TÓRSHAVN: Nú kemur lív aftur í eina av teimum best umtóktu útvarpssendingunum fyri ungdóm.
Frá 4. oktober fær Beatbox sítt pláss aftur í vetrarskránni, og tað verður gjøgnum Náttarravnarnar, at hendan sending nú fær uppreisn.
Beatbox var á skránni tríggjar vetrar fyrst í 90¹unum, men seinnu árini er hon ikki sloppin uppí part.
Vit hava hugsað nógv um, hvat vit skuldu gera við seinasta tíman í Náttarravnunum, og vit eru komnir fram til tað, at vit fara at brúka hann til lurtararnar, sigur Heðin Arge.
Seinasta vetur sendu vit tónleik við einum ávísum bólki eftir midnátt, men tað høvdu vit ikki hug at halda fram við í ár. Fyri tað fyrsta er tað avmarkað hvussu leingi vit kunnu gera tað, og fyri tað næsta er tað keðiligt, at spæla tónleik av einum ávísum bólki í ein tíma, um tað eru nógv fólk, sum als ikki tíma at lurta.
Undirhaldið betur
So nú verður gjørt nakað fyri at fáa hendan tíman meiri áhugaverdan.
Og tað verður gjørt við at seta Beatbox á skránna tann seinasta tíman.
Lurtarin er gjøgnum spurnarkappingina longu vorðin ein týðandi partur av sendingini, og við at at taka Beatbox við, lata vit lurtararnar fáa enn meiri at siga í sendingini, sigur Rúni Jákupsson.
Sum vanligt verða brøv lisin upp í Beatbox, og løgini, sum lurtararnir ynskja sær, verða spæld.
Hetta fer at føra við sær nógv fjølbroyttari tónleik eftir midnátt, og undirhaldið skuldi verið munandi betur eisini, sigur Heðin Arge.
Heðin Arge var sjálvur vertur í Beatbox-sendingini fyrst í 90¹unum, og hann gleðir seg til at fara í holt við tað sendingina aftur.
Tað var heilt ómetaliga stuttligt at gera Beatbox-sendingina, og eg gleði meg til aftur at fáa brøv frá lurtarunum, sigur hann.
Tað verður spennandi at vita hvussu sendingin verður móttikin, men vit vóna, at lurtararnir fara at taka undir við sendingin aftur.
Náttarravnarnir fara at fáa sína egnu heimasíðu á Netinum. Útvarp Føroya hevur eina heimasíðu, og har hava fleiri sendingar longu fingið sína egnu síðu.
Millum teirra er Siesta, har møguleiki hevur verið at skrivað teldupost til sendingina. Og nú Siesta fer í søguna, kunnu fólk halda fram við at senda teldubrøv til Beatbox.
Og teir báðir vertirnir biðja fólk endaliga fara undir at senda teimum brøv longu nú, so teir longu tá fyrsta sendingin fer í luftina, hava nóg mikið av brøvum at taka til.