Tung vóru tíðindi, sum frættust týsmorgunin 20. august, um at lívstráðurin hjá Henningi var slitin, alt ov tíðliga. Henning var bert 57 ára gamal, og hevði lívsmót og stórar ætlanir fyri framman.
Tann 25. juli í fjør høvdu hann og Sólvá silvurbrúdleyp, og dagurin var hildin saman við familjuni og nærum 300 gestum í bygdahúsinum á Strondum. Ein fantastiskur dagur, sum Henning og familjan vóru sera glað fyri.
Henning kom sum eitt frískt lot inn í okkara lítla bygdasamfelag, tá ið hann og Sólvá við trimum børnum fluttu heim til Føroya, eftir at hava búleikast í Noregi í nógv ár. Ikki tí, vit kendu Henning væl frá nógvum vitjanum, og vit gleddust saman við teimum, tá ið tey valdu at flyta heim.
Henning og Sólvá keyptu hús uppi í Eyrgøtu, ið er ein av nýggjaru býlingunum á Strondum. Fleiri yngri familjur, við nógvum børnum, fyltu gerandisdagin við lívi og gleði, og har komu Henning og Sólvá, og børnini, Olaf, Paula og Ragna at vera ein partur av einum sera góðum grannalagi, við samanhaldi og felagskenslu, og teirra vakra heim, listarliga dagført av gávuríku evnunum hjá Henningi, gjørdist teirra trygga borg og friðstaður. Eitt sera snøgt og vakurt heim, ið prógvaði, at Henning var familjumaður og vildi gera umstøðurnar hjá sær og sínum so góðar sum gjørligt. Ein góður maður og pápi og sera hollur stuðul hjá Sólvu og børnunum í teirra gerandisdegi. Nógvir tímar blivu eisini brúktir til at innrætta salongina í sunnara enda á húsunum, soleiðis at Sólvá kundi reka sítt virksemi, og hjálpti hann eisini sera væl til við hennara virksemi.
Henning gav sær altíð tíð til at steðga á, tá ið hann møtti fólki, og gekk prátið óføra væl. Hann kundi fara sera víða í prátinum, og hann hevði eina meining um tey flestu evni. Henning hevði framúr góð evnir til tað listarliga, og hansara evnir at eygleiða vóru sera góð. Alt, ið hann fekst við hevði eina listarliga ond yvir sær, og tað standa fleiri varðar eftir hann, ið vit kunnu gleðast um og njóta. Ofta snaraði prátið yvir á kommunal viðurskifti, og serliga fríðkan og tað vakra hevði hansara stóra áhuga. Eisini stóð hansara hugur til tað mentunarliga lívið, og tá ið tað blivu skipaðar ymsar konsertir og onnur tiltøk runt um í landinum, bleiv alt lagt til síðis, og Sólvá var altíð klár at koma við. Eisini stuðlaðu tey ítróttini í økinum sera væl, og luttóku sum stuðlar og áskoðarar.
Tá ið familjan ognaði sær neyst í Miklagarði, bleiv frítíðin hjá Henningi brúkt til at fríðka um, og tað vit eru nógv, ið gleðast um, at bygdin hevur fingið vakrasta neyst í Føroyum. Henning var eisini sera stoltur av neystinum, og eg fekk persónliga eina rundvísing eitt kvøldið - aftaná miðnátt - , tá ið eg var á vitjan uppi í Eyrgøtu. Hetta var stutt eftir at síðsta hond var løgd á neystið, og eg mátti koma við oman at skoða verkið, sum hann við hepnari hond hevði fríðkað. Hann gleddist eisini um, at børnini trivust væl í neystinum, og nógvir ungdómar á Strondum og her um leiðir hava síðani sitið væl í neystinum, ið hevur allar hentleikar. Ein perla fyri umhvørvið.
Tá ið Henning og familjan á sumri í 2000 komu til Strendur at búgva, fekk hann arbeiði hjá Sjóvar kommunu. Arbeiðsdagurin fall honum lættliga, og hann møtti glaður til arbeiðis. Hann fekk høvi at seta sín egna dám og fingramerki á gerandisdagin í kommunala arbeiðstoyminum, og gekk hann sera høgt upp í síni ábyrgdarøkir. Hansara ábyrgdarøkir vóru millum annað fríðkan og tey grønu økini í kommununi, so sum kirkjugarðar og minnisvarðar o.a., og harumframt hevði hann samábyrgd av teimum ungu, ið fingu summararbeiði hjá kommununi og vetrarhaldi av vegunum hjá kommununi. Sum partur av einum lítlum arbeiðstoymi, vóru arbeiðsuppgávurnar sera ymiskar, bæði innandura og uttandura, og var hann altíð fúsur til verka og vildi síggja úrslit. Hansara persónur ríkaði um huglagið í arbeiðstoyminum, og tí gjørdist tað so ómetaliga hugstoytt hjá okkum at uppliva tey myrku skýggj, ið komu rekandi inn á hansara lívsleið, og gjørdu seinasta strekkið so trupult hjá Henningi og familjuni annars. Ikki varnaðust vit hesar brotasjógvar, tá ið sjúkan av fyrstan tíð bankaði uppá, og hann var sera positivur og lívsfúsur allatíðina.
Henning hevði sera stóran áhuga og evni fyri handverki. Áðrenn hann kom til Føroya, arbeiddi hann í samfull 23 ár hjá Noral Lightning AS í Noregi, sum útviklar og framleiðir hákvalitetsvøru bæði til privata og almenna marknaðin. Hansara fyrrverandi arbeiðsgevari í Noregi hevur givið honum bestu viðmæli, og endar viðmæli við, at “Henning er en ansvarsbevisst person med en positiv innstilling som utfører sitt arbeid til alles tilfredshet.” Hendan lýsingin av Henningi er sera beinrakin, tí okkara upplivingar eru júst tær somu og saknurin og tómrúmið tykist so ómetaliga stórt í hesum døgum.
Sjóvar kommuna, og serliga grannalagið uppi í Eyrgøtu, hevur upplivað nógvar ógvisligar brotasjógvar tey seinastu árini. Fyri okkum er tað ótrúliga meiningsleyst og trupult at skilja, hvussu tað kann bera til, at okkara lítla kommuna kann vera so hart rakt av sjúku og deyða. Nógvir sessir standa tómir í dag, og sorgin og saknurin býr í nógvum hjørtum í Sjóvar kommunu. Henning var, hóast sín unga aldur, í eldra endanum í røðini av fólki í bestu árum, sum eru farin innanfyri tey síðstu fáu árini, og gerandisdagurin blívur ongantíð tann sami aftur. Dagarnir tykjast myrkir og daprir, men sjálvt um vit hava trupult við at síggja nakað ljós fyri framman, og vit hava trupult við at skilja, at tað er ein meining við øllum hesum, so vita vit innast inni, at sorgin og kenslur sum vreiði, órættvísi og maktarloysi, fyrr ella seinni mugu víkja og tað fer at lýsa í aftur.
Vit í Sjóvar kommunu minnast okkara kæru, sum farin eru, og drýpa høvur í samkenslu. Sorgin og saknurin er lættari at bera, tá ið vit ikki føla okkum so einsamøll, so gævi at hvør einstakur av okkum hugsar um tey, ið mist hava, og á besta hátt vísir sín stuðul.
Í dag syrgja vit saman við tykkum, Sólvá, Olaf, Paula og Ragna, familjuni annars og øllum tykkara. Kórsetingin, og løtan í heiminum, við ríkum orðum og sangi, áðrenn vit fóru í kirkjuna, var sera nemandi og jarðarferðin var so ómetaliga vøkur og virðilig. Tað eru ikki nógvar jarðarferðir, ið hava savnað størri mannfjøld, og tann stóri skarin til jarðarferðina vísir, at tit eiga ómetaliga nógvar vinir nógvastaðni frá, sum eisini syrgja við og hugsa um tykkum. Tað er fløvandi, at so nógv vilja vísa samkenslu og eg veit, at tit í sorgini høvdu yvirskot til at gleðast um hetta.
Vit fegnast um tíðina vit fingu loyvi til at hava Henning sum part av arbeiðstoyminum hjá Sjóvar kommunu. Saknurin er stórur nú røddin er tagnað, men vit sita eftir við einari kenslu av, at hann hevði tað gott hjá okkum. Hann var ein fyrimynd og eitt virðiligt umboð fyri okkara kommunu, og vilja vit takka fyri trúgva og dygdargóða tænastu.
Ærað veri minnið um Henning Funderud
.....
Sjóvar kommuna, Artur Johansen, borgarstjóri