Ein amerikansk sendinevnd við amerikanska varaforsetanum J.D. Vance á odda lendi í Pakistan í morgun okkara tíð undan ætlaðu friðarsamráðingunum við Iran.
Hetta siga tvær ónevndar pakistanskar keldur við tíðindastovuna Reuters.
Partarnir eru bodnir til pakistanska høvuðsstaðin, Islamabad, av forsætisráðharranum í Pakistan, Shehbaz Sharif.
Hann hevur verið við til at miðla vápnahvíld millum londini í tvær vikur undan samráðingunum.
Vápnahvíldin varð kunngjørd mikukvøldið.
Iranska sendinevndin kom til Islamabad í gjárkvøldið. Tað eru formaðurin í iranska tjóðartinginum, Mohammed Baqer Qalibaf, og uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, sum standa á odda fyri henni.
Mohammad Baqer Qalibaf kravdi fríggjadagin, at tvær treytir verða loknar, áðrenn Iran fer undir samráðingarnar.
Í fyrsta lagi skal vápnahvíldin fevna um Libanon, og í øðrum lagi skulu frystar iranskar ognir latast leysar.
Iran hevur verið ógvuliga ónøgt við umfatandi álopini hjá Ísrael á Libanon, síðani vápnahvíldaravtalan varð undirskrivað.
Bæði USA og Ísrael hava fleiri ferðir noktað fyri, at Libanon skal vera við í vápnahvíldini.
Bara mikudagin doyðu 357 fólk í landinum í álopum, upplýsir heilsumálaráðið í Libanon.
Forsetaskrivstovan í Libanon hevur síðani upplýst, at samráðingarnar millum Ísrael og Libanon verða týsdagin.
Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, fer leygardagin at standa á odda fyri amerikansku samráðingunum í Islamabad.
Áðrenn hann fór til Pakistan, segði hann við CNN, at hann hevði positivar væntanir til samráðingarnar.
– Sum amerikanski forsetin hevur sagt, so eru vit heilt sikkurt sinnaðir at rætta eina hond, um iranar eru sinnaðir at samráðast í góðari trúgv, segði Vance.
– Ætla teir at snýta okkum, so finna teir útav, at samráðingartoymið ikki er so rúmligt, helt hann fram.
J.D. Vance greiddi eisini frá, at amerikanska sendinevndin hevur fingið "nakrar rættiliga greiðar leiðreglur" til samráðingarnar frá amerikanska forsetanum Donald Trump.
USA og Ísrael byrjaðu kríggið 28. februar Endamálið var sambært Trump at forða Iran í at menna kjarnorkuvápn og langtrøkkandi rakettir, sum kundu røkka USA.
/Ritzau/












