Nýbygningur
Væl av fólki var samankomið í góðveðrinum á Skála leygarmorgunin til móttøku. Seinni nýbygningurin hjá Thor í Hósvík skuldi av bakkastokki, og fólk vóru forvitin eftir at síggja og fylgja hesi hending.
Áðrenn skipið varð loyst í byggihøllini og kundi stevna út á sjógv, søgdu Mourits Mohr, rakstrarleiðari og Thormund Johannesen, verkætlanarleiðari á Skála Skipasmiðju, nøkur orð.
Skipasmiðjukórið setti eisini sín dám á hesa fyrstu løtuna av hátíðarhaldinum.
Dýrd á vík…
Alt gekk skjótt og væl fyri seg.
Tá løtan kom, setti nýbygningurin stevnið oman úr hurðagapinum og fór so hábærsligur omaneftir bedingini og út á sjógv.
Nakrir bátar lógu eisini út fyri Skála Skipasmiðju og fylgdu løtuni í silvitni og bakandi morgunsól.
Eftir at skipið hevði ligið eina løtu úti á vánni, varð endi settur á, og nýbygningurin varð sleipaður aftur til bryggju.
Eftir sjóseting bjóðaði Skála Skipasmiðja til pinnamat og okkurt leskandi, samstundis sum Skipasmiðjukórið aftur setti sín dám á við sanginum “Dýrd á vík og vág…”
Alpha og Omega
Hóast hetta seinna skipið hjá Thor í Hósvík enn ikki er navngivið, krógvast navnið ikki, sum er sveisað á skipssíðuna.
Thor Omega verður navnið, og tað er kanska ikki so undrunarvert, tá fyrri nýbygningurin, sum varð navngivin og latin eigarunum tíðliga í hesum árinum, fekk navnið Thor Alpha.
Thor Alpha og Thor Omega eru systirskip. Hetta eru nýbygningar nummar ávikavist 56 og 57 á Skála Skipasmiðju.
Hetta eru veitingarskip til oljuvinnuna. Tey eru 55 metrar long og 13 metrar breið.
Um ein lítlan mánaða fer Thor Omega niður til Assens í Danmark, har skipið verður sandblást, metalliserað og málað, og sambært sáttmálanum verður nýbygningurin latin eigarunum 14. september í ár.










