- Tað er breið semja millum allar politikarar í Føroyum, at vit eru ein tjóð. Um nakar heldur, at alt er loyst og liðugt í sjálvstýrismálinum við at reka proklamatiónspolitikk, við eitt nú at senda fráboðan til ST um, at vit eru serstøk tjóð við sjálvsavgerðarrætti, so fer hann skeivur sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður í eini viðmerking til atfinningarnar frá fyrrverandi landsstýrismanninum, Tórbjørn Jacobsen í Fregnir.
Tórbjørn Jacobsen sigur í samrøðu við blaðið, at løgmaður eigur at senda umrøddu fráboðan til ST og leggur aftrat, at tað sjálvandi fer at elva til stríð, tí tað gongur ímóti danska føroyapolitikkinum. ?Tað er neyðugt at taka hetta stríðið. Verður ikki staðfest hjá altjóða stovnum, at føroyingar eru ein tjóð, fara vit aldrin at vinna tey rættindi, sum hoyra eini tjóð til. Vit mugu tora at hevda okkara rætt segði hann við blaðið.
Løgmaður er ikki samdur við honum. Hann sigur: -Tú hevur nøkur rættindi. Tey skal tú verja. Men tað, sum ræður um í míni verð, er, hvussu tú spælir best við hesum kortinum (fráboðanini til ST, blaðm.) fyri at røkka tí setningi, sum landsstýrið hevur sett sær. Og tað er ikki bara at proklamera og einki meira. Um tað er proklamatiónspolitikkur, sum man vil hava, so er tað sjálvandi tann mátin tað skal gera tað uppá sigur løgmaður og sipar til úttalilsini hjá Tórbjørn Jacobsen.
-Eg vil hava ein realitetspolitikk, tí tað er einki land í verðini, sum er vorðið sjálvstøðugt uttan so at tað hevur fingið góðkenning frá tí, sum tað hevur verið saman við. At fara út í ein proklamatiónspolitikk mótvegis dønum trúgvi eg ikki førir okkum nærri einum sjálvstøðugum Føroyum. Løgmaður sigur annars, at vit kunnu senda umrøddu fráboðan til ST nær tað skal vera, men hann dugir ikki at síggja, hvat vit fáa burtur úr við at gera tað nú.
-Tað eg havi sagt í samgonguni um fráboðanina til ST er, at tað er eitt kort, sum vit skulu brúka mótvegis donsku stjórnini. Tvs. at alt eftir hvussu støðan gerst í samráðingunum við donsku stjórnina, skal man brúka tað kortið. Hevur tú koyrt hetta kortið yvir borðið, so kanst tú ikki brúka tað meira. Tað er tí eg havi hildið tí aftur. Eg vil fegin kunna koma aftur til borðið at tosa við donsku stjórnina um hesi viðurskiftini. Tað nyttar einki at spæla sær allar trumfarnar av hondini, áðrenn tú er komin hálva leið í spælinum sigur løgmaður og leggur aftrat, at hetta er ein stórur trumfur, ja kanska tann størsti vit hava.
At fólkaatkvøðan ? sum Tórbjørn Jacobsen leggur upp til í Fregnum - varð avlýst eftir trýsti frá Óla Breckmann er heldur ikki rætt vísir løgmaður á. -Tað var ein reint persónlig meting hjá mær sjálvum. Hevði tann fólkaatkvøðan verið og úrslitið var eitt nei, og vit ganga út frá tí tulking, sum forsætisráðharrin hevur, so hevði tað verið ein innliman í danska ríkið fyri Føroyar, og tað hevði verið ein vanlukka.
Løgmaður heldur tað heldur ikki vera rætt at royna at elva til eitt stríð við dan ir. -Tað er ikki bara at busa avstað. Tað skal verða gjørt á rættan hátt og væl forankrað. Fólkaflokkurin stendur eisini fult samdur í sjálvstýrismálinum og tað, sum samgongan stendur saman um, er í fult í tráð við tað, sum Fólkaflokkurin stendur fyri. Eg skilji á Tórbjørn Jacobsen, at vit við at senda brævið til ST fáa eitt øgiligt rok. Hvat skal tað rokið brúkast til. Vit hava møguleika til at fremja ta ætlan sum er umfatað av Heimastýrislógini sum er. Vit hava tilsagnir, skrivligar og munnligar, at tað er Føroya fólk, sum tekur hesa avgerðina. Men tað er eingin loyna, at danska politiska skipanin øll sum hon er ynskir, at vit halda fram í ríkinum. Tað, sum nú ræður um hjá okkum, er at brúka teir møguleikar sum liggja. Og tað tekur eitt sindur longri tíð.