Koyrdi so skjótt at hann misti koyri­kor­tið á stað­num

Ein bilførari varð máldur at koyra so mikið skjótt, at hann misti koyrikortið á staðnum

Tá løgreglan í gjár var úti við radaranum á Fuglafjarðarvegnum var ein bilur máldur til at koyra 132 km um tíman á landsvegnum, har mest loyvda ferð er 80 km um tíman.

Tá tú koyrir meira enn 50 km um tíman yvir tað loyvda, so er dómurin harður. Koyrikortið varð tikið frá bilførarum á staðnum – tað sum verður nevnd administrativt inndrigið. Har verður síðani lagt upp til eina treytaleysa frádøming, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Ein annar bilførari varð máldur til at koyra 105 á Fuglafjarðavegnum. Tá óvissan verður drigin frá, kemur tað niður á 101, sum er akkurát á markinum til at fáa klipp í koyrikortið.

Í Saltagará var ein bilførari máldur til at koyra 71 í bygdum øki, sum eisini gevur klipp í koyrikortið.