Havnar Bio, sunnudagur 28/9-97 kl 19:00:
Hóast stórfilmurin um Barbu og Harra Pál ikki verður frumframførdur fyrr enn komandi fríggjakvøld, so fingu statistar, fjølmiðlafólk og onnur innboðin høvi at síggja filmin í dag. Fyrra framførslan var í 6:00. Tann seinna verður í Norðurlandahúsinum klokkan 19:00.
At leikstjóri og leikarar eru komin væl frá uppgávuni, tyktust allir áskoðararnir vera samdir um, tí hvøllir vóru lógvabrestirnir, tá filmurin endaði.
Áðrenn filmurin varð settur á, trein filmsleikstjórin, Nils Malmros fram, takkaði fyri stuðul o. a., áðrenn hann presenteraði høvuðsleikararnar fyri áskoðarunum.
Filmurin fylgir væl søguni hjá Jørgen-Frantz Jacobsen, men endin er broyttur. Í bókini kemur Barba aftur at landi, tá hon hevur róð eftir Fortuni - niðurboygd av sakni og harmi fer hon niðan aftur í Nýggjustovu.
Í filminum hvørvur hon við mjórkanum - og eingin veit síðan, hvat hent er henni. Sorinskrivarin var hennara lagna - Fáfongd, sumhann sjálvur segði?
Vit koma við hópin av tilfari um filmin seinni.