Theodor: 100 ára gamal útróðrarmaður

Tann 28. oktober fylti Theodor Thomassen í Sørvági 100 ár. Hóast tað er í seinna lagi vilja vit ynskja honum hjarta­liga til­lukku við hesum stóra degnum. Vit hava verið á gátt hjá Theo­dor, har hann hevur greitt nakað frá sínum langa lívi

Tað eru nokk so nógv fólk, sum gerast 100 ár nú á døgum, men tey eru fá, sum hava verið so leingi virkin sum Theodor. Ikki minst er hetta einastandandi, tá ið hugsað verður um, hvussu langa tíð, hann hevur drivið sjógv­in. Hann fór til skips 14 ára gamal í 1923, og hann hevur verið á floti so seint sum í fjør, 99 ára gamal! Hetta er ikki minni enn 85 ár.

Hóast Theodor er nakað deyvur og nakað blindur, er hann væl fyri. Tað besta av øllum er, at hann hevur eitt sera positivt lyndi. Hetta kann saktans vera ein góð frágreiðing um eitt gott og langt lív.

Theodor er føddur í 1908, og hetta merkir, at hann hevur upp­livað stórt sæð allar broytingar, sum hava verið í samfelagnum yvirhøvur. Tí eru fólk sum hann so áhugaverd, og tí er tað so um­ráð­andi at fáa teirra søgu niður­­skrivaða.

 

Útróðrartúrurin hjá abbanum

Annar abbi Theodor var Dunga Jóannes. Theodor greiðir frá eini áhugaverdari søgu um, hvussu útróðrarlívið kundi vera tá.

Teir vóru farnir til útróðrar, tá ið hann gjørdist høgur í ættini. Teir flestu bátarnir fóru til hús, men beiggi Jóannes, sum var formaður á bátinum, gav boð um at seta línuna niður aftur. Tá ið drigið var, fóru teir so at rógva til lands. Men tá ið teir koma inn móti Sundunum er ókyrt millum land og Tindhólm, og teir vunnu ikki longur. Hvat var so at gera? Jú, at fáa størri manning. Abbin verður settur á land. Hann skuldi ganga til Sørvágs at fáa meira fólk. Hetta eydnast eisini, men tá ið teir koma aftur hagar báturin lá, vóru ikki líkindi eisini orsakað av sjóvarfallinum at sleppa um­borð í hann. Teir seta so segl á bátin og sigla til Miðvágs. Abbin fór so aftur til gongu, fyrst til Sør­vágs, og so til Miðvágs at taka ímóti bátinum. Tá ið báturin var framkomin og alt var fingið til sættis, var aftur at ganga til Sørvágs. Alt hetta var eftir ein strævnan útróðrartúr.

 

Gerandisdagurin fyri 100 árum síðani

Foreldrini hjá Theodor vóru Andreas og Elspa f. Hansen. Um pápan kann sigast, at hann fór ikki í skúla fyrr enn hann var 12 ár. Áðrenn tað róði hann nevniliga út.

Tilsamans vóru tey átta systkin, fýra beiggjar og fýra systrar. Páp­in var fiskimaður sum flestu menn tá í tíðini. Tí mátti mamman eins og aðrar konur vera bæði maður og kona helvtina av árinum.

Tey eru kanska ikki nógv, sum í dag gera sær far um, hvussu stríggið hetta hevur verið. Tað kann bert takast sum dømi, tá ið maður og synir skuldu fara til skips. Her skuldi alt riggast til frá grundini av. Klæðini skuldu bindast, so sum hosur, vøttir, undir­klæði og troyggjur. Seymast skuldi um madrassurnar. Sjálvt oljuklæðini skuldu seymast og síðan ferniserast fleiri ferðir.

Tá so maðurin var farin, sat konan eftir við ábyrgdini av húsar­haldinum umframt ta óvissu, sum altíð var um, hvørt maðurin fór at koma aftur í øllum góðum.

Húsini hjá teimum var ognar­leyst. Her var eingin jørð, og tí kundu tey ikki hava kúgv. Tískil fekst eisini lítil og eingin mjólk. Tey kundu biðja sær mjólk, men hetta var bert til tað mest neyðuga.

Hetta merkti eisini, at tey ikki áttu torvheiðar. Torv máttu tey so hava. Tey máttu biðja um at sleppa at skera torv hjá øðrum móti gjaldi.

Theodor greiðir frá, at ein mann­skurður av torvi var roknað­ur at vera 30 klyvjar, tað sama sum 60 leypar, t.v.s. tað sum ross kundi bera 30 ferðir við tveimum leypum hvørja ferð. Hetta sigur nakað um, at hetta hevur kravt nógv arbeiði eisini.

Tá tey ikki áttu jørð, áttu tey heldur ikki seyð. Tey leigaðu kortini fýra gyllin, og hetta gav fýra lomb árliga. Abbin plagdi eisini at laga garðar fyri aðrar. Samsýningin fyri hetta var eitt jarðarstykki, har tað kundi veltast.

 

Maturin

Men mat fingu tey kortini. Á Sørvágsfirði var nógv bæði av fugli og fiski. Tað lá væl fyri at fara á flot, nógvur seiður var inni við land, og honum kundi nót kastast eftir. Fuglur kundi skjótast á fjørðinum, og havhestur kundi fáast í bjørgunum. Tað kundi tó vera langt millum grindirnar.

Nógv av hesum mati varð salt­að, so saltmatur var sera vanligur døgurði. Men inn ímillum fekst eisini feskt.

Tað var eisini nógv arbeiði í Sørvági. Her vóru fleiri reiðarar, sum áttu nógv skip. Nevnast kunnu Niclassen menninir, Løðu Jógvan og aðrir. Skipini landaðu fiskin í bygdini og góvu nógv klippfiskaarbeiði. Hetta sæst eisini á øllum fiskastykkjunum í bygdini.

Theodor var smádrongur undir fyrra heimsbardaga 1914-1918. Tá var nógv, sum ikki var at fáa. Tað var einki petroleum at fáa til lampurnar. Men tað var so heppið, at nógv voks rak inn á sandin, og hetta varð stoypt til kertuljós. Hann minnist eisini til, at heims-bardagin varð íblástur til, at dreingirnir spældu kríggj.

Um hesa tíðina sigldi pápin út til Mykinesar við posti. Theodor var onkuntíð við. Hann minnist, hvussu fólk komu oman á støðna at forvitnast eftir tíðindum, serliga um tey ymisku skipini. Í Mykinesi frættu tey jú einki. Har vóru nógvir fiskimenn við ymiskum skipum, og tíðirnar vóru jú ótryggar. Skip vórðu jú skotin niður av týskarum.

Tað gekk ikki væl í skúlan­um hjá Theodor, tí hann var orð­blindur. Hetta fyribrigdi kendi eingin tá, og tí vórðu orðblind roknað fyri at vera sibbar.

 

Til skips við deyðsiglara

Tí longdist honum bert eftir at sleppa til skips, og hetta fór hann í 1923 við sluppini Fram úr Vestmanna. Tá var hann 14 ár.

Tískil er Thedor ein av teimum fáu eftirlivandi føroyingum, sum hava upplivað deyðsiglaratíðina, hann var við deyðsiglara í fimm ár. Tað kann vera ringt at skilja hetta í dag, men hesi skip høvdu snøgt sagt onga útgerð av nøkr­um slag. Tann einasti munur millum tey og ørkina hjá Nóa var, at hesi skip høvdu segl.

Provianturin var so einfald­­­­ur, sum hann kundi vera. Ein­asta rættuliga máltíðin á deg­num var døgurðin. Hann var annan­hvønn dag fiskur og annanhvønn amerikanskt saltkjøt við ertum. Annars var tað bert keks við marga­rin á. Men her skuldi eisini sparast. Margarinið skuldi smyrjast á sløttu síðuni av keksini! Tað fekst eitt pund av keks um dagin, og býtt varð út til eina viku í senn. Viðskeri var eingin. Men avlopið av døgurðanum av saltkjøti varð goymt í beinkinum saman við keksini og varð brúkt til viðskera.

Roynt varð at gera matin eitt sindur meira spennandi millum annað við keksasteik, har keksin varð molað niður í eina blanding av sukri og margarini og so steikt. Men hetta legði Theodor ikki so nógv í.

Annað var at steikja kjálkar, men hetta kravdi feitt, sum heldur ikki var ov nógv av. Onkuntíð fingu teir kongafisk á snøri, sum teir flaktu. Hetta var eitt sindur forkunnugt.

 

Flaktu á dekkinum

Annars var tað tungt at vera við snøri, serliga á Eysturlandinum, har tað var so djúpt. Serliga tungt var hetta hjá teimum ungu, sum vóru fyrstu ferð burtur.

Arbeiðsumstøðurnar vóru heldur ikki tær bestu at arbeiða fiskin. Tá ið Theodor fór til skips stóðu fiskimenn framvegis framyvir og flaktu fiskin niðri á dekkinum. Ljósið var fyrru tíðina bert ein lanterna. Seinni fingu teir karbid. So merkiligt var tað, at fiskimenn í nógv ár settu seg ímóti at fáa flekjiborð, hóast hetta lætti nógv um arbeiðið.

Sjálvur plagdi Theodor at vera lastamaður. Fiskurin varð fyrst skrubbsaltaður á banjaranum. Nakrar dagar seinni varð hann rivin um og saltaður av nýggjum í krubbur. Í lastini var altíð myrkt. Arbeiðsljósið var kertuljós, sum varð sett í saltið. Tað mundi vera avmarkað hvat ljós hetta gav.

Hesi árini Theodor var við slupp vóru sera vandamikil. Tað var javnan, at skip hvurvu við mann og mús. Hetta kom eisini at raka hansara ætt. Í 1934 gingu sluppirnar Nólsoy og Neptun burtur undir Íslandi við tilsamans 43 monnum. Tá misti mosturin Anna Elisabeth mannin Harald og synirnar Hjalmar og Arendal. Tað vóru nógvar slíkar sorgarsøgur. Hetta fara vit at koma aftur til í Miðvikinu, tá ið 75 ár eru liðin í mai síðan hesa vanlukku.

 

Hava verið við sama skipi

Vit báðir hava annars verið við sama skipi. Fór sjálvur í 1958 til á snelluveiðu til Íslands í sjálvdrátti við Báruni, sum trý ár framman-undan var keypt úr Vágunum, fyrst til Lorvíkar og síðan til Gøtu. Í Vágunum kallaðist hon Oscar. Men tað var hóast alt munur á. Báran hevði motor, ekkolodd, radio og maskinu, hóast hetta ikki ljóðar av nógvum í dag.

Thedor var við Oscar í 1928, tá var hann smittaður av tuberklum. Fyrsta tekin um hetta var, at hann var farin í ritubátin at skjóta ritu til agn. Tá merkti hann, at okkurt brast. Hetta bleiv skiftivís verri og betri, men tá ið hann skuldi fara avstað komandi túrin, gjørdist hann so ringur, at hann slapp ongan veg. Hann varð fyrst innlagdur á hospitalinum, síðan fór hann á TB, tuberkladeildina hjá hospitalinum. So varð hann innlagdur á sanatoriinum í Hoy­­dølum. Her lá hann í tríggjar mánaðir og slapp so heim. Hetta var væl sloppið. Nógv lógu longri enn tað, ofta í áravís. Eisini doyðu nógv av sjúkuni, eisini i Sørvági.

Í 1927 var Theodor við at fáa eina váta grøv, tá ið hann var við Guiding Star. Tað var illveður, og teir koyrdu lýsi fyri borð fyri at slætta sjógvin. Tá fekk skipið eina fylling, og Theodor var við at fara fyri borð, men pápin fekk tikið hann, áðrenn tað var ov seint.

Theodor hevur eisini siglt við “Only Sister” hjá Absalon Jacobsen á Skála. Skipari var Reinhold Thomsen úr Norðragøtu, og her var Theodor saman við fleiri gøtumonnum, sum hann spurdi eftir hendan dagin. Men tað er eingin av teimum á lívi í dag. Absalon var ættaður úr Syðrugøtu, og hann hevði bert gøtumenn sum skiparar.

Theodor var á motorpassara­skúla í 1929/30. Hann gjørdist motorpassari á Queen, Múlanum og Capellu. Hesi skipini høvdu sama slag av motori, 40 HK Super Skandia.

Hetta sama árið hevði Theodor verið við Capellu inni á Skála, har hon fekk motor ísettan. Theodor var fittur í hondunum og hjálpti til at innstilla motorin. Tá fekk hann tilboð frá Absalon Jacobsen um at sleppa í smiðjulæru á Skála Skipasmiðju, sum Absalon hevði verið við til at seta á stovn. Theodor skuldi byrja, tá ið hann kom aftur um heystið.

Tá hendi tað, at pápi hansara doyr umborð, hann lá deyður í koyggj­­uni. Tá vóru fleiri av systkju­­num framvegis smá. Eingin hjálp var at heinta, so nú mátti Theodor taka ábyrgd­ina av húsinum. Tí bar ikki til at taka við læru­plássinum.

 

Ísaði við mold og grasi

Seinasta slupp, sum Theodor var við, var Capella, sum hevði heimstað í Havn.

Í 1936 gavst Theodor við skips­lívinum. Tá fekk hann sær bátin Gáshólmur, og fór at royna eftir kalva. Gáshólmur var júst yvir 20 tons og kom tí undir tryggingar-skyldu. Tað var so nógvur kalvi har á leiðini, at Theodor helt, at hetta skuldi roynast. Men hetta var kortini rættuliga trupult. Eitt var, at greiðirnar vóru ringar. Tí var neyðugt at vera vera varin, tá ið sett varð. Tað var eisini trupult at fáa gott agn.

Kalvin skuldu sendast til Dan­­markar feskur. Tí mátti hann sigla kalvan til Havnar, har Gynnu Jóannes skipaði fyri at avskipingini.

Tað ringasta var, at tað var so trupult at fáa ís. Eina ferð var einasta loysn ein kavafonn í Tjóðadali. Teir fara eftir kava og ísa kalvan við honum. Seinni komu boð um, at kalvin var berur, tá ið hann kom fram. Tað einasta, sum var eftir av kavanum, var mold og gras. So hetta skuldu ikki roynast aftur!

Ein stuttlig søga er um fyrstu ferð Thedor sá ein bil. Bilur var sjálvsagt nakað øll høvdu hoyrt um, men eingin visti rættuliga, hvussu ein bilur sá út í verki. Eina ferð, teir koma heim frá skipi, síggja teir eitt merkiligt “vesin”, sum fer eftir vegnum. Tað fyrsta, sum kom til hugs, var, um hetta kundi vera ein hesta-vognur, men teir sóu skjótt, at tað var tað so ikki. Tá var hetta fyrsti bilur, sum kom til Sørvágs!

Theodor selur Gáshólm um 1940, og fær sein ein lítlan bát aftur, sum hann rør út við, men hann arbeiddi eisini hjá bretska hervaldinum. Hann letur væl at bretunum í Vágum.

Thedor fekst eisini aftaná kríggið við at stoypa hús fyri fólk. Hann fekk sær blandimaskinu og formar til hetta endamál.

 

Giftist og fær handil

Í 1940 giftist Thedor við teirri 5 ár yngri Nenceu, sum eisini var úr Sørvági. Tey fngu 10 børn, fimm av hvørjum slag. Tað hugaliga er, at tey búgva øll í Vágum. Væl er eisini komið undan. Abbabørnini eru 29, og langabbabørnini 48. Tað er eingin vandi fyri, at ættin doyr út!

Í 1955 fer Thedor at handla. Hetta byrjaði við, at Hjalmar Hvítklett, seinni kendur sum ein av reiðarunum á Vesturvón, fór at handla í kjallaranum hjá Theodor. Fimm ár seinni flytir Hjalmar í ein størri handil. Tá fer Theodor at handla sjálvur. Hann fór at tosa við Poul Hansen og fekk vøru fyri kr. 2.300. Væl gekk, og í 1968 bygdi Theodor sær ein nýggjan handil á Gomlu Rætt. Ein slík er eisini í Sørvági.

Theodor fór eisini at selja mjólk. Fyrst var tað í fløskum. Men hetta gav so nógv arbeiði at reinsa fløskurmar, at skjótt varð farið at selja mjólkina í spannum. Mjólkin kom fyrst og fremst úr Bø, hat tað eru fleiri bøndur. Mjólkin var so koyrd til Sørvágs. Men tað var ikki altíð, at tað var koyrandi til Bíggjar fyri kava. Tá var ikki kavarudding sum í dag, so teir máttu sjálvir rudda kavan av vegnum. Var ov nógvur kavi varð farið við báti eftir mjólkini. Hetta kundi vera strævið.

Theodor seldi eisini gass fyri Gass Martin í Havn. Theodor gavst at handla umleið 1975.

 

Virkin missións­maður

Theodor hevur verið virkin missiónsmaður alla sín tíð, og tað vóru foreldrini eisini. Men tað kann vera áhugavert at nevna, at abbi hans-ara Thomas Djonesen (1857-1926), vanliga kallaður Djóna Tummas var tann fyrsti í Sørvági sum var umvendur gjøgnum gamla Sloan um aldamótið. Hann fór at halda møtir í skúlanum, men tá ið fólk skiltu, at hetta varð ein nýggj læra, varð skúlin stongdur.

Í blaðnum Naade og Sandhed, útgivið av Arthur Brend og Daniel J. Danielsen, hevur Tummas í 1916 eina frásøgn um, tá ið hann í 1910 saman við einum soni og ein gentu úr Sørvági fór við ferðamannaskipi til Íslands, har ætlanin var at rógva út. Vegna veður vórðu teir settir av í Raufarhøfn í staðin fyri sum ætlað á Heiði norðantil á Langa-nesi.

Tey trý máttu so við øllum viðførinum í einum tríbekki sigla við seglum til Heiðar. Hendan ferðin tók 9 tímar, og teinurin var 30 fjórðingar. Tey vóru ikki meira enn framkomin, tá brast á við illveðri. Tá kundi verðið verri vorðið.

Henda frásøgnin verður nýtt sum mynd fyri ein andaligan boðskap. Tummas hevur uttan iva kent Daniel J. Danielsen, hvørs dramatiska lív í Congo er lýst í Miðvikuni. Hann var sera virkin í brøðrasamkomuni í Sørvági fyrstu tíðina. Hetta man vera grundin fyri, at henda søgan er varðveitt.

 

Synd at koyra bil sunnudag!

Annars greiðir Theodor áhuga-vert frá, hvussu fast fólk hildu um tað at halda sunnudagin heilagan. Tá ið missiónsvikur vóru, og tey vóru koyrd í lastbili var prátað um, hvørt tað ikki mundi vera synd at koyra bil sunnudag. Førarin á bilinum mátti jú arbeiða heilagt!

Theodor hevur luttikið í missións­­arbeiði bæði við at hava eitt orð og tímiliga. Hann var við til at byggja missiónshúsið í Sørvági.

Hann hevur eisini havt gott samband við Kirkjuliga Missiónsfelagið og kennir væl Elsu Jacobsen, hvørs spennandi lív í Etiopia hevur verið lýst í Miðvikuni. Í stovuni hevur hann eina mynd av, tá ið Elsa varð vígd til trúboðara í 1960. Eisini hjálpti hann í síni tíð til at byggja Missiónshúsið við Landavegin.

 

Virkin í nærum 100 ár

Theodor er fyrsti innføddi sørvingur, sum er blivin 100 ár. Tó var ein 100 ára føðingardagur í Sørvági fyri góðum 50 árum síðani, tá ið Eiriks Poulina, ættað úr Mykinesi, gjørdist 100 ár. Hon var sera sterk. Eina ferð bar hon ein 200 punds sekk heima av Bakkanum. Henni var lovað, at hon skuldi eiga sekkin, um hon kláraði tað.

Alt í alt heldur Theodor, at alt hevur lagað seg væl hjá honum. Heilsan hevur verið hampiliga góð. Nú er so báturin seldur, men hann var fleiri ferðir á floti so seint sum í fjør. Hann heldur, at tað er gott ikki at hava nógvar kreftir, tí so ovtekur ein seg ikki! Hvussu tað er við hesum vita vit tó ikki.

Hann var uppi eini tekjuni hjá sær, tá ið hann var 96 ár. Hann tók koyrikort sum gott 50 ára gamal og koyrdi, til hann var 87 ár.

Framvegis fylgir hann sera væl í tí, sum hendir í samfelagnum. Áhugin fyri fiskiskap er framvegis stórur. Er hann ikki sjálvur á kaiuni at fregnast um fiskarí, so ringir hann at vit, hvussu tað gongst.

Hann er framvegis einsamallur í húsi. Men við øllum børnunum í oynni, er hann ikki einsamallur. Døturnar geva honum døgurða, men annars klárar hann seg sjálvan.

Føðingardagurin í missións-húsinum Libanon eydnaðist væl, hóast líkindini ikki vóru tey bestu. Nógv fólk heiðraðu føðingardagsbarninum og hava vit fingið myndir, sum eru tiknar av abbasoninum Bárði.

Tað var stuttligt og lívsjáttandi at hitta Theodor. Vit takka fyri hetta áhugaverda prátið, sum er eitt áhugavert íkast til søgu før-oyinga í 20 øld.