Oljuvernd
Best er at binda um heilan fingur.
Tað heldur Bjargingarfelagið í norðaru helvt í Suðuroy.
Og nú oljuvinnan er við at taka seg upp í Føroyum, helt felagið eisini, at tað var neyðugt at hava útgerð til at avmarka umhvørvisligu avleiðingarnar av eini oljudálking, skuldi eitt óhapp hent.
Tí hevur felagið nú keypt eina rúgvu av útgerð, sum verður brúkt at basa oljudálking við.
Útgerðin er keypt úr Noregi og hon kom higar til lands við vaktarskipinum, Brimli, seinasta leygardag. Sumt er eisini komið við Gorm.
Pauli Einarsson á Tvøroyri, sum er ein av undangongumonnunum at fáa útgerðina til vega, sigur, at tey hava verið so heppin at hava gott samstarv við feløg í Noregi og so tey fingu útgerðina fyri ein ógvuliga sámuligan kostnað.
Í løtuni liggur útgerðin á goymslu í húsunum, sum Føroya Shell eigur innanfyri Drelnes og sum felagið var so vælviljað at lata bjargingarfelagnum til endamálið.
Væl fyri
Pauli Einarsson sigur, at nú felagið hevur fingið hesa útgerðina, eru føroyingar rættiliga væl fyri at verja umhvørvið, skuldi eitt óhapp hent onkustaðni, sum ber í sær, at olja lekur á sjógv.
Útgerðin fevnir m.a. um ein skimmara, ella ein oljuupptakari, sum tað eisini kann nevnast. Síðani verður pumpa sett til, sum so pumpar oljuna upp í tangar, td. á Brimli, ella í ein annan tanga.
?Men vit hava eisini ein tanga í Suðuroynni. Fyribils hava vit ein tanga, sum tekur 50.000 litrar og tað er ein góð byrjan.
?Skimmarin og pumpan verður drivin av motori og kunnu sostatt virka óheft av aðrari orku.
Felagið hevur eisini fingið 550 metrar av sterkum oljusperringum, sum tola aldu uppá 1,5-2 metrar og eitt hál uppá 11 tons, so tað skal standa nógv á, áðrenn tær ikki makta uppgávuna. Sperringarnar eru 40 sentimetrar, umframt ein kant upp á 10 sentimetrar omanfyri vatnskorpuna, umframt eitt skjúrt uppá ein metur undir vatnskorpuni.
Pauli Einarsson sigur, at er dálkingin av einum slíkum slagi, at tað ikki ber til at brúka sperringarnar, hevur felagið eisini fingið eitt slag av kustum, sum eru long, loðin bond, sum draga oljuna við sær og síðani fra ígjøgnum eitt, sum mest av øllum minnir um eina velduga strúkirullu, ið kroystir oljuna burturúr, so at hon aftur kann verða pumpað í tangar.
? Vit hava eisini fingið 175 metrar av lættari sperringum til minni dálking.
Pauli Einarsson sigur, at hesar sperringarnar kunnu ikki bara brúkast til at taka upp eftir oljudálking. Tær kunnu eisini brúkast til at verja strendur, ella eitt nú alibrúk, við, um olja skuldi enda á sjónum.
Umframt hetta, hevur felagið eisini fingið aðra útgerð, eitt nú pumpur o.s.fr. Tær kunnu m.a. brúkast til at hjálpa einum báti, sum er farin at leka olju. Pauli Einarsson leggur afturat, at slangurnar til pumpurnar passa til úttakini á dekkinum á Brimli.
Pauli Einarsson vísir tó á, at útgerðin, sum nú er komin, kann bara metast at vera byrjanin.
? Enn manglar rættiliga nógv í. Eitt nú tørvar okkum lættari útgerð at brúka til smá óhapp, eitt nú um eitt skip bunkrar yvir.
Men tað væntar hann verður ein partur af landsuppgávuni, tí hann væntar, at løtt útgerð kemur at liggja ymsastaðni í Føroyum.
? Men vit hava heldur ikki útgerð til at reinsa strendur við og vit hava og okkum manglar eisini útgerð at vaska hesa útgerðina við, tá ið hon er brúkt.
Liggur sera væl
Pauli Einarsson sigur, at útgerð sum hendan, liggur sera væl fyri í Suðuroynni.
?Tað eru tvær havnir á tvørafjørði. Og skuldi tað hent, at veðrið ger, at tað ikki slepst at á aðrari keiini, slepst altíð at á hinari keiini, og tað haldi eg, er ein stórur fyrimunur, sigur hann.
Hann vísir eisini á, at tað er í samsvari við løgtingsins vilja, at útgerðin er í Suðuroynni, tí løgtingsins vilji er at oljuverndarútgerðin skal vera í Suðuroy.