Sum ung genta fór Alma Heinesen úr Sandavági til Havnar at lær at strúka. Strúka skjúrtur og stíva flippur. Tað var beinleiðis eitt handverk, sum tú skuldi duga.
Alma er í dag 98 ára gomul og býr á ellisheiminum í Miðvági. Hon hevur búð í Miðvági, síðan hon fyri 66 árum síðan giftist við Sigmundi Fredriksen, sum var miðvingur.
Alma var í Havn hjá Erhardi Telling og konuni Honnu í 1927, greiðir hon frá. Tað var har hon lærdi at strúka, og hon búði eisini hjá teimum. Alma minnist væl, hvussu góð tey vóru við seg.
Nøkur ár seinni var hon aftur í Havn á handverkaraskeiði. Í tveimum umførum. Øll, hon var á skeiði saman við, vóru skúlalærarar, so skeiðini vórðu hildin í summarferiuni.
Tey gjørdu ymiskar smáar møblar og undirløg at seta heitt á, greiðir Alma frá. Smá borð vórðu nógv gjørd, og so gjørdi hon eisini ein kurvastól á einum av hesum skeiðunum, minnist hon. Hon fekk eina tekning og eitt sindur av tilfari. Ger so væl. Men tað bar væl til.
Minnist langt aftur
Hóast Alma er 98 ára gomul, bilar minninum einki. Og hon minnist langt aftur. Heilt til tvey ára aldur, veit hon, at hon minnist. Men tað var eisini ein rættiliga ógvuslig hending, sum fór fram í Sandavági tá. Stóreldur gjørdi av við fleiri hús í bygdini.
Tað kom eldur í eini trý sethús og ein handil í grannalagnum, har Alma búði. Hon minnist at pápi hennara bar hana í eitt annað hús og setti hana í eina song, har omma hennara framman undan var komin í. Tær búðu báðar í sama húsi, og pápin hevði eisini borið ommuna út í hetta húsið, sum var longri burtur frá eldinum enn teirra var, minnist Alma.
Tá ruddað var uppaftur, vóru eini sethús bygd á handilsgrundina, greiðir Alma frá.
Vanlukkur í Sandavági
Alma minnist aftur á tvær vanlukkur, sum hendu í Sandavági, tá hon var smágenta. Onnur kostaði beiggja hennara lívið, og í hinum førinum doyði ein maður.
Tann fyrra, Alma veit at greiða frá, hendi tá hon var fimm ára gomul. Tey arbeiddu fisk í Sandavági. Hann varð førdur við báti yvir um vágna til turkingar.
Tað var, meðan teir lastaðu bátin við krana, at ein beiggi hennara fór út av eini brúgv í erva, og á sjógv. Hann fór líka á botn, greiðir Alma frá. Pápin og abbin vóru báðir staddir á staðnum, og í royndini at bjarga dronginum, kom pápin so mikið illa fyri, at hann eisini var í lívsvanda.
?Eg minnist, at ein eldri beiggi mín, sum var í bátinum, sum fiskurin varð koyrdur í, fekk hendan beiggjan, sum fór á sjógv, inn í bátin og legði hann tvørur um bekkin við høvdinum niður á tiljuna. Eg spurdi, hví hann gjørdi tað, og fekk at vita, at tað var tí, at sjógvurin skuldi renna úr honum. Eg minnist enn, hvussu eg græt, greiðir Alma Frederiksen frá.
Teir báðir, faðir og sonur, vóru fingnir heim til hús. Pápin kom fyri seg aftur, men sonurin doyði tríggjar dagar seinni.
Ein onnur hending, Alma veit at siga frá barnadøgum sínum í Sandavági, er tá motorbáutirin sleit og rak upp á land vestantil undir Suðuroynni.
Tað hevur verið undir fyrr heimsbardaga, heldur Alma. Um veturin hevur tað so verið, tí børnini skreiddu í bønum norðan fyri bygdina, meðan teir lossaðu ella lastaðu hendan motorbátin úti á Bakka.
Bráddliga kom so nógvur vindur, at børnini, sum búðu uttalaga í bygdini, tordu ikki at fara til gongu heim, men fóru inn í tey næstu húsini, sum vóru.
Lossingarmenninir, sum vóru umborð á bátinum, ið lá fyri akkeri, fóru í land. Motorpassarin var í landi, og bara ein maður, sum ikki dugdi at gera nakað við mortorin, var eftir umborð. Ikki var hugsandi um at sleppa umborð til hansara, sum veðrið gjørdist.
Báturin fór at dríva, og hann rak til havs, uttan at nakar fekk komið til hjálpar.
Dagin eftir varð farið at leita, men einki varð funnið har á leiðini. Seinni var báturin funnin vestantil undir Suðuroynni. Men tá var maðurin deyður.
Heldur lív í limunum
Alma Frederiksen er greið yvir, at hon er komin til tann aldur, at liðir og limir vikna hvønn dag. Men hon veit eisini, at tað ber til at halda lív í teimum, so hon reisir seg úr stólinum og fer at gera fimleik. Strekkir og kreppir armarnar. Upp um høvdið og út til síðurnar.
?Hetta má eg gera hvønn dag fyri ikki at stívna. Eitt sindur argar knæið, men tað ger einki. Eg havi gott stativ at ganga við, og tað er so óført, sigur hon.
Og so finnur hon útav, at nú er tíð til ítriv í niðastu hædd. So vit semjast um, at nokk er tosað, og hon fer at gera klárt til at fara ein túr í ítrivstovuna.
Men fyrst er tað hetta við tilstundandi føðingardegnum, hon skal avklára við dóttrina, sum er til staðar. Onkur skuldi koma av oynni at eta døgurða, og tað má fáast upp á pláss.
Jú, dóttirin hevur skil á hesum, men best er helst at vera garderaður, so Alma tekur aftur í aftur fyrireikingarnar og tryggjar sær, at einki er, sum ikki er fingið upp á pláss.
Vit skiljast uttan fyri lyftuna. Alma fer at hitta onnur búfólk í ítrivsstovuni, og gestirnir fara móti úthurðini. Alma hevur tryggjað sær, at alt er í lagi til 98 ára føðingardagin, sum stendur fyri.