Semja
? Vit eru vælnøgdir við sáttmálan, vit hava fingið.
Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, heldur ikki, at tey fingu so lítið burturúr semjuni, sum var ðgjørd við arbeiðsgevararnar týskvøldið.
Sáttmálin ber í sær, at at limirnir í Havnar Arbeiðsmannafelag og øll arbeiðsfólk í Klaksvík, fáa eina lønarhækking uppá 4,24 krónur afturat frá 1. mei at rokna og 1. mei næsta ár fáa tey aftur 4, 24 krónur afturat.
Í løtuni er tímalønin 83,72 um tíman. Fyrsta mei í ár kom tímalønin sostatt upp á 87,96 krónur og 1. mei komandi ár, er tímalønin komin upp á 92,20 krónur um tíman.
Harumframt eru ymsar viðbøtur hækkaðar. Eitt nú hevur yvirtíðin fyrrapart leygardag verið 35% og 65% seinnapartin leygardag. Nú er yvirtíðin altíð 65% leygardag. Fyri at koyra oljubil er viðbótin hækkað tvær krónur um tíman.
Harafturat hækkar eftirlønin 0,8 % í ár og aftur 0,8% næsta ár.
Viðbótin fyri skiftivaktir er eisini hækkað 75 oyru.
Tilsamans er talan um eina lønarhækking uppá 11,9% og tað er tað saman, sum limirnir í Starvsmannafelagnum hava fingið.
? Sjálvandi kundu vit altíð hugsa okkum meiri. Men tað slepst ikki undan, at tá ið Starvsmannafelagið gjørdi sín sáttmála, varð støðið lagt og tá er ómetaliga trupult at fáa nakað meirm sigur Karl Johansen.
Somuleiðis varð semja gjørd um eitt protokollat sum sigur, at um eitt ár skulu samráðingar verða um viðbøturnar av øllum handa slag -fyri at koyra trukk, fyri at koyra oljubil, fyri at løða og spreingja o.s.fr.
Hetta verður gjørt fyri at halda spurningin um viðbøtur leysan av vanligu samráðingunum.
Karl Johansen sigur, at arbeiðsgevararnir hava ásannað, at tað ber ikki longur til at seta seg ímóti lata viðbøtur fyri serlig arbeiði, tí gera teir tað, fáa teir ongan at gera arbeiðini.
? Og at lata burturav vanligu lønarhækkingini fyri at fáa viðbøtur, gera vit ikki. Tí eru samráðingar um viðbøtur nú leysar av vanligu samráðingunum, sigur Karl Johansen.
Ongin avtala
Annars loypti tað øði í fakfelagsfólk, tá ið tað varð upplýst, at tá ið Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík skrivaðu undir, varð avtalað við arbeiðsgevarar og semingsmenn, at Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag skuldi ikki fáa størri lønarhækkig.
Hesum vísir Karl Johansen avgjørdur aftur.
?Vit fara ikki at gera avtalu um, hvat onnur arbeiðarafeløg skulu fáa í løn. Tað er ongin av okkum, sum fer at siga, at verkafólk ikki skulu fáa meiri enn eitt vist.
Men Havnar Arbeiðsmannafelag vísir á, at seinast, samráðingar vóru, gjørdu Havnar Arbeiðsmannafelag og klaksvíkingar sáttmála, áðrenn Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
? Tá ið Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag so gjørdu sáttmála, fingu tey hægri viðbøtur í ávísum førum.
?Tá ið vit fóru til samráðingar hesuferð, løgdu vit tískil dent á, at vit vildu hava mismunin, sum varð gjørdur í 1999, aftur.
?Hesum vóru arbeiðsgevararnir samdir í og teir løgdu eisini dent á fyri okkum, at teir fóru ikki at at góðtaka, at ójavni bleiv í sáttmálunum, tí tað hevði oyðilagt kappingarførið hjá summum virkjum.
? Vit eru øll á sama arbeiðsmarknaði og tí eiga vit eisini at fáa somu løn. Men at vit hava avtalað, at hini ikki skulu fáa meir, er ikki rætt, tí tað blanda vit okkum ikki uppí. Tað fylgja ongir lepar við semjuni, sigur Karl Johansen.
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, heldur fast um, at tað var ein avtala, at Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag skuldi ikki fáa meir enn klaksvíkingar og Havnar Arbeiðsmannafelag hevði fingið.
?Tað fingu vit at vita frá semingsmanninum. Tí var at kalla sama semingsuppskot lagt fyri okkum, sum Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík høvdu góðtikið, sigur Ingeborg Vinther.