Deyðans ringvegur

Harri blaðstjóri, vinarliga hýsið mær hesum lesarabrævi.

»Ein bilvanlukka í nátt kravdi eitt mannalív?«

Harri blaðstjóri, vinarliga hýsið mær hesum lesarabrævi.

»Ein bilvanlukka í nátt kravdi eitt mannalív?«, las útvarpið dagin eftir, og »Nú hendi tað aftur«, var yvirskriftin í Dimmalætting eftir syrgiligu deyðsvanlukkuna Yviri við Strond, nú 22 ára gamli Jan Bjørklund Nielsen, ein av trimum ungdómum í bilinum, sum koyrdi oman av vegnum, læt lív. Boðini kundu verið eftir fleiri hesa vanlukkunátt. Men dagar teirra vóru eftir øllum at døma ikki taldir.

So stutt er síðan, at blómur prýddu stikið við Penapláss, har Lis og Kriss Guttesen doyðu av ferðsluóhappi í vár. Tær páskaliljurnar vóru ikki meir enn følnaðar. Nú hanga so aftur nýggj blómutyssi á stikinum bert 300 metrar longur úti.

Vit drýpa aftur høvur í sorg og føla við teimum, sum mist hava.

Men vit eiga samstundis at nýta hetta høvi til at spyrja, hvussu vit sleppa undan fleiri deyðsvanlukkum eftir hesum koyrivegnum.

Við hetta lag munnu tey havnarfólk, sum plaga at spáka eftir hesum náttúruvakra vegastrekkið fram við Strond, fara at aftra seg. Tú skalt ikki hava kálvahjarta fyri at tora at brúka gongubreytirnar báðumegin vegin, ja enntá at koyra eftir honum. Blómutyssi og nýggjar stiklongdir við jøvnum millumbili minnir teg á, at ein gongurtúrur Yviri við Strond er við lívinum sum innsatsi.

Hetta pettið av vegakervinum í høvuðsstaðnum er blivið eitt slag av »deyðans ringvegi«. Her láta fleiri fólk lív enn á flestu grand prix rasarabreytunum úti í stóru verð.

Vit eru millum teirra, sum búgva fram við vegnum Yviri við Strond. Fyri okkum er tað einki nýtt, at henda beina og breiða vegalongd verður brúkt til skilaleysa koyring, mest á náttartíð. Javnan hoyra vit um kvøldið, ja vakna enntá á nátt av motorljóðinum frá bilum, sum við rúkandi ferð koyra rallykoyring fram við húsum okkara.

Løgið, at ungfólk ikki læra av skaðanum, øðrum eru fyri, sum raka tey sjálvi og síni næstu, ella at ósek verða rakt av hesi vitleysu koyring.

Eyðvitað batar l´æitið at seta vegskelti upp við ferðaavmarking ella banni fyri at koyra skjótari enn eitt vist.

Men so mugu onnur ráð vera til at taka. Tórshavnar býráð varar av vegakervinum og ferðsluni í býnum. Løgreglan hevur ábyrgd av, at ferðslulógin verður hildin.

Tí fari eg at heita staðiliga á avvarandi myndugleikar at seta í verk tað, sum krevst, til at vegurin verður tryggari Yviri við Strond (og onnur freistandi bein og breið vegastrekki í Havn eisini). Hvat munar best, eri eg sum leikmaður ikki førur fyri at siga, men at leggja nakrar bungur ella ryggir við jøvnum millumbilum niður á vegin er ein møguleiki.

Slíkar ferðbremsur nýtast ikki at nerva vanliga ferðslu, sum innanbíggja liggur upp til 50 km/tíman. Harmiligt, at bilførarar, sum vísa hógv og ábyrgd aftan fyri bilróðrið, skulu fáa sína koyring órógvaða av hesum vegbungum. Men sum so mangan noyðast lóglýdnir borgarar at liva við forboðsreglum, sum verða settar í verk fyri at avmarka skaðan hjá teimum fáu, sum ikki vilja vísa neyðugt atlit móti sínum meðmenniskjum.

Aftur og aftur uppliva vit, at deyðsføll skulu til, áðrenn myndugleikarnir taka seg um reiggj at fyribyrgja fleiri vanlukkum. Nú má vera ovboðið hjá teimum flestu. Nú má »deyðans ringvegur« hava elvt til ovmikið av sorg og trega til, at avvarandi myndugleikar taka neyðug stig til at tálma koyriferðina eftir hesum vegastrekki fram við Strond.

Gott í tykkum, sum ráða fyri, fyribyrgið fleiri ferðsluvanlukkum við neyðugum tiltøkum.


Pole Mohr Poulsen,

Yviri við Strond 103