Tað var satt sildarok í Leirvík í gjárkvøldið, tá ein treylari, sum kom av Tavuni í Leirvík, mista nógva sild úr lastini á vegin frá Tavuni og niðan móti Leirvíkstunlinum. Hetta skapti sannan ferðsluruðuleika, tí ferðslan úr Norðoyatunlinum og úr Leirvík slapp ikki ígjøgnum.
Tað vardi einar fýra tímar, áðrenn vegurin varð ruddaður so mikið aftur, at ferðslan kundi koyra ótarnað.
Vaktleiðarin sigur, at ferðslan tó var leidd í gjøgnum nakrar ferðir, so tað var ikki heilt proppur í.
Í morgun var boðað frá, at tað var sera hált í omankoyringini til bryggjuna í Leirvík, men har varð so aftur farið at reinsa. Boðað er ikki frá nøkrum óhappið av hálkuni, sum stóðst av øllum sildarokinum.












