Vagnur Michelsen
Eitt dapurt politiskt skíggj hongur í løtuni yvir okkara vøkru oyggjum. Føroyingurin er í villareiði politiskt, og tú hevur eina kenslu av, at tað fara at ganga nógv ár, áðrenn vit veruliga fáa politiskan frið í Føroyum.
Føroyskir og danskir fjølmiðlar hava gjørt nógv burturúr politisku orrustuni seinastu vikurnar, og seinasta leygardag sendi Danmarks Radio í tríggjar tímar um føroysk viðurskifti. Eftir seinastu politisku orrustuna havi eg gjørt mær hesa niðurstøðu:
1) Tað eydnaðist í fyrsta umfari Poul Nyrup at seta føroyingar upp ímóti hvørjum øðrum. Men boomerangin, sum Nyrup kastaði við fyrstu samráðingar við føroyingar, fer fyrr ella seinni at koma aftur til Danmarkar. Danir fara einaferð at ásanna, at taktikkurin ímóti føroyingum var hin skeivi. Tú kanst ikki niðurbinda eitt fólk við hóttanum. Hava danir ikki lært av, tá ið Ísland varð lýst sjálvstøðug tjóð. Hví bleiv ísakalt landanna millum?
2) Leygarkvøldið fingu vit frá sjálvum Nyrup at vita, at millum annað natolondini USA, Stórabretland, Canada og Norra hava stóran áhuga í, at Føroyar eru í einum ríkisfelagsskapi, sum danir leiða.
So er staðfest, at Føroyar eru ein týdningarmikil geografiskur partur í Nato, sum natolondini fyri alt í verðini vilja hava í sínum parti.
Tí er tað ikki so løgið, at danir í nógv, nógv ár hava spart milliarda upphæddir í natolimaskapi, tí at ein natostøð er í Føroyum. Fullveldismálið fyri Nyrup er bert talan um pengar og makt. Talan er ikki um kærleika til vanliga føroyingin.
3) Sum ungur fekst tú mangan at vita, at Fólkaflokkurin var ógvuliga tjóðskaparligur í Norðoyggjum og í Eysturoynni, men tá ið tú komst suður um Kollafjørð og vart komin niðan í Hórisgøtu gjørdist flokkurin meiri og meiri sambandssinnaður.
Hetta fingu vit so dyggiliga staðfest í seinastu viku. Okkara tjóðskaparsinnaði løgmaður er rætt og slætt bukaður upp á pláss av teimum sambandssinnaðu fólkafloksmonnunum.
Løgmaður er ímóti sínum egna vilja hamskiftur, tað sæst eisini so týðiliga á eygnabránum. Spell fyri henda annars so hampuliga, siðiliga og vælumtókta løgmann.
Tá ið hetta er sagt, er at fegnast um, at tjóðskaparsamgongan í skrivandi løtu heldur fram.
Eitt er tann politiski dysturin við danir, eitt annað er politikkurin heima í Føroyum.
Tað er ein øgiligur dynamikkur og positivur andi í føroyska samfelagnum í løtuni. Vit hava mestsum einki arbeiðsloysi og fólk flytur aftur til Føroya, bygt er nýtt vaktarskip og nýggj sandoyarferja, vit fyrireika nýtt suðuroyarskip, gera vágatunnil, útbyggja landssjúkrahúsið, hava loyst marknaðartrætuna við bretar, bankamálið varð loyst, pensjónin hjá teimum eldru er hækkað munandi og friður er í sjúkrahúsverkinum, oljuvinnan er í góðum hondum og búskapurin er sera góður í landinum. Bert at nevna nøkur av málunum, sum henda samgongan hevur avgreitt og fer at avgreiða.
Alt hetta er farið fram, meðan Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava verið í andstøðu. Og serliga hevur Javnaðarflokkurin grenjað, verið negativur og verið ímóti øllum, sum hevur rørt seg í landi okkara. Ja, sjálvt Jóannis Ejdesgaard mátti ransaka seg sálvan og ásanna í Sosialinum um ársskiftið, at hann hevði verið alt, alt ov negativur og mátti leggja á annan bógv.
Tí fái eg meg ikki at trúgva, at føroyingurin vil venda aftur til samgonguna frá 1994-1996 millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin. Ein sambandsflokk, sum fekk misálitisváttan í 1998 og ein Javnaðarflokk, sum rýmdi undan ábyrgd í 1996. Edmund Joensen og Jóannis Ejdesgaard vóru sum hundur og ketta, og tí endaði samarbeiði teirra millum 1996. Gloyma fólk veruliga so skjótt?
Sjálvandi hevur henda samgonga gjørt nøkur sjálvmál og nógv kundi verið gjørt øðrvísi. Men Rom bleiv ikki bygd eftir einum degi.
Annars skal Fólkaflokkurin vera fegin um, at einki nýval verður á hesum sinni, tí flokkurin hevði fingið ein dyggan undir vangan. Somikið hoyrist frá trúgvum fólkafloksveljarum í havnargøtum.










