Listaframsýning
Rættiliga fitt av fólki var komið saman, tá summarframsýningin í Norðurlandahúsinum lat upp leygardagin. Ì sambandi við at framsýningin lat upp, var skipað fyri einum tiltaki leygardagin, har Høgni Hoydal, varaløgmaður, flutti fram røðu. Sjálv framsýningin telur verk hjá fjúrtan av teimum mest etableraðu listafólkunum í Føroyum. Samstundis inniheldur framsýningin eisini fleiri ymisk sløg av list.
Undanfarnum ár hevur summarframsýningin ?einans? umfata eitt listafólk.Í ár hevur Norðurlandahúsið avgjørt at gera eitt sindur eyka burturúr. Talið av teimum, sum møttu upp leygardagin ber eisini boð um, at áhugin er stórur fyri framsýningin, sum samstundis er ein søluframsýning.
Grøn eru grá hús
Tiltakið leygardagin byrjaði við, at Karin Kjølbro segði bjóðaði vælkomin, og beyð serliga komandi landsstýrismanninum í mentamálum at vera vælkomna, og ynskti hon, at samstarvið millum Norðurlandahúsið og landsstýrismannin fór at vera fruktargott. Høgni Hoydal, varaløgmaður, hevði fingið litið upp í hendi at lata stevnuna upp, sum tað eitur. Høgni Hoydal segði frá um drongin heima á Sandi, sum segði, at Grøn vóru grá hús. Í røðu sínari kom Høgni Hoydal inn á hvat listin er, og hvat hon umboðar. Høgni Hoydal nam eisini við tær hvussu ymiskt listin kann uppfatast, og hvussu nógv sløð av list eru til. Høgni Hoydal gav øllum listafólkunum, sum eru umboðaði á framsýningini, eitt orð við á vegnum.
Lærir at kenna fólkini innan mentanina
Sum áður nevnt, so var ein serligur gestur til tiltakið leygardagin. Talan var um komandi landsstýrismannin í skúla- og mentamálum, Óla Holm. Hóast Óli Holm ikki alment verður landsstýrismaður fyri seinni í hesari vikuni, so var hann boðin við. Sum áður nevnt, so vendi Karin Kjølbro sær eisini til hann í sínari røðu.
Um tað var lagnan ella onkrar aðrar hægri kreftir, sum spældu inn, er gott at vita, men tað hekk ein málningur eftir Ingálv av Reyni uppi, sum enn ikki var heilt turrur. Komandi landsstýrismaðurin er sjálvur á einum líkandi støði sum málningurin, og við einum góðum vilja ber til at sammeta málning og komandi landsstýrismannin.
Sosialurin fekk eitt prát við komandi landsstýrismannin. Spurdur um hvat hann helt um sjálva framsýningina, segði komandi landsstýrismaðurin, at honum dámdi væl framsýningina. Sjálvur hevur hann ikki nakran yndis listafólk millum tey fjúrtan, men hann hefti seg serliga við málningarnar. Òli Holm sigur, at hetta er eitt høvi hjá honum at hitta nógv fólk, sum hann óivað kemur í samband við seinni sum landsstýrismaður. Òli Holm hevur enn ikki gjørt sær nakrar serligar tankar um, hvussu framtíðar mentanarpolitikkurin fer at vera háttaður. Stundir hava ikki verið til, at seta nóg væl inn í tingini, men tað er givið, at listin fer at viga minst líka nógv hjá Óla Holm eins og hjá Torbirni Jacobsen. Í sínari nýggju skrivstovu fer Òli Holm at halda til saman við tí júst afturkomna Mykines málninginum við kenda grindadráp motivinum.
Til ferðafólk
Sosialurin fekk eisini fatur á stjóranum í Norðurlandahúsinum, Helgu Hjørvar. Hon segði, at framsýningin er ein roynd at gera Norðurlandahúsið meira áhugavert um summarið. Um summarið er tað soleiðis, at tað eru nógv fleiri ferðafólk, sum vitja húsið enn føroyingar. Við hesum meinar Helga tó ikki, at føroyingar ikki eru hjartaliga vælkomnir. Hesaferð valdi Norðurlandahúsið at vísa eitt breitt úrval av teimum meiri etableraðu listafólkunum í Føroyum, sigur Helga Hjørvar. Listafólkini fingu fyri nøkrum mánaðum síðani at vita, at hvat fyri pláss tey fingu til framsýningina, og soleiðis hevur tað eisini verið lættari hjá listafólkunum at fáa sum mest burturúr teimum sermerktu ljós- og rúmviðurskiftunum, sum gera seg galdandi í Norðurlandahúsinum. Helga Hjørvar sigur seg vera sera væl nøgdan við framsýningina, og heldur, at framsýningin fer at vekja ans bæði í Føroyum og uttalanda.