Tá ið dreingirnir vóru konfirmeraðir, fóru teir flestu til skips. Hjá gentunum var tað eitt sindur ymiskt. Summar vóru verandi heima, tí her var ofta nóg mikið at gera, aðrar fingu húsplass, og aftur aðrar fóru av bygdini at arbeiða fisk. Fyrstu tíðina var eg verandi heima, gekk til neyta og tílíkt. Mammu dámdi ikki, at eg fór í fisk. Men tá ið eg var 18 ár, vildi eg sleppa at síggja Suðuroynna, so eg fór til Vágs at arbeiða fisk. Vit fóru frá Gjógv við Smirli. Hetta var eisini ein longri ferð. Á leiðini lá Smiril eina nátt á Klaksvík. So varð farið til Suðuroyar, men tað varð lagt at í Havnini á vegnum. Her var tíð at sleppa í land, men tað skuldi ansast eftir at vera umborð, áðrenn Smiril floytaði 3. ferð. Eg haldi, at eg spýði tríggjar ferðir allan vegin. Í Suðuroy varð fyrst lagt at á Tvøroyri. Ein av gentunum frá Gjógv, hon var bara 15 ár, átti eina fastur á Tvøroyri. Hon visti ikki, hvar hon búði, men hon visti, hvussu børnini itu hjá henni. Smiril steðgaði so mikið á Tvøroyri, at tað var møguligt at fara í land. Vit fara so í land, og tá hoyrir hon, at onkur rópar Ingvør. Tá var hetta dóttir fastrina. Vit so at práta við hana. Mamman æt Anna, og hon var gift við Andreas hjá Pola, og húsini vóru áføst við húsini hjá beiggjanum, sum var Óli hjá Pola. Vit fara so inn til Annu.
Vit vóru fýra gjáargentur, Jóhanna Frederikka, systir Jógvan, mann mín, Inga, sum Anna var fastir at, Lena og eg. Eingin okkara hevði verið í Suðuroy fyrr. Anna fór so at geva okkum drekka. Eg minnist, at vit fingu 10 oyra kakur afturvið. Hetta var fyrstu ferð í lívinun, eg smakkaði sovorðna kaku. Men áðrenn Smiril floytaði triðju ferð, skuldu vit vera umborð aftur, og farið varð víðari til Vágs. Eiðisgentur vóru eisini í fiski, men tær vóru ikki í sama farti. Tvær døtur Emil hjá Andrassi, Edith og Signy og aðrar.
Vit komu so at búgva í einum húsum, har fiskagentur búðu. Har vóru nógvar gentur, sum komu ymsa staðni frá í landinum. M.a. minnist eg, at gentur vóru úr Miðvági. Tær búði niðri undir, og vit búðu uppi á loftinum, har vóru fleiri kømur.
Tað verður sagt, at tað onkuntíð vóru upp til 200 fiskagentur í Vági.
Bakarí var niðri undir. Vágur var ein tann fremsta bygdin í landinum tá í tíðini, og tað vóru nógvir reiðarar, sum turkaðu teirra fisk. Men vit arbeiddu fyri Magnus á Gørðunum, sum var tann størsti reiðarin í Vági og ein tann størsti í landinum. Hann hevði tvey hús at hýsa gentum, teir á Løghamri høvdu tvey, teir á Tjørn 1 og teir á Marknoyri 1. Húsini høvdu ymisk nøvn. Eitt var kallað Kikkenborg og eitt Brimborg, tí tað lá so niðarlaga við sjóvarmálan.
Hentleikarnir vóru ikki teir nógvu. Tað vóru ofta meira enn 4 gentur í einum kamari. Eg og Jóhanna Frederikka svóvu í somu song.
Eingin av okkum hevði arbeitt fisk fyrr. Annars plagdu gjáargentur at fara til Klaksvíkar at arbeiða í fiski. Onkur teirra hevði tó verið í Vági, men eg haldi ikki, at tær høvdu verið á Gørðunum. Tær vóru á Tjørn. Eiðisgenturnar høvdu fyrr verið á Løghamri.
Inni á gólvinum hjá Doreus.
Á Gørðunum arbeiddi Doreus úr Gøtu. Hann var sonur Petru og Absalon í Tjørnustovu, har vit vóru inni, tá ið Jógvan konfirmeraðist. Hann fór sum so nógvir aðrir fiskimenn til Vágs at fiska sum ungur. Her fann hann sær konu og búsettist í Vági. Hann fór at koyra lastbil, og arbeiddi eini 50 ár á Gørðunum. Hann doyði í 1992, og gjørdist hann 100 ára gamal. Kona hansara, Anna Sofía, arbeiddi eisini fisk saman við okkum. Tvær vaksnar døtur Doreus, Petra og Betta, arbeiddu eisini í fiski.
Doreus kom so at práta við okkum og spurdi, hvaðani vit vóru. Vit komu so at práta um Gjógv. Tá komu vit til, at vit vóru í slekt, serliga við Jóhonnu, systir Jógvan. Tey vóru trímenningar. Doreus og konan vóru sera blíð og bjóðaðu okkum inn. Tá var pápi tín, Vilhelm, her. Eg kendi hann aftur, frá tí hann var konfirmeraður við Gjógv í 1929. Tá var eg 12 ár. Hann búði niðri í Geil, tað minnist eg. Eg kendi allar konfirmantarnar. Eg haldi, at teir vóru 41.
Hægri løn í Vági enn í Klaksvík.
Hetta var um várið, seinast í mars, at vit koma til Vágs. Høvuðsarbeiðið var at vaska fisk, og tað høvdu vit ikki roynt fyrr. Vit vaskaðu inni, og tað var ikki í kari, men heldur við ein langan kassa, har fleiri gentur stóðu hvør sínu megin. Mitt eftir kassanum var sníðað eitt borð, sum var ein triðing av kassabreiddini og ein triðingsbreidd opin til hvørja síðu. Har vóru vaskifjalirnar stungnar niður í eitt spor, so tær vóru standandi fastar. Tær vóru 50 x 160 cm til støddar. Fiskurin ið vaskast skuldi, varð lagdur uppá borðið, har dolkurin og bustin lógu.
Fiskurin var uttanfyri, og mannfólkið bar okkum so nógvan fisk inn, sum vit kundu arbeiða.
Fyrst skuldi skræðan vaskast og allar fjaðrar lyftast upp og vaskast væl undir teimum. So var fiskurin vendur. Serliga nógvur dentur varð lagdur á, at allir blóðplettir vóru skravaðir burtur. Teir gjørdust sera sjónligir, tá ið fiskurin var turrur og hvítur. Sera væl mátti eisini ansast eftir, har livrabroddar høvdu hingið fastir. Annars gulnaði fiskurin, har livrabroddarnir høvdu verið. Fiskurin skuldi skrubbast væl á báðum síðum, og blóðið skerast og skravast úr uggunum og blóðgeislunum. Royggið skuldi alt burtur úr uggunum. Til at fáa royggið burtur var ein fingraleysur vøttur, tann sokallaði “lógvin”, nýttur.
Vit máttu sjálvar skera blóð og tílíkt burtur úr fiskinum. Tey, sum búðu á plássinum, kundu ofta hava síni børn at gera hetta arbeiðið, og kom so mikið meira burtur úr. Tað gekk ikki so skjótt í fyrstuni, men vit komu eftir tí, meira enn so. Fiskurin var so turkaður úti, og tað má hava verið nógv betri veður tá enn nú. Apríl mánaður kom, og tá var byrjað at turka fiskin úti. Umframt at vaska fisk, so arbeiddu vit eisini við at breiða fisk, tá ið hann skuldi turkast úti. Tær góðu løturnar skuldu nýtast til fulnar, og tá máttu øll í sving við tí.
At vaska fisk var akkord arbeiði, og tað fekst vist fyri hvørjar 100 fiskar. Í Vági fingu tey meira í løn enn í Klaksvík. Fyri 100 fiskar fingu tey kr. 1,80 í Vági og kr. 1,60 í Klaksvík fyri tann størsta fiskin.
Lønin fyri millumfiskin var kr. 1,20 fyri hundrað fiskar og fyri smáfiskin 80 oyru.
Tað var tískil sera ymiskt, hvussu nógv ið kom burtur úr hjá hvørjari. Tær royndu fiskagenturnar kundu jú fáa nógv burturúr, meðan tað var minni hjá teimum minni royndu. Hjá mær mundi tað vera nakrar hundrað fiskar um dagin, so daglønin var bert nakrar fáar krónur. Tá ið vit breiddu fisk, var tað fyri tímaløn, og eg haldi at hon var 35 oyru. At vaska gav hóast alt meira enn tað. Gongdin var tann, at tá ið tað ikki var veður at arbeiða úti, varð arbeitt inn í fiskakjallaranum, so tað var altíð nóg mikið at gera. Sunnudag høvdu vit so altíð frí.
Teir á Gørðunum høvdu eisini innandura turkarí, sum varð nýtt, tá ikki var veður at turka úti. Hetta fingu teir í 1929.
Men annars varð tað fyri ein part upp til ein sjálvan, hvussu nógv ein arbeiddi. Eg var ikki bara farin at vinna pening. Eg vildi síggja Suðuroynna og vita, hvussu tað var at vera har, og tað mátti eg eisini taka mær tíð til.
Høvdu mat við heimanífrá.
Vit búðu frítt og fingu eisini frítt brenni, men vit máttu kosta okkum sjálvar. Vit gjørdu sjálvar mat, og nógvar høvdu eisini mat við sær heimanifrá. Vit høvdu epli við, og tað vóru eisini aðrar, sum høvdu, sum t.d. genturnar úr Vágum. Vit høvdu eisini kjøt við okkum, og eg minnist, at eg hevði kjøtpylsu eisini. Men annað máttu vit sjálvsagt keypa okkum.
Til Vágs komu eisini rættuliga nógvir fiskimenn aðrastaðni frá. Her var jú ein slíkur hópur av skipum. Eg haldi, at bert á Gørðunum vóru eini 14 skip, umframt tveir deksbátar, Merkur og Cheerful. Umframt skipini vóru so nógvir motorbátar, sum róðu út. Útróðrarfiskurin gav eisini nógv arbeiði á landi, tí hann skuldu jú flekjast og saltast og síðani virkast til klippfisk. Magnus keypti eisini saltfisk úr Íslandi at vaska og turka, áðrenn skipini komu heim av Suðurlandinum.
Nógvar gentur fingu sær drong í Suðuroy og búsettust har. Men gjáargenturnar komu allar heim aftur, men fleiri eiðisgentur blivu verandi. Sjálv var eg tá longu forlovað, og Jógvan Sofus var til skips við Bearnaise.
Vit høvdu fingið at vita, at í juli var ikki so nógv at gera, og vit kundu fara norð uppá at koma suður aftur seinni, tá ið meiri fiskur var.
Gentur í grind í Hvalba.
Ein sunnudagur, 23. juni, hendir nakað. Tað var gott veður henda dagin. So frætta vit, at tað var grindaboð í Hvalba. Vit vóru jú eisini farnar til Suðuroyar at uppliva okkurt, so fleiri okkara vildu sleppa hagar. Trupulleikin var, at tað var so langt at ganga, og vit kendu heldur ikki leiðina.
Men so vísti tað seg, at vit kendu eina konu, sum var slektað úr Miðvági, men sum var gift suður til Vágs. Hon skuldi koma við at vísa okkum vegin. Í fylginum vóru eisini tvær úr Miðvági, Sigrid og Maria, sum vóru í fiski, og tær áttu systur gifta í Hvalba. Ein genta var úr Skálavík, ein frá Norðskála og ein úr Sandavági vóru eisini við í fylginum saman við okkum gjáargentum.
Vit fara so til gongu. Fótbúnaðurin var gummiskógvar, sum vanligt var tá. Tað var leingi at ganga. Langt um leingi koma vit til Trongisvág, og eg visti, at har búði ein gjáarkona, sum æt Josefina. Vit bóðu so onkran, vit hittu, vísa okkum, hvar hon búði. Vit fóru so inn á gólvið til hennara. Vit steðgaðu tó púra einki, og so fóru vit aftur til gongu. Eg haldi, at tað var eitt sindur bratt frá Trongisvági til Hvalbiar. Vit nærkast so eitt sindur Hvalba, og nú koma vit til Káragjógv. Eingin okkara hevði gingið oman gjøgnum Káragjógv uttan konan úr Miðvági. Her var nokk so ringt at ganga omaneftir hjá einum, sum ikki hevði gingið har fyrr. Men umsíðir koma vit oman í Nes. Ein, sum var við í ferðini, Marsanna, var úr Sandavági. Hon sigur, at tað eru konur úr Sandavági, sum eru giftar í Nesi í Hvalba. Hon helt, at vit skuldu fara inn til teirra. Vit vóru blivnar eitt sindur svangar. So fóru eg, Jóhanna Frederikka, Inga og hendan úr Sandavági inn til hesa konuna, sum var gift í Nesi. Tað var farið um døgurðatíð, og konan var blíð. Hon var einsamøll inni, menninir í húsinum mundu vera í grind. Tey høvdu havt fugl til døgurða. Hon fór so eftir avlopinum. Tað var í einum stórum steikifati, og hon gav okkum tað at eta. Kanska epli eisini vóru afturvið. Vit blivu bara nokk so væl fyri tá.
Seks tímar um ferðina.
So fara vit aftur til gongu til Hvalbiar, og hetta er eisini ein fittur teinur. Tá ið vit koma til Hvalbiar, er grindin væl og virðiliga deyð. Tá høvdu vit verið 6 tímar um ferðina.
Annars var skrivað um hesa grindina í Føroyatíðindi, sum var lokalblaðið fyri Suðuroynna, at grindin var 337 hvalir, so talan hevur verið um eina stóra grind. Skaðin var stórur, heilar 800 kr, sum var nógv tá í tíðini. Grindin var funnin kl. 7 á morgni av Niels Nattestad, sum vit gita var abbi ein kendan skúlastjóra í Havn. Hon varð hildin til kl. 11 fyrrapartin, og drápið vardi bert ein góðan hálvan tíma.
Vit sóu, at grindin lá deyð á sandinum. Hetta var fyrstu ferð, at eg hevði sæð heilan hval. Vit fóru so inn ymsastaðni. Sigrid og Maria fóru inn til systur teirra, sum var gift til Hvalbiar. Ein genta frá Norðskála var við okkum eisini. Hetta var Jona, mamma Óla Hammer. Hon visti, at ein Tjørnuvíkskona var gift í Hvalba. Mamma Jonu var slektað úr Tjørnuvík, so hon helt, at vit skuldu fara inn har. Nú var komið út á seinnapartin, so vit vóru aftur eitt sindur svangar. Vit fóru inn til hesa konuna, og vit fingu eisini at eta.
So kemur kvøldið. Tað var nokkso ljóst, hetta var eisini nærum longsta dag. Tá bleiv grindadansur, og tá fóru vit eisini uppí at dansa, har var bæði mannfólk og konufólk.
Nú er komið nakað út á náttina. Tá siga Sigrid og Maria, at nú skuldu vit fara inn til systur teirra, tí hon eigur at hava kókað grind. So fóru vit inn til Thomasiu. Hon var mamma Levi Niclassen, sum nú er borgmeistari í Hvalba, og teir beiggjarnar. Inni har fingu vit nýkókaða grind og blivu mettar. So fóru vit út aftur, og so aftur í dansistovuna.
Síðan á jóansøku.
Nú er komið út ímóti morgni, og vit skulu aftur til Vágs at arbeiða. So sigur Inga, at Andreas hjá Pola, maður Onnu fastur hennara av Tvøroyri, er her við einum motorbáti, sum er komin eftir grind. Hon skuldi fara at biðja hann lova okkum við. Vit gjáargenturnar sluppu við tí bátinum. Hann helt, at tað var ikki so grúiliga leingi at sigla til Tvøroyrar. Men so kom onkur og spurdi, um hann ikki vildi sleipa ein hval. Jú, tað vildi hann gjarna. Men hetta longdi sjálvsagt heilt fitt um ferðina.
Vit koma umborð í bátin. Hetta var motorbátur við dekki, og hann er smekkfullur av grind. Tað vóru eisini nakrir menn við. Vit vóru í fínum summarfrakkum, sum ikki vóru so góðir fyri skarnið. Vit vendu bara frakkunum við, so teir ikki skuldu dálkast uttan í hvussu er.
Men vit komu so at enda til Tvøroyrar, og tá var jóansøkudagur. Stevnan varð hildin sjálvan dagin, hóast hann var mánadagur.
Jóansøkuskráin var ikki so drúgv sum nú á døgum. Hon varð lýst í Føryatíðindi 22.juni og var soljóðandi:
Kl. 12 kappróður.
Kl. 1 Kappsvimjing
Kl. 3½ Fótbóltur
Kl. 6 Avhaldsfundur
Inga fór inn til fastur sína, tað var ikki so langt at ganga. Vit høvdu verið inni hjá Josefinu í Trongisvági, tá ið vit fóru til Hvalbiar, so vit fóru inn hagar aftur. Men tað var so grúliga langt at ganga inn í botnin, og vit vóru móðar og illa svøvntar. Men vit komu inn til Josefinu, og hon var so heilt forferdiliga blíð. Hon var trímenningur Jógvan Sofus og var slektað úr Stólpa við Gjógv, og tað var so væl millum húsini.
Hon bjóðaði okkum so upp á loftið at sova í eini dupultari song, seingina hjá henni og manninum. Vit sovnaðu við brestin. Hon skuldi vekja okkum, tá ið kappróðurin byrjaði. Hon kom so við okkum á Tvøroyri at síggja kappróðurin.
Vegna grindina var skráin fyri jóansøkuna farin heilt av lagi. Kappróðurin byrjaði ikki fyrr enn kl. 4. Tað vóru fýra róðrar. Tann fyrsti var millum tvey 4 mannafør mannað við kvinnum. Tey vóru úr Havn og Trongisvági. Havnarbáturin vann uppiborið. Síðan vóru trý 4-mannafør mannað við dreingjum. Her vann báturin hjá Jens Mortensen av Hvítanesi.
Tað vóru tvey áttamannafør, Tofta Regin úr Vági og Tjaldrið av Tvøroyri. Her vann Tjaldrið. Seinast vóru tvey 10 mannafør, Havnarbáturin og Suðringurin, og her vann Havnarbáturin við 4 sekundum.
Um kvøldið er dansur út á náttina, men hetta høvdu vit ikki umstøður til. Hetta er mánadagur, og vit máttu so suður aftur til Vágs, og tað var so eisini við einum báti. Eg minnist, at vit fóru ikki allar við sama báti. Grindin í Hvalba var stór, men eg hevði onga grind við mær til Vágs. Eg var glað um, at eg sjálv var aftur komin í øllum góðum, so strævið sum hetta hevði verið.
Magnus Dahl spurdi okkum, hvar vit høvdu verið. Jú, vit høvdu verið í grind, men tað høvdu onnur á arbeiðsplássinum eisini verið. Sigrid var forlovað í Vági tá, og hon bleiv gift við einum vágbingi, Óli Johan Thomassen. Hann var skipari á Grasinum, tá ið hetta skip fór undir krígnum, so hon gjørdist tíðliga einkja.
……………………………………………
Jógvan Sofus:
Lorvíkingurin
Abbi mín í móðurættina var Óli Mørkøre á Eiði, vanliga nevndur Óli í Skúlanum. Hann doyði í apríl 1938, 86 ára gamal.
Tá ið hann hevði verið klokkari í Eiðis kirkju í 50 ár, fekk hann kongsins tænastumedalju, »Dannebrogsmændenes hæderstegn«. Hann var klokkari í fleiri ár eftir tað. Eg kann her nevna sum dømi um trúgva tænastu, at tá ið Fríðrikur 8. doyði, mátti abbi lissa nógvan útróður og liggja heima í 14 dagar og ringja tvær ferðir um dagin fyri kongi. Tá ið abbi fór til gravar, varð medaljan løgd á børuna, men hon fór ikki í grøvina við honum. Abbi ætlaði at fara at læra til bátasmið, men helt seg ikki kunna fara frá húsinum. Hermann Mørkøre, yngri beiggi hansara, fór seinni at læra til bátasmið. Hann smíðaði 4 bátar til Gjáar. Ein æt Hvalurin, sum var stórt áttamannafar. Pápi mín, Jóhan Joensen, vanliga nevndur Jóhan í Blásastovu, átti sess í honum.
Eg kann til stuttleika siga frá, at Hermann abbabeiggi var biðin um at smíða eitt fýramannafar. Eg veit ikki hvørjari bygd tað var í, men tað var ikki í Eysturoynni, tí varð hann settur um sund ella fjørð. Hetta var um hásummarið. Hann kom seinnapart sunnudag til bíggjar og varð settur til borðs í stovuni. Nú hoyrir hann, at konan sigur við mannin inni í roykstovuni: hetta kom ikki væl við, nú verður hann tveir sunnudagar her. Hann hugsar við sær, at óvist er, um tað man fara at verða so. Morgunin eftir fer hann tíðliga upp og so at smíða. Tað viðraði av tí besta, og dagarnir vóru langir. Leygarkvøldið fekk hann flutning aftur í Eysturoynna. Hann smíðaði bátin í eina viku.
Óli Debes var handilsmaður við Gjógv. Hann hevði biðið Hermann abbabeiggja smíðað sær ein lossibát, og tað gjørdi hann. Hann var áttamannafar til longdar. Hann líktist ikki vanligum føroyskum báti, men var nógv breiðari heilt út í endarnar. Hetta var í 1925. Hann førdi nógv, men var so tungur at rógva, at eg haldi ikki, hann varð brúktur meira enn eini trý ár við Gjógv.
Í 1928 hendi tann stóri skaðin við Acorn. Eg var 15 ár og var til skips við Suðuroy, TN 36, sum Ebba Müller átti. Skipið hevði ikki motor tá. Vit, sum róðu út við Royndini Fríðu, blíva ómannaðir. Heimaftur komnir vórðu vit spurdir, um vit vildu rógva út við einum seksmannafari, sum Debus skuldi fáa frá handilsmanninum Hjalmari Joensen í Leirvík. Hann skuldi fáa lossibátin. Tað var beinan vegin, at vit vórðu 6 menn.
Seinnapartin ein sunnudag um kring hálvan oktober fóru pápi og eg, Hans á Skipinum og Eliesar hjá Siggu suður eftir eystfallinum. Komnir til Leirvíkar vórðu vit bodnir inn til Jóhan Heina og Olevinu í bóndahúsið í Guttastovu. Blíðskapurin var óførur. So varð báturin flotaður. Leirvíkingar søgdu, at hann var ein dygdarbátur, og at Óli bóndi á Toftanesi hevði smíðað bátin. Vit søgdu farvæl, takkaðu fyri okkum og so norður aftur eftir vestfallinum. Báturin var lættur at rógva, so skjótt gekk norður. Komnir í gjónna, blivu vit væl mannaðir at draga. Heilt nógvir menn komu at síggja henda snotuliga bát. Hann var nógv vakrasti bátur við Gjógv, var meira yvirskorin enn allir aðrir. Hann varð kallaður Lorvíkingurin. Og skjótt fingu vit at vita, hvussu báturin royndist. Umframt okkum áður nevndu komu pápabeiggi mín, Jógvan á Klá og beiggi Eliesar, Petur hjá Siggu, at rógva við. Eg róði við honum í 13 ár.
So kom kríggið. Her kann eg nevna, so ótrúligt tað ljóðar, at í mínum barna- og ungdómsárum var eingin likka at síggja við Gjógv. Vit vistu frá Eiðisdreingjum, at onkrar áttu í haganum har. Men hygg nú likkurnar, tær eru nørdar skjótt. Tá ið eg var smádrongur og ungur, var eingin hýsa at fáa, vit nóg illa kendu tann fiskin. Hon kom sum ein Guðs gáva eftir einari nátt undir krígnum.
Ein morgunin miðskeiðis í bjargavikuni í 1941 var hann sunnan í ættini við nógvum vindi. Sunnan er harðveðursætt í bygdini. Flestu bátarnir egndu. So varð farið og seglið á bátin. Komnir út í Miðhavið, varð seglið lagt. Vit settu 30 stykkir. Agn høvdu vit tikið við og settu 10 stykkir niðuraftur. Tí bleiv tíðin so long hjá okkum. Vit sóu ein bát fara inn við okkum, meðan vit drógu; men teir sóu ikki okkum. Tann báturin hevði fingið motor. Meðan vit drógu, vaks vindurin til kolandi storm. Karl Anton og eg skiftust um at draga. Meðan eg dragi, nú verður so ógvuliga tungt uppiá. Tá letur í pápa, at har ruggar ikki alt rætt, tað man vera ein mina. Vit vistu, at minur vóru har. Einar 10 favnar undan borði setti eg knívin á.
So vit til árar. Manningin var: eg, Jógvan Sofus, á stýriborðstoft, Erik Mørkøre á stýriborðsbøgi, og pápi, Jóhan í Blásastovu, í rættarúmi. Í hinum borðinum: Karl Anton á bakborðstoft, bróðir hansara, Dánjal Rasmus, á bakborðsbøgi og sonur hansara, Pól Jóhannes, í rangarúmi. Allir Joensen til eftirnavn uttan Erik. Hetta var ein av allartyngstu andróðursdøgum. Vit vunnu tó alla tíðina. Báturin fór ongantíð tvørur. Ógvuliga krappsjógvað var, men breyt ikki í stórum. Einaferð brast so hart ímóti einum broti, at barkabandið brast. Skúmið vóð inn um eina súð okkurt um ein stívan fót. Vit, sum sótu á toftini, hugdu ofta framum at vita, um hann mundi fara at skrædna meira, men tað gjørdi hann ikki.
Tað var harðveður. Heima gingu menn út og inn. Tað var lítið væntandi, at vit komu aftur. Kona mín tordi ikki at vera inni, sum tað leikaði í. Tað var so nógvur húsavindur, at tað stóð við húsbrot. Hon tók sær eini løgir eystur í barnaheimið við tí hálvt árs gamla soninum í kneppinum. Dóttirin var har eysturi. So hon niðan á Gjógv. Har stóðu vist flestu Gjáarmenn. Tveir bátar vóru ikki komnir. So kom maskinbáturin, og Gamli skipari oman í Gjógv at spyrja, um teir høvdu sæð okkum, men teir høvdu einki sæð. Tá ið hann kom niðanaftur, fer kona mín at spyrja, um teir høvdu sæð nakað til okkara. Hann við bangnum hjarta, ønti henni ikki aftur, tann hampamaður hann annars var. Hann átti tveir synir og abbason við.
Nú leggja teir á við Gjógv, tí hús fara at ríva. So kom Gøtu Jógvan inn har, sum menn høvdu lagt á. Hann búði har. Faðir og sonur í húsinum vóru við okkum. Tá sigur hann við tey, sum inni vóru, at tey kundu taka døgurðan úr aftur ovinum, tí teir, sum hann var ætlaður til, eta hann ikki. Nú halda tey, at hann hevur frætt, at vit vóru burturgingnir. Men so var ikki. Tá ið ein løta var farin, nú kemur Lorvíkingurin undan í Gjáarkjaftinum. Tá var frøin stór, sjálvandi størst hjá teimum, sum áttu menninar við. Gamli skipari kom oman í Gjógv at spyrja, hvussu okkum hevði gingist. Vit vistu tíðina, sum vit høvdu róð, og hvussu langt tað var. Hann segði, at vit høvdu róð væl. Hvussu long tíðin var, minnist eg ikki.
Hetta var seinastu ferð, Lorvíkingurin var á sjógv. Hann varð settur uppi og stóð so í neysti við Gjógv í nøkur ár, til hann fór á Forngripasavnið, har hann nú stendur.
Sum áður sagt, so róði eg við honum í 13 ár. Eg kenni hann sum mína høgru hond. Hann er ein gongubátur. Ein dygdarbátur. Hann er góður allar vegir, bæði undan og upp ímóti og við seglinum, stívur við seglinum og góður inn á lívið, sum teir kalla tað. Eg var við at sigla við honum rættiliga stívan við repaðum segli so nær vindinum, sum til bar. Tá fór so bóglínan á stavnin. Allir, sum høvdu verið við bátinum, róstu honum. Flestu árabátar ganga á bakborð, men hann gongur eitt sindur á stýriborð.
Ognað gomlu Gjáarmonnunum:
Illa sjógvað er at rógva,
teir spengur knýta,
krappar aldur sundur slíta.
Afturvið fer skúmið hvíta.
Hart teir rógva, hørð er húð,
ei árabløðra finst í lógva.
Um mangan gekst teim smátt,
teir fullu ei í fátt,
teir fingu væl á skaftið,
nú skjótt í Gjáarkjafti.
Um mangan veiðan góð,
tó ferðin ofta móð.
Dinnafía 4.partur.
Til Vágs at arbeiða fisk.
Nú er Dinnafía blivin 17 ára gomul og vil uppliva heimin uttan fyri Gjógv. Hon fer til Vágs at vaska fisk. Eisini fer hon til Hvalbiar í grind, og úr grindini fer hon á jóansøku.