Til minnis um Heðin Samuelsen

Skjótt er Harranum um. Hetta mátti enn eina ferð sannast, tá ið deyðsboðini komu av Heðini, einans 74 ára gamal. Hann hevði júst givið út frálíku bókina um Oyrnafjall, sum er ein serstakur partur av okkara skipasøgu. Hann hevði verið á gátt við einum signeraðum eintaki sum eina viðurkenning av tí, sum vit høvdu havt saman. Eg fekk eisini tá høvi til at geva honum mína seinastu útgávu.
Vit hittust javnan, seinast var stutt undan hann doyði. Altíð fingu vit eitt gott og gevandi prát.
Tann, sum fæst við skriv­ing, veit, hvussu stóran týdn­ing tað hevur, at tað eru fólk sum stuðla og eggja. Júst ein slíkur maður var Heðin. Hann var altíð við tí góða orð­inum. Hann gav síni íkøst, sum eisini er avgerandi, um ein frásøgn skal gerast til lít­ar.
Okkara fyrsta rættiliga sam­band var grundað á syrgi­ligu søguna um slupp­ina Riddarin. Aftaná ein væl­eydn­aðan túr í 1927, og farast skuldi heim, fóru átta menn við skipsbátinum í land á Fagra­nesi á Langanesi at avrokna við bóndan har fyri seyð, teir høvdu keypt á túrinum. Tá kemur eitt brot, báturin holvdist, og sjey av monnunum druknaðu. Ein teirra var abbi Heðin, Mortan á Stóranum í Sumba. Hann var bara 40 ár og doyði frá fimm børnum.
Í 2002, tá ið 75 ár vóru liðin síðan hesa hending, var ætlanin hjá ættini at halda eitt minningarhald á Seyðis­firði, har fimm av teimum druknaðu monnunum eru grivnir. Tá kom samband okk­ara millum. Eg hevði eis­ini áhuga fyri slíkari søgu og kundi kanska geva okkurt íkast til hesa ætlan.
Hetta lá ikki fyri í 2002, men í 2003 gjørdist ætl­an­in veruleiki. Farið varð við Norrønu yvir á Seyðis­fjørð­in. Tann 31. juli varð minn­ingarhald í kirkjuni á Seyðis­firði, har fitt av fólki var við. Heðin hevði eisini orðið. So var farið á kirkjugarðin at leggja krans á grøvina.
Dagin eftir var farið út á Fagranes á staðið, har van­lukka­n hendi. Har varð krans­ur koyrdur á sjógv júst har, henda syrgiliga hending fór fram. So væl dugdi Heðin, at hann hevði fingið samband við ætt hjá bóndanum á Fagra­nesi, sum eisini var við til minningarhaldið.
Heðini fyri at takka er hesin partur av okkara lagnu­søgu varðveittur. Frásøgn var í FF-blaðnum, og henda frásøgn er seinni komin í bókina Havið tók Teir. Eisini í tí sambandinum eins og við lýsingini av øðrum pørtum í hesi bók, var Heðin ein góður stuðul og ráðgevi.
Heðin var nevniliga ein sann­ur granskari. Hann hevði savnað ein hóp av til­fari um alt millum himmal og jørð. Men tað var ikki bara tað. Hann hevði eisini eina skráseting, so hann lættliga kundi finna fram ávíst tilfar. Hesum fekk eg eisini nyttu burtur úr. Tað er einki at ivast í, at her er eitt gullnám fyri framtíðar søguskriving.
Heðin var ein fjølbroyttur maður sum eisini hevði onn­ur áhugamál sum til dømis fót­bólt, men hesum kunnu onnur greiða frá.
At Heðin var væl umtóktur sást eisini sunnudagin, tá ið hann fór til gravar. Her var eitt sjáldsama stórt fylgi, sum vildu vísa honum seinasta heiðurin.
Vit eru mong, sum koma at minnast Heðin við takk­semi.
-----
ó.