Tá leikbólkurin ³Gríma3 varð stovnaður í 1977, segði Eyðun Johannesen, stigtakari, at tey fimm í bólkinum, sum tá vóru Kári Øster, Rosa á Rógvi, Egi Dam, Birita Mohr, at tey vildu prógva, at tað bar til at liva av at spæla sjónleik.
Hetta vóru stór orð í eini tíð, tá bert nøkur áhugafeløg vóru kring landið høvdu til ítriv um vetrarnar at spæla sjónleik.
Ikki tí at tað varð sett niður á áhugaleikin, men tað var ókent fyribrigdi, at vaksin fólk ³spældu3 sær, sum tikið varð til.
Síðan tá er nógv vatn runnið í ánna, hvat leiklist viðvíkur í Føroyum.
³Gríma3 setti sær frá byrjanini sum stevnumið at framføra góðar, ofta álvarsligar leikir.
Fremmandi leikstjórar komu eisini hendavegin at leggja teimum lag á, hóast t.d. Havnar Sjónleikarfelag eisini hevur roynt hetta áður.
Tað er ikki ov nógv sagt, at júst ³Gríma3 hevur skapt virðing fyri leiklist, sum ein atfinningarsom rødd, sum tók upp á pallin samfelagsmál, menniskjansligar skeivleikar og veikleikar, sum vóru hildnir upp fyri áskoðarunum.
Tað var ikki altíð so væl tikið upp fyrstu árini. Fólk vóru von við at fara til sjónleikir at flenna og hava tað stuttligt.
Í fyrstuni gjørdi ³Gríma3 nógv burturúr at vísa áskoðarunum ofta uppgjørdar og fjákutar leiklutir, kanska fyri at vísa á, at sjónleikur var eitt serstakt yrki, hóast at tað í innihaldinum ofta lá álvarsemi aftanfyri, sum áskoðarar kundu taka heim við sær at hugsa um - ikki altíð við góðkenning í salinum.
Fjas og fjákalótir
Eg minnist einu ferðina í fyrstuni, tá ³Gríma3 var við í einum mentanartiltaki á bygd. Har framførdu fleiri áhugafeløg leikbrot, og eisini hevði ³Gríma3 okkurt at bera fram.
Tá hoyrdist ein ill mansrødd á áskoðaraplássunum harðliga siga, í tí hann reisti seg: ³Hatta tvætlið hjá ³Grímu3 tími eg ikki3, fór trampandi út eftir gólvinum, og klamsaði hurðina eftir seg.
Eg hugsi ikki, at hetta hevði komið fyri í dag.
Vitanin og virðingin fyri sjónleiki er nógv mentur seinastu árini. Fólk hava øðrvísi fatan av leiklist, sum ein mentan fyri seg, ið er annað og meira enn bara at flenna at, tó at tað er viðurkent, at gjørgum láturin fæst sjávt tann mest álvarsliga meiningin fram.
Her hugsi serliga um leikritahøvundin Dario Fo, sum ³Gríma3 rættiliga hevur gjørt kendan í Føroyum.
Ikki bert áskoðararnir hava fingið nógvar áhugaverdar løtur við sjónleiki. Áhugaleikurin hevur øll árini trivist væl undir liðuni á ³Grímu3, sum við skiftandi leikararum hevur hildið lív í hugtakinum, at tað ber til at liva av at spæla sjónleik.
Tað, at áhugafelgini nú í stórum tali eru stovnað, og hava Meginfelagið MáF at stuðla seg til. Tað, sum tey ungu læra um sjónleik og við tilboðum um skeið o.a. í MáF, er kanska eisini vð til at klekja nýggjar leikarar. Eisini limirnir í ³Grímu3 hava havt til arbeiðis at leggja feløgunum lag á. Hetta arbeiðið hevði ivaleyst heldur ikki verið komið so væl áleiðis, um ikki ³Gríma3 við sínum stavnhaldi um at menna leiklistina, ikki hevði verið til hesi árini.
Nú er tað ikki ókent fyribrigdi, at áhugaleikarar og yrkisleikarar kanska eru ósamdir á máli, men tað liggur náttúrligt í kappingini millum bólkarnar.
Yrkisleikur er vorðið álvarsligt virksemi. Eitt nú fara alt fleiri undir at fáa sær útbúgving innan fleiri leiklistarligar greinar, t.d. dramaturgi, koreografi, palluppseting, búnar o.s.fr.
Hetta var at kalla ókendar útbúgvingar fyri 20 árum síðan í Føroyum.
Tað setir krøv til játtandi myndugleikarnar, at føroyingar ikki gerast eftirbátar á leiklistarliga økinum.
Umst.ður og arbeiðsfrið
Í einum framkomnum samfelag sum okkara átti tað at verið ein sjálvfylgja, at vit høvdu nóg góðar umstøður at bjóða fólki, sum arbeiða innan sjónleik.
Tað átti ikki at verið neyðugt at fólk bara kunnu síggja sjónleik í Norðurlandahúsinum.
³Gríma3 anno 1977. Kári Øster, Birita Mohr, Egi Dam, Rosa á Rógvu og EyðunJohannesen
Minsta kravið átti at verið, at t.d. høvuðsstaðurin bjóðaði yrkisleikarum - og ikki bert ³Grímu3 eitt sjónleikarhús og umstøður at arbeiða, sum vórðu eins góðar og tær í Norðurlandahúsinum.
Eitt stað, har øll kundu arbeitt í friði, og ikki upp á lánta tíð her og har.
Tað vendist ikki aftur. Leiklistin - bæði áhuga og yrkisleiklistin hava skapt grundarlagið, nú noyðast myndugleikarnir at geva sítt ískoyti.
Tað hevði verið ein sømilig føðingardagsgáva í 20 ára stovningarárinum hjá fyrsta yrkisleikbólkinum í Føroyum.