HM: Ronaldo tann fyrsti at skjóta mál í seks ymiskum HM-endaspølum

Cristiano Ronaldo hevur fyribils lukkað munnin á teimum atfinningarsomu

Ritzau Scanpix

41 ára gamli Cristiano Ronaldo fekk nógvar atfinningar aftaná fyrsta dystin hjá Portugal í innleiðandi HM-bólki K móti Demokratiska Lýðveldinum Kongo, ið endaði við javnleiki 1-1.

 

Fótbóltsmiðlafólk kring heimin og aðrar atfinningarsamar kreftir hava kravt, at Ronaldo ikki átti at byrjað inni í dystinum móti Usbekistan á NRG leikvøllinum í Houston í Texas.

 

Men tað gingu bert seks minuttir av dystinum millum Portugal og Usbekistan, so hevði Ronaldo svarað atfinningarsomu røddunum aftur við at skjóta eitt gott mál, og harvið leggja Portugal á odda 1-0. Joao Cancelo sendi ein góðan bólt inn í brotsteigin, har Ronaldo time´aði renningina væl og hamraði bóltin í netið. 11 minuttir seinni økti Nuno Mendes til 2-0. Vit venda aftur við dystarfrásøgn og hæddarpunktum aftaná dystin.

 

Ronaldo er tann fyrsti fótbóltsleikarin í søguni, ið hevur skotið mál í seks ymiskum HM-endaspølum. Vorðið sum met. Talan er um HM-endaspølini í 2006, 2010, 2014, 2018, 2022 og 2026. 

 

Ronaldo hevur skotið 144 mál í 230 landsdystum. 31. august í 2017 skoraði Ronaldo hattrick í HM-undankappingardysti móti Føroyum. Portugal vann dystin 5-1. Rógvi Baldvinsson skoraði føroyska málið. Árið fyri 10. oktober í 2016 skoraði Ronaldo eitt mál í 6-0 sigrinum hjá Portugal á Føroyum í somu kapping. 

 

Ronaldo hevur vunnið EM og Nations League við Portugal, men hevur til góðar at vinna HM.

 

Lionel Messi hevur vunnið HM, Copa America tvær ferðir, umframt OL-gull. 

 

Ritzau Scanpix