Løgmaður vil hava prógv

-Eg hvørki kann ella ætli at hava sitandi á mær ein illgruna um ein ivasaman leiklut í habiltetsmálinum, og tí havi eg kravt av dønum at koma við dokumentatión fyri tí teir hava ført fram. Hetta finna vit okkum ikki í, og tí mugu danir leggja prógvini á borðið.

Sigur Edmund Joensen, løgmaður til pástandirnar frá danskari síðu, um at politikarar í Føroyum vórðu kunnaðir um sambandi millum Michael Rekling og Den Danske Bank.

Hann vísir á, at politiska skipanin í Føroyum hevur einki fingið at vita um habilitetstrupulleikan, soleiðis sum hann nú er førdur fram av donskum embætismonnum og løgmálaráðharranum. -Høvdu vit vitað tað, so varð skrivarin ikki góðkendur uppá nakran mátan.

Løgmaður sigur víðari, at Finn N. Christensen fekk heldur einki at vita um hetta, áðrenn 30. juni, tá hann M. Rekling varð settur.

Løgmaður vísir avgjørt aftur, at F. N. Christensen nakrantíð er komin til sín og greitt frá habilitetstrupulleikunum, soleiðis sum hann verður lagdur fram nú.

Hann vísir á, at málið er vorðið til eitt politiskt pink-pong, og tað kundi týtt uppá, at politikarar og embætismenn í Danmark hava ein trupulleika, sum teir royna at fáa víðari ella royna at gera tingini so fløkt, at eingin finnur fram til, hvat er hent.

Edmund Joensen heldur, at kanningin nú má gerast liðug. Tá hon ikki er ein dómur men ein skráseting av tí, sum er farið fram, og tá pressan og politiska skipanin hava so gott eygað á henni, havi eg álit á, at tað verður ein góð kanning, sum avklárar og skrásetir hesi tingini.