TÓRSHAVN: Mánadagin fer Útvarp Føroya í holt við nýggju vetraskránna
Og sum vanligt fer tað at hava við sær, at nýggjar sendingar síggja dagsins ljós og at gamlir kenningar koma afturíaftur.
Seinastu árini hevur sendingin seint leygarkvøld verið ein av teimum allarbest umtóktu sendingunum.
Og leygarkvøldið 4. oktober fara Náttarravnarnir aftur í luftina.
Men tað verður ein øðrvísi sending, og aftur hesaferð er annar av vertunum skiftur út.
Heri Jacobsen, sum tók við, tá Birgir Kruse gavst, var vertur saman við Heðini Arge seinasta vetur, men nú erhann farin til Danmarkar, og tá Heðin sætta árið á rað setur seg við mikrofonina, verður tað við Rúna Jákupssyni afturat sær.
Rúni hevur í eitt ár gjørt tónleikasendingar í útvarpinum, men nú tekur hann eitt stórt stig upp eftir stiganum.
Hann fær kjansin sum vertur í Náttarravnunum.
Rúni hevur eina framúr góða rødd, og er annars eitt stórt talent, rósar garvaði Heðin Arge nýggja vertinum.
Eg havi hoyrt sendingarnar hjá Rúna, og haldi, at hann hevur staðið seg sera væl. Tá tað so gjørdist greitt, at Heri ikki helt fram, spurdi eg hann beinanvegin. Eg kenni Rúna millum annað frá tí at hann arbeiddi í plátuhandilinum hjá Tutl, og eg veit, at hann hevur áhuga fyri og veit væl um tónleik, greiður Heðin Arge frá.
Og Rúni var ikki bangin fyri at siga ja til fyrispurningin.
Eg var púra paff tá Heðin spurdi meg, tí eg hevði ikki droymt um at fingið hendan møguleikan. Men eg svaraði ja mest sum beinanvegin. At arbeiða við Náttarravnunum verður spennandi, og eg gleði meg til at fara rættiliga í gongd, sigur Rúni Jákupsson.
Mær hevur altíð dámt Heðin sera væl sum útvarpsvert. Hann hevur gjørt sendingar, sum ungdómurin hevur tímað at lurta eftir, og eg síggi fram til samstarvið við hann.
Sendingin
verður broytt
Broytingar eru gjørdar við Náttarravnunum, síðani sendingin fyrstu ferð fór av bakkastokki í 1992, men bulurin hevur allatíðina verið tann sami.
Tættir eru komnir og farnir, men sendingin hevur allatíðina líkst sær sjálvari.
Til komandi vetrarskrá verða fleiri broytingar gjørdar við Náttarravnunum, men aftur hesaferð verður hon til at kenna aftur.
Sendingin verður sum vanligt send frá kl. 22.00 til 01.00 leygarkvøld, og kl. 23.00 verður spurnarkappingin á skránni.
Spurnarkappingin verður skipað á sama hátt hendan veturin, sum hon var seinast. Skalt tú vinna, skalt tú gita fýra spurningar í slag. Klárur tú ikki tað, kemur annar lurtari til, og hann skal so svara fýra nýggjum spurningum, sigur Heðin Arge.
Men broyting verður gjørd fyri at stytta eitt sindur um kappingina. Vit hava havt 16 spurningar í hvørjum umfari, men nú verða teir minkaðir til 12. Spurnarkappingin er týdningarmikil partur av sendingini, men í fjør dróg hon ofta ov leingi út.
Vinningarnir verða aftur í ár nógvir og góðir.
Ummælini av fløgum verða aftur at hoyra, men filmstátturin verður avtikin.
Høgni Djurhuus hevur á midnátt havt hugleiðingar um aktuell mál, og hann verður aftur at hoyra í vetur.
Slatriløtan verður ein nýggjur táttur í sendingini. Tað eru nakrir minuttir við slatri um tey kendu fólkini í útlondum.
Og annar nýggjur táttur er Túnatos, sum Rúni skal taka sær av. Hann skal út millum fólk at spyrja um okkurt lætt, aktuelt evni. Hesin táttur verður bandaður og sendur í sendingini.
Og tá Høgni Djurhuus hevur tikið aktuell mál upp í sínum tátti á midnátt, fer eitt gamalt eyðkennislag at runga.Tí seinasti tímin í Náttarravnunum verður í vetur settur av til Beatbox.
Tá kunnu lurtarar senda brøv til teir báðir vertirnar og ynskja sær løg.
Tað er bundið
Tað er ikki bara sum at siga tað at bjóða seg fram sum vertur í Náttarravnunum, tí tað krevst at tú ert tøkur hvørt einasta leygarkvøld í eitt hálvt ár.
Tað er sera bundið, men eg havi hug at halda fram. Tað er stuttligt at gera sendingina, og tað er spennandi hvørjaferð vit fara undir ein nýggjan vetur, sigur Heðin Arge, sum hevur verið við, síðani sendingin byrjaði av fyrstan tíð.
Tú mást bara innstilla teg uppá, at hvørt leygarkvøld ert tú til arbeiðis. Tað ber ikki til at sníkja seg undan, um okkurt annað stingur seg upp. Tú mást verða har hvørjaferð.
Við hvørt kann tað vera strævið og óhugaligt, ikki minst tá tað líður móti sumri, og tú hevur verið í luftini ein heilan vetur, men eftir ein summarsteðg, hevur tú aftur mót uppá at fara í gongd aftur.
Fyri Rúna Jákupsson verður hetta nakað nýtt.
Eg veit hvat sendingin fer at krevja av mær, og eg eri klárur til hesa avbjóðingina, sigur verturin, sum í august fór undir lesna á Hægri Handilsskúla í Havn.
4. oktober kl. 22.10 fara Náttarravnarnir aftur í luftina, og helmað verður ikki í fyrrenn einaferð móti sumri næsta ár.