At fólk uppføra seg undarliga á einum møti, prógvar ikki, at upplivingarnar koma frá Guði. Ein psykologur kann fáa fólk til at uppføra seg á júst sama hátt.
Tað sigur Bergur Debes Joensen, sum er prestur og ungdómsráðgevi hjá Heimamissiónini.
Hann vísir í hesum sambandi á grein, sum aðalskrivarin í Det norske lutherske Indremissonsselskap, Anfin Skaaheim, skrivar í kronikki í norska blaðnum Missionsvennen.
Anfin Skaaheim ivast í, um tað yvirhøvur er grundarlag í Bíbliuni fyri hesum, sum fólk uppliva á kristiligum fundum, har tey fáa bæði eina og aðra opinbering á so ymiskan hátt.
Einki nýtt
Hetta, sum hendir á møtunum hjá til dømis Toronto- rørsluni, er ikki nakað nýtt og heldur iki nakað eindømi fyri kristna trúgv.
Hetta eru kend religiónspsykologisk fyribrigdi, sum eisini eru at finna í nógvum øðrum trúarlærum.
Og tað, at hetta hendir á kristnum møtum, er heldur ikki nakað prógv fyri, at tað er Guð, sum stendur aftan fyri, skrivar Anfin Skaaheim.
Men hetta er heldur ikki nakað nýtt innan kristnar samkomur.
So langt aftur sum í 18. øld hendu slík ting í amerikanskum samkomum, har fólk bæði ristu og skulvu.
Víst verður ofta til amerikansku »kvekarasamkomurnar.« Kvekari merkir skelvari
Tað verður ikki væl dámt, sigur Bergur Debes Joensen, at fólk seta spurnartekin við tað, sum hendir á hesum møtunum.
Men vit skulu júst vera spyrjandi og kritisk, tá um trúnna ræður, sigur hann.
Torontofólkini vísa til Bíbliuna, tá spurnartekin verða sett við, hvussu fólk uppføra seg á møtunum.
Men atfinnararnir siga, at tað er einki grundarlag í Skriftini fyri hesum.
Tá fólk detta á Toronto-møtunum, fara tey afturav. Tey vita ikki hví, og merkja heldur einki, verður sagt.
Men í Bíbliuni verður ringt at finna nakrar paralellir.
Tí tá Guð vísir seg, skapar tað ræðslu, serliga tá hann opinberar seg fyri profetunum. Og teir falla fram á grúgvu.
Og í Apostlasøguni verður heldur einki sagt um, at fólk skulvu. Tað var ógvusligari enn so. Tað var jørðin øll undir teimum, sum skalv.
Lívsins Orð
Bergur Debes Joensen, prestur og ungdómsráðgevi hjá Heimamissiónini, tekur undir við tí, Johannes Aagaard, professari í guðfrøði, segði um, at Torontorørslan eigur at ansa sær fyri Lívsins Orði.
Bergur Debes Joensen vísir til tað, hann skrivar í oddagrein í seinasta Trúboðanum, sum kom út mikudagin.
Bergur Debes Joensen vísir á, at tað er greitt samband millum Trúarlæruna, ella Lívsins Orð, og Toronto-rørsluna.
Toronto-fyribrigdini byrjaðu í januar 1994, meðan ein maður, nevndur Randy Clark, hevði møti í Toronto Airport samkomuni.
Hendan samkoman var partur av eini heimsumfatandi rørslu, nevnd Vineyard. Seinni hevur Vineyard kvett við Toronto Airport.
Hesin Randy Clark, sigur Bergur Debes Joensen, hevði framman undan verið á bíbliuskúla í USA hjá einum manni, sum nevndur er Kenneth E. Hagin.
Kenneth E. Hagin er ein tann fremsti talsmaðurin innan Trúarrørsluna, ella Lívsins Orð.
Á skúlanum í USA, sigur Bergur Debes Joensen, hevði Randy Clark, undir forbøn hjá Kenneth E. Hagin, upplivað tað sama, sum nú eyðkennir møtini í Toronto.
Hesi fyribrigdini, sum síggjast í Tronto, hava verið at sæð innan Trúarrørsluna, Lívsins Orð, í fleri ár.
Hesi eyðkenni hava verið umtalað av kristnifólki sum vill-leiðandi og óbíbilsk, sigur Bergur Debes Joensen.
Avvísandi
Tað eru fleiri samkomur, sum beinleiðis avvísa Toronto-rørsluna.
Sum áður sagt, hevur samkoman, Torontorørslan spratt úr, Vineyard, kvett við Toronto samkomuna.
Og tað eru heldur ikki bara felagsskapir sum Heimamissiónin (Indremission), KFS, sum er kristiligur felagsskapur hjá lesandi, sum vísa rørsluni frá sær. Eisini ávísar hvítusunnusamkomur umframt karismatikarar.
Eitt nú hevur tann í Føroyum so kendi norðmaðurin, Arild Edvardsen, sagt frá, at hann ikki tekur undir við tí, sum hendir í Toronto, sigur Bergur Debes Joensen.
Verið Spyrjandi
Tað hevur verið ført fram av fólki, sum hevur tilknýti til onkra av samkomunum, sum standa sum vertir fyri møtirøðini á Hálsi, at vit eiga ikki at tala fyri ella í móti tí, sum hendir á Toronto-møtunum.
Her eru fleiri av teimum, sum ikki eru við, sum eru ósamdir. Ein teirra er Bergur Debes Joensen.
Hann vísir á, at Skriftin júst lærir okkum, at vit eiga at vera vakin og spyrjandi, tá nýggj, andalig fyribrigdi stinga seg upp. Og um neyðugt eiga vit eisini at vera avvísandi.
Tað eru fleiri, sum vísa á, at tá slíkar rørslur stinga seg upp, tykist tað vera ógvuliga umráðndi hjá leiðarunum, at eingin kemur við kritiskum spurningum. Fólk tykjast mangan heilavaskað. Tey góðtaka bara, at soleiðis skal tað vera, og harvið verður tað so.
Og í seinasta Trúboðanum er grein um danska landsskrivaran fyri ungdómsarbeiðið hjá Indre Mission, Peter Nord Hansen, har hesin vísir á tað neyðuga við at seta spurnartekin við tað, sum samkomurnar læra.
Hann sigur, at í Toronto-rørsluni verður ikki góðtikið, at spurningar verða settir. Ert tú ivasamur og setir spurningar, sigur Peter Nord Hansen í Trúboðanum, verður tú roknaður sum mótstøðumaður Guðs.
Hinvegin verður tú í Toronto-rørsluni eggjaður til at geva teg yvir og lata teg upp. Verða fyltur av Andanum.
Peter Nord Hansen, landsskrivari fyri ungdómsarbeiðið hjá Indre Mission, sigur, at eftir hansara tykki leiðir Toronto-læran burtur frá Bíbliuni. Hann sigur, at tað er beinleiðis óbíbilsk boðan at síggja í rørsluni.
Mong fólk taka tað fyri góða vøru, at tey síggja ting henda á møtunum. Tey takað tað sum givið, at tað, sum hendir, er frá Guði, sigur Peter Nord Hansen.
Men tey gloyma av tí sama at seta spurnartekin við, hvat tað veruliga er, sum hendir.
Spjaðing
Fleri eru, sum siga, at Toronto-rørslan hevur skapt spjaðing innan kristiligt trúarlív.
Bergur Debes Joensen sigur, at í Englandi er Toronto-rørslan tann rørsla, sum hevur skapt størst spjaðing í átrúnarligum arbeiði.
Og Peter Nord Hansen sigur í Trúboðanum, at innan ávísar hvítusunnusamkomur, hevur rørslan eisini skapt split millum teirra, sum eru fyri og ímóti.
Men kortini hevur hendan rørslan ávirkað tað, sigur Peter Nord Hansen, at fólk eru vaknaði av rumblinum, verið hevur, og eru farin at gáa eftir, hvat álítandi er av tí, sum sagt verður, og hvat, ið heldur.
Á tíðindafundi, sum fólkini, ið komin eru vestan hav, høvdu á Sjómansheiminum týsdagin, var júst spurningurin um spjaðing havdur á lofti.
Har varð gjørt heilt greitt, at hesi fólkini eru ikki komin at stovna nakrar nýggjar kirkjur.
Tey eru bert komin at hava møti og royna at geva teirra upplivilsi saman við Guði víðari til føroyingar, varð sagt.