Næsta málið hjá amerikanska rúmdarstovninum, NASA, er Mars.
Tað skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, eftir at rúmdarfarið "Orion" leygarkvøldið danska tíð lendi trygt í Kyrrahavinum.
– Eg gleði meg at síggja tykkum øll í Hvítu Húsunum skjótt. Vit fara at gera tað aftur, og næsta stigið er Mars!, skrivar Trump.
Hann ynskir toyminum handan Artemis 2 uppgávuna og manningini umborð á "Orion" tllukku.
– Ferðin var stórbær, lendingin var perfekt, og sum forseti í USA kundi eg ikki verið stoltari!, skrivar hann.
"Orion" ferðaðist sum partur av Artemis 2 uppgávuni um Mánan og aftur. Rúmdarfarið, sum hevði fýra astronautar umborð, lendi trygt í Kyrrahavinum klokkan 01:07.
Mánaferðin vardi í níggju samdøgur og ein hálvan tíma, og er fyrstu ferð í meira enn 50 ár, at ein mannað mánaferð er framd.
Ein mynd, sum NASA hevur givið út, vísir ovasta leiðaran í NASA, Jared Isaacman, sum er vitni til, at manningin á Artemis 2 og "Orion" eru komin fyri seg aftur.
Tað var ein fullkomin uppgáva, sigur Isaacman, sum varð útnevndur av Trump, sambært tíðindastovuni AFP.
##med##
– Vit eru aftur í vinnuni ("back in business", red.) tá tað snýr seg um at senda astronautar til Mánan. Hetta er bara byrjanin, sigur Isaacman.
Hetta er ikki seinastu ferð, at amerikanski rúmdarstovnurin fremur slíkar uppgávur, leggur hann dent á.
– Hetta fara vit at byrja at gera regluliga og senda uppgávur til Mánan, til vit lenda á honum í 2028 og byrja at byggja okkara støð, sigur Isaacman.
Uppgávan byrjaði 1. apríl við dramatiskari útskjóting úr amerikanska statinum Florida. Uppgávan hevur sligið fleiri met, eitt nú hvussu langt eitt menniskja nakrantíð hevur verið frá jørðini.
Tá tey fýra rúmdarfólkini, Jeremy Hansen, Reid Wiseman, Victor Glover og Christina Koc, vóru longst burtur, vóru tey 406.771 kilometrar frá jørðini.
Victor Glover var fyrsti persónur av ikki-hvítari bakgrnd, sum fleyg um Mánan, Christina Koch var fyrsta kvinnan, og kanadiski Jeremy Hansen var fyrsti ikki-amerikanari.
/Ritzau/













