Ein 35 ára gamal maður er handtikin og skuldsettur fyri óviljað manndráp í sambandi við ein illgrunasaman deyða í grønlendsku bygdini Eqalugaarsuit.
Tað skrivar Grønlands Politi í tíðindaskrivi.
Týsdagin fór løgreglan á ein bústað í bygdini, har ein 49 ára gomul kvinna varð funnin deyð.
Tað var løgreglan sjálv, sum fann kvinnuna eftir fráboðan týsmorgunin klokkan 10.52, har hon varð meldað saknað.
Fráboðanin fekk løgregluna at fara á ein bústað nærhendis Qaqortoq, sum liggur í sunnara parti av Grønlandi.
Tann 49 ára gamla hevði verið saknað í eina tíð, upplýsti løgreglan til Ritzau týsdagin. Tað var ikki greitt, hvussu leingi hetta hevði verið.
Løgreglan noktaði týsdagin at greiða frá, hví umstøðurnar kring kvinnuna verða mettar at vera illgrunasamar.
Tey avvarðandi eru kunnað.
Í dag varð 35 ára gamli maðurin framførdur í grundlógaravhoyring, sum fór fram fyri afturlatnum hurðum.
Maðurin hevur verið afturhildin og verður varðhaldsfongslaður í 27 dagar. Hann hevur kært avgerðina.
Tað er ikki greitt, um samband er millum hesi bæði.
Løgreglan í Grønlandi skrivaði í dag, at hon framvegis er til staðar á bústaðnum. Rættarlæknar og ein rættarsjúkufrøðingur úr Danmark eru boðsend at hjálpa til við kanningunum.
/Ritzau/











