørvági. Theodor fór eisini at selja mjólk. [...] illveður, og teir koyrdu lýsi fyri borð fyri at slætta sjógvin. Tá fekk skipið eina fylling, og Theodor var við at fara fyri borð, men pápin fekk tikið hann, áðrenn tað var ov seint. Theodor hevur eisini siglt
høvuðsstaðarøkinum. ##ms## Neistin mátti, eins og H71 og VÍF frammanundan, ásanna, at StÍF hevur eitt gott álop. Tað skal kanska bara rigga í meira enn ein hálvleik. Eftir ein málríkan fyrra hálvleik var støðan [...] Bárðardóttir 1, Bjørt Krossteig 1. H71 fekk ikki trupulleikar av Stjørnuni Í Klaksvík fylgdi Stjørnan við í góðar 20 minuttir ella so, áðrenn H71 fekk lagt sjógv ímillum. Eftir 16-9 í hálvleikinum, økti [...] hinumegin á vøllinum svaraði Marjun Danberg aftur við somuleiðis átta málum í fyrra hálvleiki. Neistin fekk fatur á StÍF-álopinum í seinna hálvleiki, og við einum korterið eftir fór munurin av álvara at økjast