Nú bíði eg spentur eftir dóminum frá føroyingum

Seinastu fýra árini hevur filmsstjórin arbeitt við projektinum at gera skaldsøguna hjá Jørgen-Frantz Jacobsen livandi á filmsløriftinum, íroknað er eisini vikartíðin á Landssjúkrahúsinum, har hann, fyri at koma nærri føroyska umhvørvinum, starvaðist sum lækni. - Alt havi eg gjørt fyri Barbaru¹sa skyld, sigur filmstjórin

Tað eru ikki bert føroyingar, sum vænta sær nógv av filminum ?Barbara³, sum Nils Malmros sigur seg hava brúkt fýra ár av sínum lív at gera til veruleika.

Hóast ógvuliga lítið er likið út um innihaldið, so er forvitnið vakt. Vónirnar um at filmurin stendur mát við skaldsøguna eftir Jørgen-Frantz Jacobsen, er avgjørt til staðar.

Nils Malmros hevur fingið fyribils dómin, tá nakrar studentaskúlalærarar herfyri sóu filmin í Danmark. Teir vóru á einum máli um, at hetta var kanska besta kærleikssøgan í okkara tíð, og eisini størsti filmur higartil í danska filmheiminum.

Hann er ið hvussu so er peningaliga størsta projektið, sum danir hava roynt. Hann kostar 37,6 mió. krónur, upplýsir Nils Malmros.

Í søguni um Barbaru, harra Pál og hini, sum koma teimum nær, er boðskapurin lýstur við brennandi kenslum, kærleika, líðing og øvund, hevur ljóðað frá teimum, sum hava sæð filmin. Onnur viðmerking er, at talan er um mætastu kærleikssøguna í okkara tíð.

Filmsstjórin er fegin um, at fólk,sum hava sæð filmin, hava givið hesi viðmæli, tí tað hevur hann hildið, síðani hann sum 17 ára gamal las skaldsøguna fyrstu ferð. Øll árini hevur Nils Malmros havt ein dreym um at gera ?Barbaru³ til film.

Seinastu fýra árini hevur lív hansara verið merkt av fyrireikingini til endaliga úrslitið, sum nú fyriliggur.


Eg gjørdi alt

fyri Barbaru

- Um tað so var at starvast sum lækni á Landssjúkrahúsinum eitt skifti, so var tað eisini gjørt fyri Barbaru¹sa skyld. Tað var gjørt fyri at læra føroyingar og umhvørvið her at kenna, sigur Nils Malmros.

- Útlendingar eru eisini forvitnir. Filmurin er fyribils seldur til Korea, men væntandi verður eftirspurningurin stórur, tá ?Barbara³ kemur á altjóða filmsmarknaðin, eftir heimsfrumsýningina í Føroyum, sigur Niels Malmros í telefonini úr Danmark við Sosialin.

Nils Malmros sigur, at hetta er ikki berst størsta tiltak hann hevur gjørt, men eisini fyrstu ferð, at filmstjórin hevur gjørt ein film,s um hann ikki sjálvur hevur gjørt handrit til, og sum í innihaldi ganga fyri seg í einum fyri honum fremmandum umhvørvi.

Sunnudagin komandi er tí stórur dagur, ikki bert fyri danska filmsheimin og filmstjóran sum heild, men eisini fyri føroyingar og Føroyar.

Gestir í stórum tali koma hendavegin úr øllum Norðurlondum og Finnlandi, við mentamálaráðharrunum á odda, tá filmurin ?Barbara³ á fyrsta sinni verður sýndur fyri almenninginum og innbodnum gestum í Norðurlandahúsinum og í Havnar Bio.

Føroyar verða fyri einaferð skyld karmur um annað enn bankagølur og samfelagskreppu, og vit vera eina løtu sjónlig úteftir, men ikki bert sum eitt náttúruvakurt land í Atlandshavi, heldur Nils Malmros.

- Jú, rætt er tað at náttúrulýsingarnar eru sera væl eydnaðar, men her er ikki talan um ein turistfilm. Náttúrumyndirnar eru bert ein partur av søguni, og ongar upptøkur eru gjørdar, við tí fyri eygað at lýsa náttúruna. Eitt nú er ?Risin og Kellingin³ ikki við í filminum. Tað kemst heilt einfalt av, at t.d. harra Pál, ongantíð í filminum er staddur har, sigur Nils Malmros

Filmstjórin er varin at siga ov nógv um innihaldið. Tað vil hann heldur, at einstaki áskoðarin skal gera sær eina mynd av. Bert viðgongur hann, at úrslitið stendur mát við tað, sum hann hevði ætlað, tá hann fór undir upptøkurnar.

- Eg havi ikki fingið dómin enn, sigur Nils Malmros, men tey fólkini, sum hava sæð filmin, halda, at hann virkar væl eftir tí, sum fer fram í skaldsøguni.


Føroyingar fara

tvær ferðir á bio

- Eg eri sera fegin um at filmurin verður frumsýndur í Føroyum. Nú bíði eg bert spentur eftir, hvat føroyingar fara at siga. Eg vænti at nógvir føroyingar fara at síggja filmin tvær ferðir.

- Fyrstu ferð fyri at forvitnast og síggja føroysku statistarnir og náttúrumyndirnar, og aðru ferð fyri at uppliva søguna um Barbaru, harra Pál og øll hini.

- Eg vil bert siga eitt, og tað er, at um tykkum ikki dámar filmin, so eru tit ikki rættsiktað, sigur Nils Malmros skemtandi.

Filmstjórin sigur annars, at filmurin ikki beinleiðis gongur eftir søgugongdini í skaldsøguni.

- Talan er um mína tulking, sum filmsstjóri. So kunnu vit altíð aftaná skifta tosa um, hvørt mín tulking er røtt ella skeiv. Fyri meg hevur útgangsstøðið verið, at tey, sum eru góð við skaldsøguna, eisini skulu taka filmin til sín.

- Eftir mínum tykki hevur tað eisini eydnast væl. Tá eg verði spurdur um filmin, plagi at siga , at hetta er ein yvirdrivin kenslulig søga, sum gongur fyri seg í stórfingnu føroysku náttúruni, tó við einum farra av speisemi, sigur Nils Malmros.

Sambært Nils Malmros er Barbara ein lívsglað prestaeinkja, sum dregur mannfólk at sær. Hon mettast ikki, men etir teir - eina fyri og annan eftir. Teymaleyst og grammliga tekur hon til sín, uttan fyrilit um avleiðingarnar.

Nils Malmros er ikki serliga tíðindafróður at greiða frá innihaldinum í filminum, men henda lýsingin er, eftir hvat skilst, ikki so langt av leið frá lýsini hjá Jørgen-Frantz Jacobsen, sála.

Spurdur hvat filmsstjórin nú fór at taka sær til, ella um hannh evði annað filmsprojekt at fara undir, sigur Nils Malmros, at nú fer hann fyribils aftur at arbeiða sum lækni.

- Tað hevur verið sagt og skrivað nógv um filmin, seinasta árið. Eitt nú var filmurin nevndur í einum australskum blaði.

- Tú vart endurgivin fyri at hava sagt, at høvuðsleikarin í ?Barbaru³ í Føroyum var at sammeta við ?Barbiedukkuna³ í Amerika. Er tað ikki óheppin marknaðarføring at sammeta Barbaru við eina Barbiedukku?

- Hatta er ein misskiljing. Eg havi ikki hoyrt hetta áður í hesari merking, sigur Nils Malmros.

- Eg havi hinvegin sagt, at føroyingar kallaðu føroysku statistarnir fyri ?barbiedukkur³. Helst er hetta komið skeivt fyri onkunstaðni, sigur filmsstjórin.

Hann heldur avgjørt ikki, at samanberingin er hóskilig, men er ikki bangin fyri, at hansara tulking av Barbaru, skal fáa slíka vørumerking.