Tað var eisini at síggja til ein lotur landsstýrismaður við heilsu- og almannamálum, sum í sjónvarpinum mátti viðganga, at undir hesi samgonguni var einki røktarpláss komið afturat í Føroyum. Eftir eitt val við gyltum lyftum til tey sjúku og gomlu er snøgt sagt einki hent enn, nú vit hava lagt meira enn 3/4 av valskeiðinum aftur um bak.
Landsstýrismaðurin royndi at bjarga støðuni við at pynta seg við lántum fjaðrum. Hann segði seg og samgonguna hava fingið pláss til 19 íbúgvar á ellis- og røktarheiminum í Sandoynni, men minnist meg rætt, so var hetta ein partur av tí sonevndu Sandoyarætlanini og hon varð framd av undanfarnu samgongu undir leiðslu av Sambandsflokkinum.
Hesa seinastu tíðina eru vit ferð eftir ferð mint á, hvussu illa tað stendur til innan okkara eldrarøkt og serliga á demensøkinum. Tað er tørvur á ómetaliga stórari fíggjarjáttan á hesum øki ? bæði til íløgur og rakstur. Og her hendir einki.
Hóast gyltu lyftini frá valstríðnum, so hevur samgongan læst seg fastan til at gera minst møguligt við hesar trupulleikar. Strammir íløgurkarmar á tí almenna økinum forða fyri at nakað munagott verður gjørt.
Og búskaparpolitikkurin her í landinum er soleiðis, at absolut einki skal gerast og einki kann gerast, uttan at kollrenna búskapin. Vit fingu boðini frá Búskaparráðnum nú um dagarnar. Tað er nógv ferð á búskapinum, hann er heitur, men tað gongur sum er, sigur Búskaparráðið. Val at merkja um einki ? absolut einki ? verður sett í gongd innan almannaøki. Samgongan er eisini her fullkomuliga læst føst av, einki at hava gjørt fyri at justera búskapin ávegis, so man kann fara undir at bøta um tey vánaligu viðurskiftini hjá okkara sjúku og gomlu. Eingin førdur búskaparpolitikkur. Eingin stýring. Bert latið standa til og vóna tað besta.
Støðan á eldraøkinum er so grotesk vánalig, at hon má sigast at vera ein skomm fyri eitt framkomið samfelag við teimum fíggjarligu møguleikum, sum vit hava í Føroyum í dag. Men her verður helst illa húsast og sett av til luftkastellir í staðin. Tað er ringt at ímynda sær, hvussu vit fara at loysa hesar trupulleikar undir einum fullveldi við 40% skerdum fíggjarligum møguleikum. 40% minni til heilsu- og almannamál er ikki smápengar.
Og so vil formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, Helena Dam á Neystabø, koma sínum landsstýrismanni til hjálpar við at skjóta upp at seta 200 mió. kr. meira av á fíggjarlógini fyri at loysa hesar trupulleikar. Nei, Helena, so lætt er tað ikki. Spyr bara Búskaparráðið. Tú mást eisini siga okkum, hvussu tú útvegar peningin ella hvørjum tú ætlar at taka hann frá.
Í undanfarna valskeiði stóð Sambandsflokkurin á odda fyri tí samgongu, sum fekk landið á rættkjøl aftur aftaná búskaparliga skrædlið. Búskapurin hevði í 1998 fótað sær so væl aftur, at Sambandsflokkurin upp til valið kundi boða frá, at um hann fekk mandat aftur, so var tað niðurslitnað samfelagið, sum skuldu umvælast og tey veiku í samfelagnum, sum skuldu lyftast til eitt virðiligt støði.
Flokkurin fekk tíverri ikki hesa álitisváttan. Nú eru so 3 ár farin við øðrum stýri og einki er hent ? absolut einki. Um minni enn eitt ár verður val aftur og Sambandsflokkurin fer uttan iva at endurtaka síni lyftir frá seinasta vali, um at stríðast fyri betri korum fyri tey sjúku, tey gomlu, tey húsvillu ? stutt sagt fyri øllum teimum veiku í samfelagnum. Sambandsflokkurin hevur altíð staðið við sína sosialu ábyrgd og er til reiðar aftur at vísa hetta í verki aftaná eitt komandi val.
Tað er í góðum tíðum við góðum inntøkum, vit skulu loysa tílíkar trupulleikar. Og hesar inntøkurnar hava vit nú. Í vánaligum tíðum verður tað ikki gjørt.
Og júst á hesum skulu vit kennast sum eitt vælferðarsamfelag og sum eitt fólk við ábyrgd og stoltleika ? nevniliga hvussu vit fara við teimum, sum hava ilt við at klára seg sjálvi.
Gøtu 24.06.01