Talið av deyðum í melduródnini "Melissa" er í minsta lagi komið upp á 49 í ávikavist, Jamaika og Haiti.
Reuters veit at siga, at talið av deyðum á Jamaica er í minsta lagi 19, og á Haiti hava í minsta lagi 30 fólk latið lív.
Sagt verður, at "Melissa" er harðasta ódnin, sum hevur verið higartil í ár, og ódnin verður søgd at vera hin harðasta á Jamaica í 174 ár.
Enn er ikki greitt, hvussu stórir samlaðu skaðarnir hava verið.












