Brúkiligur streymur og hampiligt veður

- Streymurin harðnar tó, sum næsta vika gongur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya, har tey vænta onkur frystilínuskip í næstu viku

Flestu frystilínuskip eru til fiskiskap í løtuni - undantikið tvey, sum eru heima.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fýra frystilínuskip eru í íslendskum sjógvi, tvey eru í Eysturgrønlandi, og eitt er á Flemish Kap.

 

- Haraftrat fiska tvey frystilínuskip undir Føroyum.

 

Ísfiskalínuskipið, sum er hitt einasta, ið er eftir, liggur í løtuni, men fer útaftur, tá líkindini verða betri.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at onkur frystilínuskip koma inn at landa í næstu viku.

 

- Streymurin er brúkiigur, men harðnar, sum næsta vika gongur. 

 

Lagt verður aftrat, at veðrið verður gott fyri tað mesta, og tí verður roknað við nakað av útróðri í næstu viku.