blaðið. Løgmaður er ikki samdur við honum. Hann sigur: -Tú hevur nøkur rættindi. Tey skal tú verja. Men tað, sum ræður um í míni verð, er, hvussu tú spælir best við hesum kortinum (fráboðanini til ST, blaðm [...] gum Føroyum. Løgmaður sigur annars, at vit kunnu senda umrøddu fráboðan til ST nær tað skal vera, men hann dugir ikki at síggja, hvat vit fáa burtur úr við at gera tað nú. -Tað eg havi sagt í samgonguni [...] er. Vit hava tilsagnir, skrivligar og munnligar, at tað er Føroya fólk, sum tekur hesa avgerðina. Men tað er eingin loyna, at danska politiska skipanin øll sum hon er ynskir, at vit halda fram í ríkinum
Thorsteinsson. Pól hevur ikki spælt á heimavølli í tvey ár. Hann var við í Luksemburg og Russlandi í mars, men í Luksemburg sat hann síðsta partin av leikbanninum frá Kekkia dystinum í oktober 1999 av sær. Tað [...] roknast ímillum mest royndu menninar. Aðrir spælarar, sum ikki hava spælt heilt so ofta á landsliðnum, men sum hava so mikið nógvar royndir, at teir so sera væl vita, hvat tað snýr seg um, eru Jákup Mikkelsen [...] fulltíðar starvi sum spælari hjá OB. Í vár hevur tað ikki eydnast honum at fáa pláss á besta liðnum, men Johan stríðist framvegis fyri at koma í fremstu røð. Hinir ungu menninir eru allir undir útbúgving
niðurstøðu: 1) Tað eydnaðist í fyrsta umfari Poul Nyrup at seta føroyingar upp ímóti hvørjum øðrum. Men boomerangin, sum Nyrup kastaði við fyrstu samráðingar við føroyingar, fer fyrr ella seinni at koma [...] tú mangan at vita, at Fólkaflokkurin var ógvuliga tjóðskaparligur í Norðoyggjum og í Eysturoynni, men tá ið tú komst suður um Kollafjørð og vart komin niðan í Hórisgøtu gjørdist flokkurin meiri og meiri [...] so skjótt? Sjálvandi hevur henda samgonga gjørt nøkur sjálvmál og nógv kundi verið gjørt øðrvísi. Men Rom bleiv ikki bygd eftir einum degi. Annars skal Fólkaflokkurin vera fegin um, at einki nýval verður
í sínari røðu. Um tað var lagnan ella onkrar aðrar hægri kreftir, sum spældu inn, er gott at vita, men tað hekk ein málningur eftir Ingálv av Reyni uppi, sum enn ikki var heilt turrur. Komandi landsstý [...] honum dámdi væl framsýningina. Sjálvur hevur hann ikki nakran yndis listafólk millum tey fjúrtan, men hann hefti seg serliga við málningarnar. Òli Holm sigur, at hetta er eitt høvi hjá honum at hitta nógv [...] mentanarpolitikkurin fer at vera háttaður. Stundir hava ikki verið til, at seta nóg væl inn í tingini, men tað er givið, at listin fer at viga minst líka nógv hjá Óla Holm eins og hjá Torbirni Jacobsen. Í sínari
Hann segði seg og samgonguna hava fingið pláss til 19 íbúgvar á ellis- og røktarheiminum í Sandoynni, men minnist meg rætt, so var hetta ein partur av tí sonevndu Sandoyarætlanini og hon varð framd av undanfarnu [...] Vit fingu boðini frá Búskaparráðnum nú um dagarnar. Tað er nógv ferð á búskapinum, hann er heitur, men tað gongur sum er, sigur Búskaparráðið. Val at merkja um einki ? absolut einki ? verður sett í gongd [...] skomm fyri eitt framkomið samfelag við teimum fíggjarligu møguleikum, sum vit hava í Føroyum í dag. Men her verður helst illa húsast og sett av til luftkastellir í staðin. Tað er ringt at ímynda sær, hvussu
saman, sum limirnir í Starvsmannafelagnum hava fingið. ? Sjálvandi kundu vit altíð hugsa okkum meiri. Men tað slepst ikki undan, at tá ið Starvsmannafelagið gjørdi sín sáttmála, varð støðið lagt og tá er ómetaliga [...] fáa í løn. Tað er ongin av okkum, sum fer at siga, at verkafólk ikki skulu fáa meiri enn eitt vist. Men Havnar Arbeiðsmannafelag vísir á, at seinast, samráðingar vóru, gjørdu Havnar Arbeiðsmannafelag og [...] ð hjá summum virkjum. ? Vit eru øll á sama arbeiðsmarknaði og tí eiga vit eisini at fáa somu løn. Men at vit hava avtalað, at hini ikki skulu fáa meir, er ikki rætt, tí tað blanda vit okkum ikki uppí.
eitt nú um eitt skip bunkrar yvir. Men tað væntar hann verður ein partur af landsuppgávuni, tí hann væntar, at løtt útgerð kemur at liggja ymsastaðni í Føroyum. ? Men vit hava heldur ikki útgerð til at [...] Síðani verður pumpa sett til, sum so pumpar oljuna upp í tangar, td. á Brimli, ella í ein annan tanga. ?Men vit hava eisini ein tanga í Suðuroynni. Fyribils hava vit ein tanga, sum tekur 50.000 litrar og tað
eru ikki míni orð, men eg haldi við henni) ? »Vit eru ein tjóð, ið er spilt av yvirflóð, keða okkum við landsins ríkidømi og fitna av keðseminum. Vit eru eitt fólk ikki av hugskotum, men av upplopi. Vit eru [...] meiri rusk í part enn nakar annar statur í tjóðini, enn nøkur onnur sivilisasjón í jarðarinnar søgu. Men vit vilja hava meira. Vit vilja hava ting, ið ikki eru til enn. Ja, tað vilja vit eisini hava.« Konan
Havnini. Í fimmtiárunum var tørvur á størri skipi og Umanak fekk ein avloysara. Hetta var Hans Hedtoft. Men í minniligi vanlukkuni á Kappanum í januar 1959 fórst Hans Hedtoft við allari manningini, og Umanak [...] um søguna hjá skipinum og grønlandssiglingini. Grønlendingar harmaðust vanlukkuna í Suðuramerika, men teir fegnaðust tó um, at einki mannalív fórst. Minnini frá Hans Hedtoft mundu reka framaftur. OM fekk [...] umborð. Opið er frá Kl. 10-22, sunnudag tó frá 14-22. Skipað verður fyri serligum tiltøkum umborð, men av tí at avmarkað pláss er í fundarhølunum er neyðugt at tekna seg til hesi tiltøk. OM skrivstovan
ringin á fingrunum. Tað hevur víst at vera misnøgd millum manna, um hvussu skal gerast við hesar góðu menn. Uttanfyri høvuðsstaðin hevur verið boðað frá stórum áhugi fyri skúlastýrisvalinum, meðan áhugin í [...] fundir verið hildnir á øllum skúlum. Jákup Simonsen ásannar at áhugin ikki hevur verið serliga stórur, men sigur samstundis, at hetta jú er fyrstu ferð at valið er. Áðrenn hevur jú verið valt samstundis sum [...] organið, sum skal stýra skúlanum. Hanus Joensen heldur samstundis, at Skúlaráðið hevur virka avbera væl, men heldur samstundis, at henda nýggjan skipanin tykist at kunna fara at virka minst líka væl.