Tað verður fylgt væl við úti í verðini

Landsliðshópurin kann býtast í tríggjar partar, og tað er serliga teir yngstu menninir, sum eru áhugaverdir hjá útlendskum fótbóltsumboðsmonnum

 

Landslið


Fyrrapartin í gjár savnaðist fótbóltslandsliðið á Svangaskarði. Grasið er grønt, vøllurin tættur og væl trimmaður, og í góða summarveðrinum var tað hugaligt hjá øllum í landsliðshópinum at fara undir fyrireikingarnar til fyrstu stóru uppgávuna á heimavølli í ár.

Og tað var ikki so galið at minnast aftur á, tá landsliðið seinast var á Svangaskarði. Tað var tá Uni Arge og Øssur Hansen skoraðu tvey mál allar síðstu løtuna, og Føroyar megnaðu 2?2 ímóti Slovenia.


Uttan lyklaspælarar

Hetta er fyrsta ferðin, at landsliðið er savnað, eftir at tað er vorðið greitt, at tað í landsliðshøpi ikki skal roknast við Toda Jónsson. Harafturat eru tveir av monnunum, sum ivaleyst høvdu verið heilt upplagtir at vera ímillum teir fyrstu ellivu, ikki á Svangaskarði. Talan er um liðformannin hesi seinnu árini, Jens Kristian Hansen, sum er darvaður av skaða, og so er talan um Pól Thorsteinsson.

Pól hevur ikki spælt á heimavølli í tvey ár. Hann var við í Luksemburg og Russlandi í mars, men í Luksemburg sat hann síðsta partin av leikbanninum frá Kekkia dystinum í oktober 1999 av sær. Tað er í sambandi við ósemju um bonuspengarnar frá tí dystinum, at Pól hesa ferð hevur givið avboð.


Royndu menninir

Í hópinum á Svangaskarði eru nógvir spælarar, sum hava nógvar altjóða royndir. Her verður t.d. hugsað um Jens Martin Knudsen, Óla Johannesen, Allan Mørkøre, og Øssur Hansen, sum hava verið á landsliðnum í mong ár, og sum hava spælt um hálvt hundrað landsdystir í part. Hóast hann ikki hevur spælt eins nógvar dystir sum teir omanfyri nevndu ? í eitt langt tíðarskeið helt hann seg ikki hava stundir til landsliðsfótbólt ? so má Kurt Mørkøre roknast ímillum mest royndu menninar.

Aðrir spælarar, sum ikki hava spælt heilt so ofta á landsliðnum, men sum hava so mikið nógvar royndir, at teir so sera væl vita, hvat tað snýr seg um, eru Jákup Mikkelsen, Hans Fróði Hansen, Sámal Joensen, Julian Johnsson, John Petersen og Uni Arge.

Hesir eru allir í búnum fótbóltsaldri, og tað má roknast við, at nógv teir flestu teirra hava verið við at røkja altjóða uppgávur fyri Føroyar í fleiri ár, enn teir fara at vera á landsliðnum í framtíðini.


Framtíðin og dreymurin

Síðsti parturin av teimum, sum fyrireika seg til stóru uppgávuna ímóti Sveis í annaðkvøld, eru spælarar, sum ikki hava verið so leingi á landsliðnum, og sum mugu roknast at eiga fleiri góð fótbóltsár á, enn teir hava verið uppií.

Her verður hugsað um Jákup á Borg, Jón Róa Jacobsen, Rógva Jacobsen, Helga L. Petersen, Christian Høgna Jacobsen og so Johan B. Hansen. Hesin síðsti er í fulltíðar starvi sum spælari hjá OB. Í vár hevur tað ikki eydnast honum at fáa pláss á besta liðnum, men Johan stríðist framvegis fyri at koma í fremstu røð.

Hinir ungu menninir eru allir undir útbúgving. Jón Rói og Christian Høgni eru í holt við miðnámsútbúgving, meðan hinir eru í holtur við vinnuútbúgvingar.

Hjá fleiri teirra er dreymurin, at tað skal eydnast teimum at fáa sáttmála við útlendsk fótbóltsfeløg og harvið at koma nærri møguleikanum at gera fótbóltin til livibreyð.

At landsliðið er eitt gott høvi at kveikja áhugan hjá útlendskum feløgum fyri føroyskum spælarum er einki at ivast í. Dysturin í annaðkvøld fer at verða sendur beinleiðis í sveisiskum sjónvarpi, og tað ber møguleikar í sær. Talið á monnum, sum liva av at finna fram til evnagóðar spælarar og at vísa feløgunum á hesar, er økt so ógvuliga nógv tey seinnu árini. Videobond við upptøkum av dystum og brotum úr dystum sirkulera í fótbóltsumhvørinum, og tað skal ikki so ógvuliga nógv til, áðrenn eitt navn verður kent.

Tað er ivaleyst ein dreingjadreymur hjá flestu dreingjum. Tey seinnu árini havav vit sæð, at tað hevur eydnast hjá onkrum føroyingum at koma so mikið langt. Eg hugsi t. d. um Toda Jónsson og Jákup Mikkelsen