Tíðindaskriv:
Fríggjakvøldið vóru innleiðandi umfør til Kontrast FM í judo, har kappast varð um plássini í finalunum í dag. Talan bleiv um fleiri sera spennandi dystir, har nýggju ymiskir kemparar vunnu sær pláss í teimum seks finalunum hjá kvinnum og monnum, sum verða í Høllini á Hálsi í dag, leygardag 11. apríl frá kl. 13 og vístar beinleiðis í sjónvarpinum.
Finala 1 – Kvinnuunglingar
Í hvítum er Josefina Fjallsbak úr Vága Judofelag. Hon hevur verið við í nøkur ár og er ein av venjarunum á Giljanesi. Hetta er hennara síðsta ár sum unglingi. Hon er sera væl fyri teknist og fysiskt, og hennara skjótleiki er ein av hennara styrkjum. Hon kemur inn í finaluna sum verandi meistari hjá kvinnuunglingum. Hon hevur eisini júst umboðað u18 landsliðið í flogbólti, so her er talan um eitt multitalent.
Í bláum er Elisabeth Leo Bech úr Suðuroyar Judo. Hon er júst blivin føroyameistari í u15, so hetta er fyrsta árið, at hon roynir seg í kvinnuunglingum. Hon hevur eisini stutt síðani umboðað Judo Føroyar til Danish Open í bólkinum u15 og verður væntandi at síggja í fleiri føroyskum og útlendskum kappingum framyvir.
Finala 2 – Mansunglingar
Í hvítum er Denis Golovkins úr Havnar Judofelag. Hetta er hansara seinasta ár sum unglingi. Hann hevur ment seg nógv, og má nú metast sum ein hin fremsti judoíðkarin í Føroyum. Um tvær vikur umboðar hann føroyska landsliðið til Europacup fyri mansunglingar í Berlin, sum er sterkasta kappingin av sínum slagi í Europa.
Í bláum er Petur Fríði Dam úr Havnar Judofelag. Hetta er eisini síðsta árið hjá Petur Fríða sum unglingi. Hetta er fystu ferð, at hann roynir seg í finaluni til Kontast FM. Petur Fríði og Denis venja saman dagliga, so talan verður um ein dyst, har kempararnir kenna hvønn annan væl.
Finala 3 – Menn undir 73 kg
Í hvítum er Kjartan Gray úr Havnar Judofelag. Her talan um ein royndan íðkara, sum hevur vant í nógv ár og hevur eisini royndir við at kappast uttanlands. Hetta er fyrsta árið hjá Kjartan í u21 og vaksnum, so árið í ár er merkt av sterkari kapping enn vanligt.
Í bláum er Sveinur Asbjarnarson úr Sunda Judofelag. Hevur somuleiðis vant í nógv ár og er eina av berandi kreftunum í Sunda Judofelag. Sveinur hevur ikki eins nógvar útlendskar royndir sum Kjartan, men judo fyllir nógv í allari familjuni, har yngra systirin eisini er í finaluni hjá kvinnum.
Finala 4 – Menn yvir 73 kg
Í hvítum er Nikolai Sigurðsson úr Klaksvíkar Judofelag. Hann er venjari í Klaksvík og er ein tann royndasti judoíðkarin í felagnum. Nikolai umboðaði Føroyar til Norðurlendska meistaraheitið í fjør hjá monnum og veteranum. Styrki og eksplosivitetur eru hansara bestu amboð.
Í bláum er Denis Golovkins, sum vann á fleiri sterkum mótstøðumonnum á veg til finaluna. Við hansara teknikki og skjótleika skuldi talan verði um ein tættan dyst millum Denis og Nikolai, hvar áskoðaranir kunnu vænta høgan intensitet og kapping um vinnandi kastið.
Finala 5 – Kvinnur opin bólkur
Í hvítum er Josefina Fjallsbak úr Vága Judofelag. Hon vann seg sannførandi í finaluna í innleiðandi umførunum. Í fjør megnaði hon eisini at koma í finaluna hjá kvinnum, men varð ov stutt. Í ár leitar hon eftir endurreisn.
Í bláum er Herdis Asbjarnardóttir úr Sunda Judofelag. Herdis hevur vant judo leingi og leggur nógva orku í lokalfelagið eins og restin av familjuni. Hetta er hennara fysta ár sum u21 og vaksin. Í innleiðandi umfarinum vann hon millum annað á føroyameistaranum frá í fjør.
##med2##
Finala 6 – Menn opin bólkur
Í hvítum er aftur Denis Golovkins. Hann hevur megnað at vunnið seg í allar tríggjar finalurnar, sum hann stillaði upp til, sum týðiliga vísir hansara framgongd. Megnar hann at vinna allar, so er talan um eitt bragd, sum ikki er framt áður.
Í bláum er Tóki Brandson úr Havnar Judofelag, sum eisini er ein av venjarunum í felagnum. Her er talan um læraran móti lærlinginum. Styrkin hjá Tóka má metast at vera í gólvkampinum, hvar hann kann fáa fyrimunin.
Myndir: Tórir Mikkelsen













