jøvnum millumbili minnir teg á, at ein gongurtúrur Yviri við Strond er við lívinum sum innsatsi. Hetta pettið av vegakervinum í høvuðsstaðnum er blivið eitt slag av »deyðans ringvegi«. Her láta fleiri fólk lív [...] breið vegastrekki í Havn eisini). Hvat munar best, eri eg sum leikmaður ikki førur fyri at siga, men at leggja nakrar bungur ella ryggir við jøvnum millumbilum niður á vegin er ein møguleiki. Slíkar ferðbremsur [...] verið eftir fleiri hesa vanlukkunátt. Men dagar teirra vóru eftir øllum at døma ikki taldir. So stutt er síðan, at blómur prýddu stikið við Penapláss, har Lis og Kriss Guttesen doyðu av ferðsluóhappi í vár
trúarlærum. Og tað, at hetta hendir á kristnum møtum, er heldur ikki nakað prógv fyri, at tað er Guð, sum stendur aftan fyri, skrivar Anfin Skaaheim. Men hetta er heldur ikki nakað nýtt innan kristnar samkomur [...] spurnartekin við, hvat tað veruliga er, sum hendir. Spjaðing Fleri eru, sum siga, at Toronto-rørslan hevur skapt spjaðing innan kristiligt trúarlív. Bergur Debes Joensen sigur, at í Englandi er Toronto-rørslan [...] Hansen, at fólk eru vaknaði av rumblinum, verið hevur, og eru farin at gáa eftir, hvat álítandi er av tí, sum sagt verður, og hvat, ið heldur. Á tíðindafundi, sum fólkini, ið komin eru vestan hav, høvdu á S
ynskja sær løg. Tað er bundið Tað er ikki bara sum at siga tað at bjóða seg fram sum vertur í Náttarravnunum, tí tað krevst at tú ert tøkur hvørt einasta leygarkvøld í eitt hálvt ár. Tað er sera bundið, men [...] men eg havi hug at halda fram. Tað er stuttligt at gera sendingina, og tað er spennandi hvørjaferð vit fara undir ein nýggjan vetur, sigur Heðin Arge, sum hevur verið við, síðani sendingin byrjaði av fyrstan [...] oktober fara Náttarravnarnir aftur í luftina. Men tað verður ein øðrvísi sending, og aftur hesaferð er annar av vertunum skiftur út. Heri Jacobsen, sum tók við, tá Birgir Kruse gavst, var vertur saman við
Beatbox var á skránni tríggjar vetrar fyrst í 90¹unum, men seinnu árini er hon ikki sloppin uppí part. Vit hava hugsað nógv um, hvat vit skuldu gera við seinasta tíman í Náttarravnunum, og vit eru komnir [...] men tað høvdu vit ikki hug at halda fram við í ár. Fyri tað fyrsta er tað avmarkað hvussu leingi vit kunnu gera tað, og fyri tað næsta er tað keðiligt, at spæla tónleik av einum ávísum bólki í ein tíma, [...] meiri áhugaverdan. Og tað verður gjørt við at seta Beatbox á skránna tann seinasta tíman. Lurtarin er gjøgnum spurnarkappingina longu vorðin ein týðandi partur av sendingini, og við at at taka Beatbox
so fløkt, at eingin finnur fram til, hvat er hent. Edmund Joensen heldur, at kanningin nú má gerast liðug. Tá hon ikki er ein dómur men ein skráseting av tí, sum er farið fram, og tá pressan og politiska [...] aftur, at F. N. Christensen nakrantíð er komin til sín og greitt frá habilitetstrupulleikunum, soleiðis sum hann verður lagdur fram nú. Hann vísir á, at málið er vorðið til eitt politiskt pink-pong, og [...] politiska skipanin í Føroyum hevur einki fingið at vita um habilitetstrupulleikan, soleiðis sum hann nú er førdur fram av donskum embætismonnum og løgmálaráðharranum. -Høvdu vit vitað tað, so varð skrivarin
Malmros er ikki serliga tíðindafróður at greiða frá innihaldinum í filminum, men henda lýsingin er, eftir hvat skilst, ikki so langt av leið frá lýsini hjá Jørgen-Frantz Jacobsen, sála. Spurdur hvat filmsstjórin [...] til veruleika. Hóast ógvuliga lítið er likið út um innihaldið, so er forvitnið vakt. Vónirnar um at filmurin stendur mát við skaldsøguna eftir Jørgen-Frantz Jacobsen, er avgjørt til staðar. Nils Malmros hevur [...] Hann er ið hvussu so er peningaliga størsta projektið, sum danir hava roynt. Hann kostar 37,6 mió. krónur, upplýsir Nils Malmros. Í søguni um Barbaru, harra Pál og hini, sum koma teimum nær, er boðskapurin
og tók ferðin knappar 2 tímar. Og vil eg hava fatur á dóttrini í Odense, er bara at ringja og samband er í somu løtu. So verðin er minkað hesi árini, ikki bara minkað, men eisini broytt, umstøðurnar eru [...] so tit føla medábyrgd av tí, ið hendir. Í dag er stevna, og tað er hugaligt at síggja, at tit hava tikið traditiónirnar við tykkum til Danmarkar. Kappróður er okkara tjóðarítrótt, og ein føroyskur bátur [...] ófaklærdar gentur arbeiddu undir niðri. Tað er tristur lesnaður. Men tær høvdu onki val. Heima var ikki brúk fyri teimum, og ongi útlit vóru fyri eini útbúgving. Nú er øðrvísi. Hóast kreppu heima á landi, so
virðingin fyri sjónleiki er nógv mentur seinastu árini. Fólk hava øðrvísi fatan av leiklist, sum ein mentan fyri seg, ið er annað og meira enn bara at flenna at, tó at tað er viðurkent, at gjørgum láturin [...] tað var ókent fyribrigdi, at vaksin fólk ³spældu3 sær, sum tikið varð til. Síðan tá er nógv vatn runnið í ánna, hvat leiklist viðvíkur í Føroyum. ³Gríma3 setti sær frá byrjanini sum stevnumið at framføra [...] til hesi árini. Nú er tað ikki ókent fyribrigdi, at áhugaleikarar og yrkisleikarar kanska eru ósamdir á máli, men tað liggur náttúrligt í kappingini millum bólkarnar. Yrkisleikur er vorðið álvarsligt virksemi
fer hon niðan aftur í Nýggjustovu. Í filminum hvørvur hon við mjórkanum - og eingin veit síðan, hvat hent er henni. Sorinskrivarin var hennara lagna - Fáfongd, sumhann sjálvur segði? Vit koma við hópin av [...] høvuðsleikararnar fyri áskoðarunum. Filmurin fylgir væl søguni hjá Jørgen-Frantz Jacobsen, men endin er broyttur. Í bókini kemur Barba aftur at landi, tá hon hevur róð eftir Fortuni - niðurboygd av sakni
kring heimin, er í dag undir illgruna fyri at hava rikið ein grótharðan og eirindaleysan hjálandapolitikk mótivegis føroyingum. Umdømi Danmarkar í altjóða høpi er av álvara í vanda. Støðan er sera trupul [...] trupul og ringt er at vita, hvat vit nú eiga at gera, men av og á havi eg hugsað tann tankan, at vit eiga at fara til mannarættindar dómstólin í Strausburg, við áheitan um eina óhefta kanning av øllum tí, sum [...] viðvíkjandi Føroyum hevur verið í loyndum og á ymiskum donskum ráðharrastovum, og at alt hetta virksemið er samskipað í tí sonevndu »færøgruppen«. Ein av limunum í føroyabólkinum var Erik Bonnerup. Hesin var